Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. oktober 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 201 — 30. oktober 1991 | tíðindablaðið Síða 17 Ítróttur Billard-FM: Havnar Klubbi - lagt seg á odda Verandi føroyameistarar í billard fyri lið, Havnar Klubbi, legði seg leygar- dagin á odda í føroya- meistarakappingini í bill- ard, sum byrjaði síðsta vikuskifti. Liðið hjá Havnar Klubba vitjaði Marinustødina og vann tepurt við 10 stigum móti 8. Tað heldur sjáldsama var, at allir tríggir dystirnir í 1. deild endaðu við júst sama úrsliti, 10-8. Heldur óvæntað vann Mímir 2 á Mimir 1 við 10 stigum móti 8, og á Tvør- oyri eydnaðist tað tvøra- monnum so dánt at vinna á gestunum úr Klaksvík eisini við 10-8. Hyggja vit at einstøku úrslitunum, so hevur Havnar Klubbi fleiri eygu enn bæði Mimir 2 og Tvgroyrar Klubbi og liggur harvið á fyrsta plássinum. Men munurin er lítil, og tí er spenning- urin stórur longu frá byrj- an. Eyðfinn Hansen skoðar hugtungur kúlur og keylur eftir at lið hans- ara tapti móti Mimir 2 RØR SS ERL SR René i stødinum I dystinum millum Havn- ar Klubba og Marinu- stødina var tad sum ikki einaferð stórspælarin René Sørensen, sum gjørdi mest um seg. Hann vann allar sinar dystir og hevdi eitt medal uppå 34,83 eygi, uttan iva tad besta i eini FM-kapping i Føroyum nakrantíð. Dystirnir vóru uppá 658, 682 og 750. Hinir báðir spælararnir á liðnum hjá Marinu- stødini í ár eru Teddy O. Petersen og Carsten Hansen. Teir spældu við umleið 13 í meðal móti Havnar Klubba. Liðið hjá Havnar Klubba er tað sama sum í fjør, nevniliga Eirikur Nielsen, Steingrimur Samuelsen og Eli Zachari- assen. Av teimum var Steingrimur bestur vid 20,60 eygum í meðal. Eiríkur og Eli høvdu eitt meðal uppá åvikavist 18,03 og 16,40. Tóku oddalidid á hóli Nr. 2 í kappingini er Mimir 2, sum vann á oddaliðnum hjá Mimi. Hetta var rættiliga 6- væntað, tí Mimir hevur sett sínar bestu spælarar á Mimir 1 liðið. Á liðnum hjá Mimir 2, sum tók Mimir 1 á bóli, spæla Steinbjørn i Dali, Anfinn Hansen og Nemus Djur- huus. Steinbjørn tykist at hava fingið luft undir veingirnar aftaná góða úrslit sítt í kappingini um Haldor Holm steypið her- fyri. Hann vann allar sínar dystir og hevdi eitt meðal uppá 17,5 eygu. Hinir báðir á liðnum Anfinn og Nemus høvdu 16,63 og 14,8 i medal. Anfinnur hevdi eitt av sinum bestu Anfinn Hansen er å Mimir 2 liðnum og kann fara at skapa ra- vasju í hjá oddaspæl- arunum, so nógv hann hevur tikið seg fram í seinastuni spólum uppá 444 eygu. Hann kann fara at gera nógv um seg í kappingini í ár og taka súg frá teimum góðu, so hetta bara fer at økja um spenningin og siga okkum so mikið sum, at einki er givið frammundan. A "oddaliðnum" hjá Mimi eru tveir av gomlu veteranunum hjá Mimi, Eyðfinn Hansen og Jan Miller umframt heldur nýggja spælaran Magna Dalsgaard. Magni hevði ein sera ringan dag, hann tapti allar sínar dystir. Eyðfin og Jan taptu hvgr sín dyst. Eyðfinn stóð seg best av