fríggjadagur 25. oktober 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 198 — 25. oktober 1991
Hondbóltur. 1. deild, kvinnur:
Málskjúttar:
Malskjuttar:
Skala:
Sóley Mikkelsen 11, Bjørg
Mikkelsen 3, Katrin Petersen
2, Palma Petersen 1, Sú-
sanna Kallsoy 1.
Kyndil:
Conny Poulsen 4, Andrea
Arge 4, Súsanna Hansen 2.
Ávaringar:
Skála 1 og Kyndil 1
Utvisingar:
Kyndil 1
Askodarar: 126
Dómarar: John Reid og Al
fred år Vestmanna
Kyndil leikti sin tridja
landskappingardyst
mikukveldið, meðan tað
var fyrsti dystur hjá ver-
andi føroyameistarum av
á
w&
Skåla. Dysturin åtti at
verðið leiktur sunnudagin,
men tá vóru onkrir av
kyndlaleikarunum uttan-
lands og varð dysturin tí
útsettur.
Stersti spenningurin
var hvussu skálagentur
fóru at klára seg uttan
fleiri av stuðlaleikarunum
frá seinasta kappingarári.
Fyri Kyndil sá uppgáv-
an yvirkomilig út. Um tær
dekkaðu Sóley væl, so
skuldi alt verið í lagi. Men
tað var júst tað, sum tað
ikki var.
Skála kom á odda 3—0
við málum, ið Katrin
(tvey) og Bjerg gjerdu.
Kyndlaverjan hugsaði
bert um at Sóley ikki
skuldi fáa mál, og tað út-
nyttaðu skálagentur væl.
10 min. gingu áðrenn
Kyndil fekk nakað mál.
Verjan hjá Skála við
Bjørg á odda stóð sera
væl. Og málverjin Andrea
Weihe var um at gera
kyndlaleikararnar grønar
í høvdinum. Tí sluppu tær
einaferð at skjóta, so
metti málverjin. Súsanna
(Ussa) setti tó hol á fyri
Kyndil, tá hon við einum
góðum skoti av vinstra
vongi minkaði til 3—1.
Síðani økti Sóley til 4—1
uppá brotskast.
Álopini gingu báðar
vegir og málverjarnir báð-
ir, Hanna Rubeksen hjá
Kyndli og Andrea Weihe
hjá Skála, stóð báðar sera
væl. Tær mettu so mikið
væl, at onki mál kom aftur
fyrr enn í 23. min, tá
Andrea (Tulla) minkaði til
4—2 uppá eitt av sínum
tiltiknu langskotum.
Eftir hetta gekk javnt á.
Tó við tí muni, at Skála
fekk mál uppá síni álop og
Kyndil brendi flestu av
sínum. Hálvleikssteðan
var 8—3 til Skála.
Skála byrjaði 2. hálvleik
har tær sleptu í fyrra. Tær
øktu fyrst til 10—4 og síð-
an til 15—5 áðrenn Kyndil
byrjaði at fóta sær. Conny
slapp sær nakrar ferðir
gjøgnum Skálaverjuna og
fekk nekur mál og Andrea
(Tulla) fekk brotskestini
(3) igjøgnum, hóast lang-
skotini ikki vildu fra í mál
hendan dystin. Men tað
nyttað onki tá Sóley skor-
aði 8 mál í seinna hálv-
leiki, sjálvt um hon var
mansvard næstan allan
seinna hálvleik og part av
fyrra.
Síða 17
Ov seint var
Kyndil fótaði sær ongan-
tíð í dystinum. Tær vóru
aftanfyri alla tíðina. Fyrst
dekkaðu tær bert Sóley, tá
skutu hinar málini. Síðan
dekkaðu tær eisini hinar
— tá skoraði Sóley málini.
Tá tær so royndu at mans-
uppdekka Sóley og at
dekka hinar, var ov seint.
Conny var best hjá
Kyndli hendan dagin sam-
an við Honnu í málinum,
sum byrjaði væl. Conny
royndi nakað sjálv, tá hin-
ar ikki megnaðu.
Hjá Skála var Sóley góð
við 11 málum, harav 6
vóru brotskest — tey
flestu gjerd móti henni
sjálvari. Tað vísti seg ferð
eftir ferð tá hon fór ígjegn-
um á vonginum og við frí-
um skoti uppá mál, bleiv
tikið í armin. Kyndlaleik-
ararnir sluppu við tí einu
útvísingini og vóru bert
sektaðar við brotskasti.
