mikudagur 30. oktober 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bingo
LØGTINGID samtykti nú um
dagarnar broytingar í lógini
um stuttleikakappingar o.l. í
blødunum. Og tað vil siga, at
føroysk blød aftur kunnu
spæla bingo. Nú heldur onk-
ur, at hetta at spæla bingo er
ikki annað enn fjant og fjas
og at hetta so als ikki hoyrir
einum blað til. Tað verður so
hann/hon um. Men vit á
Sosialinum hava nú í meira
enn 12 ár spælt bingo saman
við okkara lesarum. Og tað
vísir seg, at hetta er ein tátt-
ur, sum lesararnir eru sera
fegnir um. Sjálvandi ikki allir,
men ein stórur partur av teim-
um. Síðani blaðið mátti gev-
ast við bingospælinum í fjør,
tí hetta brádliga var í stríð við
galdandi lóg, hava lesarar í
hópatali vent sær til okkara
og víst á sína misnøgd við, at
henda so góða traditión nú so
bráddiiga datt niðurfyri. Vit
kunnu nú gleða hesar lesarar
okkara, at vit nú byrja aftur
„pá en frisk«. Løgtingid hev-
ur samtykt, at tað skal vera
loyvt at spæla bingo í før-
oyskum blødum eins væl og
hetta er loyvt í donskum
blødum, sum fåast til keyps í
Føroyum.
TAD vilja alti vera ymsar
meiningar um, hvat eitt blad
skal innihalda. Okkara roynd-
ir eru tær, at tess meira fjøl-
broytt eitt blad er, tess størri
lesaraskara fær tað. Tað er tí
eisini út frá meira enn 12 ára
royndum á bingogkinum, at
vit nú fara í gongd aftur við
eitt vetrarbingo, størri og
betri enn nakað bingo framm-
anundan. Vit eru longu farnir
at fyrireika >Vetrarbingo
1991« og skulu her lova lesar-
unum, at tað fer at verða
bæði spennandi og áhuga-
vert. Ikki minst teir mongu og
fjølbroyttu vinningarnir, sum
vit longu hava fingið til vega
og eru við at fáa í hús.
HETTA at Sosialurin nú kem-
ur út fimm ferðir um vikuna
broytir sjálvandi bingospælið
nakað, tí vit hava ikki roynt
hetta áður, tá vit koma út
nærum hvgnn dag í viku.
Men vit halda, at júst hetta at
koma út hvgnn dag, ger, at
bingospælið verður uppaftur
meira spennandi. Lesararnir
kunnu nú fylgja við hvønn
dag og sleppa tá undan at
skula bíða dagar til næsta
blað kemur út.
VANLIGA byrjar heystbingo-
ið undan ársfjórðingsskiftin-
um september-oktober, men
hetta bar so ikki til í ár, tí vit
vórðu noydd at bíða eftir lóg-
arbroytingini í løgtinginum,
sum nå er fingin frå hondini.
Tiskil fer bingo i år at eita
»Vetrarbingo 1991« og av ti
at hetta er einasta bingospæl-
ið í bladnum í år, fara vit at
gera eyka nógv burtur úr
vinningunum o.g. Ætlanin er
at byrja bingoið umleið hálv-
an november og halda fram
til jóla. Vinnararnir verða so
funnir til jóla og fáa sínar
vinningar sendandi sum jóla-
pakka.
MEN blaðið er so sanniliga
annað enn bingo. Vit fara
sum higartil at leggja stóran
dent á gerandistíðindi um-
framt at hava annað fjøl-
broytt lesitilfar í blaðnum.
Rom varð ikki bygdur eftir
einum degi, verður ofta tikið
til. Og tað er greitt, at Tíð-
indablaðið Sosialurin verður
heldur ikki heimahoyrandi
hjá hvørjum húsarhaldi í Før-
oyum eftir einum degi. Tað
tekur tíð at byggja upp eina
fyritóku sum hesa, og hetta
eru vit fullgreið yvir. Men við
miðvísum vilja og ætlanum
og toli ber til at røkka langt.
Fyri at røkka enn longur enn í
dag, hava vit á blaðnum av-
gjørt at víðka um blaðið við
ymsum teigum so við og við.
Skriva til Marner var bert eitt
av fornýggilsunum. Tað
koma mong fleiri, men hetta
skulu lesararnir sleppa at
hava til góðar. Teir skulu so
við og við sleppa at síggja, at
Tíðindablaðið Sosialurin
stendur ikki í stað, men er í
menning alla tíðina. Bingo-
spælið, sum nú byrjar, er bert
ein av varðunum. Og ikki so
lítið týðandi varði heldur, tá
hugsað verður um, at vit eru
til fyri lesarans skuld og ikki
hann fyri okkara. Gott bingo.
Fuglur og røkt
Nógv hevur verið skrivað
og tosað um støduna hjá
fuglinum, serliga lomvig-
anum. Herfyri var stórur
pallborðsfundur í Norður-
landahúsinum um, hvussu
vit kunnu gera nakað fyri
at bjarga lomvigastovn-
inum. Hetta er eitt mál,
sum mangir menn hava
úttalað seg um men tykist
ikki at vera semja um,
hvussu stødan er og hv'r
orsøkin er til støduna.