teimum trimum við 20,17 í meðal. Jan og Magni hgvdu á- vikavist 15,7 og 14,3 eygu i medal. Jan er annars nýggjur á liðnum hjá Mimi. Hann var ikki við í fjør, ti hann var burturstæddur. Hetta fyrsta úrslit hansara var av teimum vánaligastu, so tað verður tað spennandi at síggja, um hann fer at gera tær stóru skreytirnar i ár. Hetta boðar so ikki frá góðum, men hann hevurf yrr víst at hann kann taka dyk á seg, tá kapp-ingin rættiliga er komin í gongd. Men úrslitið hjá Mimir 1 liðnum bendir í hvussu er ikki á, at hetta liðið er sjálvskrivað til at vera nakar konkurentur hjá Havnar Klubba í ár. Oddur bestur Tvgroyrar Klubbi, sum vann FM-heitið fyri tveimum árum síðani, er ikki longur tað hann var. Hetta serliga tí at teir íkki Oddur Dimon bestur í Suðri í løtuni Steingrímur Samuelsen bestur á Klubbaliðnum um vikuskiftið hava Bjarna Thomsen við á liðnum meira. Hann er fluttur av landinum. Men teir triggir Oddur Dimon, Tórur Holm og Sigvald Steinkross megnaðu tó at vinna á klaksvíkingum við tveimum stigum. Oddur var bestur við fullum stigatali og 16,3 í medal. Térur og Sigvald høvdu 13,3 og 11,6 í meðal. Teir eru báðir nýggir í 1. deild og einki er at ivast i, at teir fara at roynat betri og betri sum frálíður. Men ivasamt er um hetta liðið hevur nakran tjans móti Havnar Klubba og Mimi. Sonhard Johannesen var bestur á klaksvíksliðnum við 14,1 eygum í meðal. Hinir báðir Kristian Sune Høgnesen og Rani høvdu 11,6 og 10,4 i medal. Hesi úrslitini benda á, at klaks- víkingar fara at enda botninum í 1. deild og møguliga flyta niður í 2. ms deild, taka teir seg ikki um reiggj og fáa betri úrslit. Hóast 8 stig móti Tvøroyri, so eru eyguni ov få ul at "hamla" upp við hini liðini. Havnar Klubbi best fyri Tað er sjálvandi alt ov tíðliga nú at gita um enda- liga úrslitið av FM-kapp- ingini. Men eingin ivi er um, at Havnar Klubbi hevur tað javnt sterkasta liðið tvs. tiggjar spælarar, sum allir eru ringir at taka. Marinustødin hevur lítlan tjans at vera við í kappingini um nr. I og 2 plåssini, ti tveir av spæl- arunum eru ov veikir. Harafturímóti kunu bæði liðini hjá Mimi vera ein hóttan móti Havnar Klubba, men tey hava so kortini tann veikleikan, at allir spælararnir á liðnum eru ikki javnt sterkir og vandamiklir. Urslitid hjá Magna á Mimir 1 liðnum vísir okkum, at hann er tað veika liðið, sum kann gera, at Mimir 1 kanska ikki fer at røkka longur enn til eitt 3. pláss, tá avtornar. Men nú fáa vit so at síggja. Tað sær í hvussu er út til at gerast ein spennandi kapping í ár. Mjørkadalur við Eit dystur hevur so eisini verið í 3. deild millum Kaggan og Mjørkadal. Tað var sorl. Kaggin vann 18-0. Ein av teimum frægastu spælarunum hjå Mimi i mong år Jørleif Næs spælir vid å Kaggalidnum og hevdi hann eisini ein sera g6dan dag vid 16,2 eyg- um i medal. Hinir spæl- ararnir á Kaggaliðnum vóru Jens Chr. Hansen og Jens Pauli Petersen. Á liðnum hjá Mjørkadali spældu Claus Andreasen, Lars Jacobsen og Lars Jensen.