Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 200 — 29. oktober 1991 Ov trongligt er hjá Sjónvarpinum í Vørsluni, og tí verður nú leitað eftir hólum í staðni fyri tey í Havnar Bio. Mynd: Kalmar tíðindablaðið Sjónvarpið vil leiga ella keypa í grannalagnum, men landsstýrið sigur: Nei til dýrar fyribllsloySnir Kanska fer ein partur av sjónvarpinum niðan í útvarpið Seinastu árini hevur sjón- varpið leigað Havnar Bio til upptýkurúm, men nú hevur Havnar Klubbi sagt leigusáttmálan upp við sjónvarpið orsaka av byggiætlanunum hjá klubbanum. 1. januar skal sjónvarpið vera úti, og enn er ikki greitt hvar sjónvarpið fer. Jógvan A. Skaale, sjón- varpsstjóri sigur, at teir mugu finna annað hósk- andi hóli, tí ov trongligt er sum er. Umframt hølid i Havnar Bio hevur sjón- varpið bert eitt upptøku- hóli aftrat, og tað er alt ov lítið. Sjónvarpsstjórin heldur tað var best, um sjónvarpið kundi leiga ella keypt í grannalagnum og tí hava víst á eini hús, sum høvdu verið egnaði til tílíka nýtslu, men tað hevur landsstýrið sagt nei til. Ongar dyrar fyribilsloysnir Marita Petersen, lands- stýriskvinna í mentamálum sigur, at hon frá sjónvarp- inum hevur fingið tvey uppskot um høli, men hon heldur tey vera ov dýr. -Ikki fleiri dýrar fyribils- loysnir, sigur landsstýris- kvinnan. Hon sigur, at tað slepst neyvan undan at finna onkra fyribils hølis- loysn, men samstundis má spurningurin um framtid- ina hjå bædi utvarpi og sjónvarpi takast upp. Landssstýriskvinnan vís- ir á tað álit, ein embætis- mannabólkur gjørdi í sam- band við loftmiðlarnar, har teir millum annað mæla til, at knýta útvarp og sjón- varp nærri hvørjum ødrum. Hon vísir eisini á, at tå útvarpið í sínar tíð varð bygt, var tikin hædd fyri eini útbygging ul sjónvarp, men um tað verður so, er ikki avgjørt. Hvussu sjónvarpið fer at greiða hglisspurningin nú tað skal flyta úr Havnar Bio er enn ikki greitt, men óhugsandi er tað ikki, at sjónvarpið fer at flyta nidan í útvarpshellina. Fyribilsloysn - ella byrjan- in til økt samstarv millum útvarp og sjónvarp, er tó ikki greitt. tór.- Síða 5 Seta hellina Millum tey arbeiði, Argja Kommuna fer at gera í komandi tíggj- aråri er at seta eina arbeidshøll upp á stødni. Høllin er 800 fermetrar til støddar og skal virka sum arbeids- hóll, verkstadur og goymsla hjá komm- ununi. Erland T. Jac- obsen, bygdarráðsfor- maður roknar við, at høllin stendur liðug einaferð næsta ár, og tá flytur kommunan sam- stundis sítt virksemi úr gamla íshúsinum, sum tá verður latið fyrireik- arunum ul sjósavnið. tór.- Undirsjóvartunnilin: Nú koma norðmenninir við tilboðnum Um eima viku koma um- boð fyri norska felagið, sum landsstýrið hevur biðið gera nakrar út- rokningar í samband við undirstjóvartunnilin undir Vestmannasundi, til Før- oya. Sum vit hava skilt, koma teir við einum fullfíggjað- um tilboðið upp á arbeiðið, og skulu fundast við lands- stýrið. Eisini skal Lands- verkfrødingurin hava til- farið, og siga sina hugsan um tað. Svend Aage Ellefsen, landsstýrismaður í sam- ferðslumálum sigur, at tá landsstýrið hevur fingið tilfarið, skulu fleiri út- rokningar gerast. Millum annað um í hvussu stóran mun arbeiði er samfalags- liga forsvarligt. Tá koma eisini peningastovnarnir inn í myndina, sum eisini skulu siga sína hugsan um ætlanina. Landsstýrismaðurin sig- ur seg onga ábending hava fingið frá norðmonnum um hvussu tilboðið liggur, men sum skilst, man tað ikki vera heilt av leið, tú annars komu norsku um- boðini neyvan higar. Svend Aage Ellefsen sigur, at ráddi hann einsa- mallur, hevði hann sett arbeiðið í gongd beinan vegin, men so leysar teym- ar hevur landsstýrismað- - urin kortini ikki. Hann heldur, at verður semja um at fara undir at grava undir Vestmannasundi, kann ar- beiðið byrja beint eftir nýggjár. Óhappið við arbeiðinum undir Stórabelu ræðir ikki landsstýrismannin. -At fara gjøgnum fasta hellu er ikki tað sama sum at grava seg gjøgnum runu, heldur hann fyri. tór.- Verður politisk semja um at fara undir arbeiðið at gera undirs- jóvartunnilin, kann tað byrja beint eftir nýggjár, heldur Svend Aage Ellefsen, lands- stýrismaður