Andrea í málinum og
Bjørg í verjuni leiktu eis-
ini væl á einum nýggjum
skálaliði
Uppiborin sigur
Skála uppi-
bornan sigur i fyrsta dyst-
inum, sum
uttan grund, tí á kyndla
liðnum var ringt at fáa
eyga á nakra, sum liðið
ikki kundi verið fyriuttan
áh
vann ein
var utesttur
Hondbóltur. 1. deild, menn:
Hanus I gomlum formi
Málskjúttar:
KÍF: Hanus Joensen 11, Ják-
up Dam 3, Fríðrik Joensen 3,
Petur M. Johannesen 2, Jarv-
in Hansen 1 og Vagnur Jo-
hannesen 1.
StÍF:
Artur Johansen 7, John
Petersen 5, Pole Hansen 5 og
Justines Justinussen 2.
Á varingar:
KIF 2 og StIF 2
Utvisingar:'
KIF 5 og StÍF 4.
Askodarar: 150
Démarar: Gunnar Gregorius-
sen og Birgir Sondum år
Kyndli
Strandingar vóru favoritt-
ar at vinna dystin móti
KÍF, ið varð leiktur miku-
kveldið. Tað hevur gingið
sera illa hjá KIF í báðum
teim fyrstu dystunum,
teir hava leikt í ár. Men til
dystin móti StIF var liðið
betur mannað.
StIF hevði ikki allar sin-
ar tiltaks. Poul Enok er
ikki byrjaður enn eftir fót-
bóltsskaða og Regin var
heldur ikki klárur til hend-
an dystin.
StIF bestu byrjan
Tað var StÍF, sum byrjaði
dystin best og var á odda
við tveimum málum allan
fyrra hálvleik. Verjan var
góð í fyrra hálvleiki og
Jergin í málinum stóð
sera væl allan dystin.
Hálvleikssteðan var
10—7 til StIF.
Hanus vendi
Landslidsvenjarin Hanus
Joensen ætlar ikki at leika
við sjálvur, men tað kundi
hann uttan iva við spæl-
inum hann vísti miku-
kveldið. Hanus fekk 9 mál
í seinna hálvleiki, harav 7
tey fyrstu vóru eftir rað.
Hann byrjaði við at minka
til 8—10 og steðgaði ikki á
fyrr enn hann hevði lagt
KÍF á odda 14—13.
KÍF oøkti síðan til
16—13 (Hanus 7 mál) áðr-
enn StIF minkaði til
16—15. Tað, sum eftir var
av dystinum skiftust lið-
ini um at skora. Dysturin
endaði 21—19 til KIF.
Kastaðu burtur
Móti endanum av dystin-
um tveittu strandingar
fleiri bóltar burtur. Tann
annars frálíki málverjin
skuldi royna seg við skjót-
um útkestum, sum øll
miseydnaðust.
Verjan hjá StÍF var
heldur ikki at kenna aftur
í seinna hálvleiki. Tað frá-
líka verjuspælið frá byrj-
anini var ikki at síggja.
Enn einaferð vísti Art-
ur, at hann hevur eitt
framúr gott avsett og so-
statt góð hoppskot. Leik-
arar sum hann og John
hjá StIF verða uttan iva
millum teirra, sum Hanus
skal venja til komandi
landslið.
Jarvin við KÍF
Klaksvíkingurin Jarvin
Hansen fer í vetur at leika
við KÍF. Hann arbeiðir í
Havn og hóskar tað tí ikki
so væl at ferðast til Klaks-
víkar at venja og spæla.
Mansuppdekkan
Bæði liðini royndu at
mansverja. StÍF mans-
uppdekkaði Hanus. Men
kortini trillaði hann runt
við teimum. Hann skoraði
flestu av málum sínum
uppá hoppskot útifrá.
Skotini vóru ikki so herð,
men sera væl plaserað
Kollfirðingar royndu at
mansuppdekka Artur hjá
StIF og tóktist tað at
nerva spælið. Hann er jú
ein farligur harri.
Artur og Jergin í mál-
inum mundu vera fræg-
astir hjá StIF. Meðan
Hanus og Regin í málin-
um hjá KIF vóru bestir
hjá KIF
Ein óvæntaður, men
uppiborin arbeiðssigur til
KIF.
heim./áh