Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ein neyðug trygd VIT eru nú farin inn í ta tíðina á árin- u, har fólk hava møguleikan at brúka píkar. Mong skifta yvir til píkadekk alt fyri eitt hetta er loyvt, t.v.s. eftir hálvan okt., meðan onnur bíða til fyrsti kavin er komin. Um somu tíð munnhøggast fólk, um tað í heila tikið er rætt og neyðugt at brúka píkar. Onkur heldur, at teir eiga at vera bannaðir við lóg, onnur halda, at teir eru góð trygd hjá fólki, sum brúka bil. TAÐ var Jógvan Sundstein, vara- løgmaður, sum herfyri tendraði í kjakið um píkarnar, tá hann herfyri álegði starvsfeløgum sínum í Tinga- nesi at gera uppskot um at banna nýtsluna av píkum. Hetta gjørdi hann út frå ti sannføring, at píkarnir hava skaðiliga ávirkan á fólkaheils- una og umhvervið sum heild. Tað er so einki nýtt í, at nettup fólkafloks- menn ganga á odda í herferðini móti píkum. Vit minnast fyrrverandi landsstýrismannin D. P. Danielsen, sum vildi hava fullkomið bann móti píkum, og síðani tá hevur eisini bý- ráðsformaðurin í Havn róð uppund- ir hetta sama. SOSIALURIN hevði herfyri rættiliga Ábyrgdarbiaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl drúgva viðgerð av málinum, har vit royndu at lýsa tað frá ymsum síð- um. Og nú í vikuni tók so sjónvarp- ið málið til viðgerðar í sendingini »Try korter um píkara. Har hoyrdu vit so fólk siga sína hugsan fyri og í- móti píkum. TAÐ skal ikki vera nakar ivi um, hvat stóða okkara er til hetta mál. Vit kunnu fult og heilt taka undir við tí, sum umboðið fyri Bileftirlitið, Rókur Dalsgaard, førdi fram. Niður- stóða hansara var greið og skila- góð. Nevniliga hon, at so leingi vit ikki hava nakað, sum er eins gott ella betri at bjóða fólki at brúka í- staðin fyri píkar, so eigur forboð ikki at verða sett móti at brúka teir. Vit mugu ikki geva fólki, sum vittur- liga hava brúk fyri bili, ein falskan tryggleika — við bráddliga at taka píkarnar frá teimum og siga, at onn- ur dekk eru eins góð og trygg. SAMI maður segði herfyri við Sosialin, at vit eru noydd til at taka føroyska veðurlagið við í metingar- nar, tá vit tosa um píkarnar. Gler- stoytt er á morgni, tátt um dagin, og tá tíð er at fara heim frá arbeiði, kann aftur vera glerstoytt, førdi hann tå fram. Hann visti so eisini å — og endurtók tað í SvF, at tá vit hava so nógvar brekkur, og býar- planleggjararnir halda fram við at Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen etpue Eid B Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent: Pf Pressan 1981 Telefon: gera brekku, so eru vit noydd til at hava okkurt at verja okkum við, og her eru píkarnir besta trygdin — verjan. Og hann nevndi eisini kava- ruddingina, at so leingi vit ikki hava eina hampuliga kavarudding, kunnu vit ikki tosa um at banna pik- unum. Hann minti so eisini å spæli- plássið hjá børnunum — millum bil- arnar, og helt tað vera ógvuliga ó- moralskt at samanbera mannalív við tons av asfalti. TALSMENNINIR fyri at banna pík- unum hava víst á, at tað píkaslitið á vegunum kostar samfelagnum ov nógv, og at tað eisini er heilsuskaði- ligt. Vit eru ikki ósamd í tí, at hetta kostar og «or skaðiligt, men vit verða noydd til at vera realistisk og spyrja okkum sjálv, hvat nú kostar mest. Og her er støda okkara púra á linju við hana hjá bileftirlitsmannin- um: soleingi vit ikki hava betri trygd skulu píkar ikki bannast. Tað undrar annars, at tað júst skulu vera fólka- floksmenn, sum ganga á odda, tá talan er um at seta forboð. VANLIGA plaga somu fólkafloks- menn at lasta javnadarmonnum eitt nú í Svøriki fyri, at alt skal byggja á forboð. Nei, vit eiga ikki at seta for- boð á hesum øki. Tað vil heilt vist hava við sær, at fleiri fólk fara at koma til skaða í ferðsluni, og hvat Bústaður: Argjavegur 26 Postadresss: Postsmoge 76 110 Tórshavn 14720 Argir 11820 Talefax: kostnaðinum av sliti á vegunum