Tysdagin skrivar ein av
okkara kendu fuglafrød-
ingum ARne Nørrevang
åhugaverda grein i
Dimmalætting, har hann
vísir á, at lítið spurdist
burtur úr fundinum í
Norðurlandahúsinum, tí
eingin kenni orsgkina til
niðurgongdina.
Ame Nørrevang vísir á,
at ein stovnur, sum veksur
ella stendur í stað, tolir
væl eitt ávíst veiðutrýst,
men minkar hann, vil ein
minking av
veiðitrýstinum hjálpa, so
tað ikki gongur so skjótt.
Hetta vistu teir gomlu.
Teir friðaðu fuglin, tá ið
teir vórðu varugir við
minking í stovnunum
skrivar Arne Nørrevang
m.a.
Víðari skrivar hann:
"Gamalt er, at havið
er frítt, og føroyingar
hava til allar tíðir veitt
av teim náttúrligu re-
sursunum. Eg veit ikki
nakran fulgafrøding,
sum vil taka hesi rætti-
ndi frá veiðimonnum -
ella sum eru ímóti
skjóting. Talan er um
stovnsrøkt. Vit hava
aldargamlar tradtiiónir,
sum í gomlum døgum
vórðu framdar lokalt,
mest á grannastevnum.
Nevnast kann eisini, at
ein tann fyrsta veiðil-
ógin í heiminum var
tann føroyska. Tað tók
15 ár at fáa lógina
ígjógnum í 1854, men
við tingviðgerðina í
Danmark segði Niesl
Wintehr:
"Fuglefangsten pá
Færøerne drives pá en
ejendommelig máde, der
har til hensigt at bevare
denne vigtige
næringsgren for komm-
ende slægtled".
Vit standa ráðaleysir í
hesum máli, men kanska
skulu vit hugsað um, at
"tvivlen má komme sag-
søgte til gode” skrivar
Arne Nørrevang í
Dimmalætting.
Í Sosialinum í dag er
áhugaverd samrøda við
ein skúvoying, sum aftur
og aftur hevur roynt at
vísa á, at totalfriding av
lomviganum var einasta
rætta. Men hesum hava
politikarnir so ikki lurta
nóg væl eftir og stødan er
nú tann, at stovnurin er
um at verða útruddaður.
Tað er skelkandi at
hoyra hetta, og er tað rætt,
so kunnu vit bert takka
olkkum sjálvum fyri, at
stovnurin er saga blot. Vit
kunnu takka okkara polit-
ikarum fyri, at teir ikki i
góðari tíð lurtaðu eftir
skilamonnum á gkinum
og tóku teirra ávaringar
fyri fult. Men tívanverri
tykist tað at vera so, at tað
skal nær sagt ein
vanlukka til fyri at teir, ið
ráða fyri borgum rakna
vid. Nú tykíst so
vanlukkan at vera hend,
og spurningurin er nú, um
nakað er at gera. Vit hava
riðið sjóvarfallið av
okkum. Fimmarin i
útvarpinum fer eisini at
umrøda málið í dag. Men
tað er so helst eisini ov
seint. Ella?
Ruskið av land-
inum
Tað ljóðaði sum skemt,
tá útvarpið gjáramorg-
unin endurgav Sosial-
in fyri at hava skriv-
að, at danskar brenni-
stødir kappast um at
keypa rusk frå
eini føroyskari komm-
unu. Sum rosinan í
pylsuendanum verður
upplýst, at kostnaðurin
er bert ein tríðingur av tí
tað kostar at brenna á
Sandvíkarhjalla. Men
tíðindini vóru váttað av
bygdarráðsformanninum
á Argjum, og tí eiga vit
at taka tey fyri góða
vøru. Mong eru tey, sum
nú rista á høvdinum og
spyrja seg sjálvi, hvat
hetta er fyri nakað.
Hvussu kann tað loysa
seg at senda rusk av
Argjum til Danmarkar
heldur enn niðan á
Sandvíkahjalla. Tað
ljóðar jú gagg,gagg.
Men borgarstjórin sigur,
at hetta er so mikið
fyrimunarligt fyri
kommununa, at hon við
-
at senda ruskið av
landinum sparir ikki
minni enn 1,1 mió. kr.
Hetta fær onkran at
spyrja, hvat er galið. Er
vit so dýrir og ódugna-
ligir, at einki ber til og
loysir seg her heima!
Eitt er greitt, og tað er,
at iløgurnar í eina
brennistød altíð vilja
vera stórar og at hetta
fyri okkum í Føroyum
vil vera ein lutvíst dýr
ílóga í mun til í Dan-
mark, har fólkagrundar-
agið er so nógv størri.
Spurningurin er tí, um
vit føroyingar ikki eiga
at finna alternativar og
biligari loysnir og ikki
altíð apa okkum eftir
okkara grannum. Eitt nú
á brennistaðargkinum,
har vit hava bygt ikki
minni enn tvær ovur-
dýrar brennistgðir til 47.
UUU. Men hetta er so
einki eindómi. Vit hava
dupultkonfekt av næstan
øllum, og tí kunnu vit
takka manglandi plan-
leggingini fyri í hesum
landi.