viðvíkur, so er hann peanuts móti tí kostnaði, sum fólkaskaði og eisini bilskaði fer at blíva til. At vit skulu vanda okkum betur um brúkið av píkunum, er so ein heilt annar spurningur, men latið vera við at hava eina so avgjørda og frelsta, fyri ikki at siga fundamentalistiska, stødu til eitt bann móti brúkinum av píkunum — hesi so neyðugu trygd- ini hjá tí meiniga manninum. TAÐ eigur ikki at koma politikkur í píkarnar. Har eigur fólkaflokkurin at halda fingrarnar vekk og lata tey serkønu meta um málið. Tað er ikki talan um antin ella — um svart ella hvítt, soleiðis sum umboð fyri henda flokk hava lagt upp til við sjálvum varalggmanni á odda. Hann átti heldur at ansa eftir kassanum í Tinganesi og ikki brúkt tíð sína til slíkt. Alfa og omega í málinum er at vit læra at húsast betri við píkun- um. Og til tess er neyðugt við upp- lýsing og aftur upplýsing. A Dagblaðið og rúsdrekka Tað er ikki oftani, at vit eru samdir við tí í verður skrivað í oddagrein í Dag- blaðnum. Men hesaferð bar til. Blaðið hevur í gjár oddagrein um rúsdrekka- lógini og skýrir verandi lóg meira og minni sum eina fornaldarleivd, ið als ikki hóskar til samfelagið í dag. Blaðið skrivar m.a.: "Náttúrligt er at spyrja: hví drekka vit so nógv? Stórsta partin av svarinum finna vit óivað í eini lóg, sum fyri ávíst rúsdrekka ásetur, hvussu nógv vit kunu drekka, men ikkihvussu lítið. Størsti trupulleikin er håpbileggingin og tær harav fylgjandi hóp- goymslurnar, sum lætta um atgongdina hjá teimum ungu til skapa odudrankarar." peri- Blaðið sigur eisini, at vit við hesi skipan ong- antíð fáa eitt "náttúrligt forhold" til rúsdrekka og heldur fram: "Vit drekka kanska ikki so nógv meira enn onnur. Men vit drekka ødrvisi. Utloysingin er rituell og er ein umberi- ng fyri einum balli í sær sjálvum. Og hetta ritual er skapt av sjålvari ti floktu lógini" Blaðið skjýtur upp at landsstyrið beinanvegin avtekur gomlu lógina, skipar fyri sølu av øli og víni á matstovum og gist- ingarhúsum, men selir brennivínið gjøgnum einkarsølu. Og blaðið endar: "Treytin má og skal vera, at eftirlitið verður so strangt sum gjørligt til less at tryggja, at umleggingin veruliga fær eina positiva ávirkan á núverandi misnýtslu millum ungfólkið" Sum heild eru vit samd- ir við Dagblaðnum í tí, at verandi lóggáva eigur at verða broytt, so nógvar vansar hon hevur. Hvat tað enn er at hava eitt nátúrligt forhold til rús- drekka, so kunnu vit kort- ini verða samdir um, at verandi lóggáva í roynd og veru gevur okkum eitt ónátúrligt forhold til rús- drekka. Vit hava hug at fara longur og siga, at vit eiga at stíla fram móti eini nógv fríari skipan, men uppskotið hjá landsstýr- inum um eina einkarsølu er helst eitt neyðugt súg á leiðini til eina enn lib- eralari skipan. Og fyri at fáa hol á lógina og yvir- høvur fáa nakra broyting framda, so nyttar heldur ikki at seta fram so liberal uppskot, sum gera, at alt málið dettur á gólvið aftur. Tí tað er vituligt, at við verandi samanseting á tingi verður eingin liberal rúsdrekkalóggáva samtykt her og nú. Tí er einki ann- að at gera enn at fara fram stig fyri stig, og tað verður tí áhugavert, hvussu nýggja lógaruppskotið fer at síggja út, tá tað verður lagt framaftur. Tað hevur sjálvandi skund at fáa hetta frá hondini, men tað er rætt, at tingnevndin, sum hevur málið um hendi, brúka ta tíð, sum er neyðug fyri at fáa eitt gott uppskot, sum fær undir- tóku á ungi. Er uppskotið hvørki fuglur ella fiskur og hevur ein ikki tryggja sær meiriluta í tingini, so varð tað betur ógjørt. Hver ræður Hóast vit hava landsstýri at stýra landinum, so hoyra vit av og á, at tað í veru- leikanum eru okkara pen- ingastovnar, sum stýra gll- um. Í sendingini í útvarp- inum um alivinnuna týs- kveldið hoyrdu vit for- mannin í Føroya Havbún- aðarfelag siga, at tað eina og aleina eru bankarnir, sum avgera lagnuna hjá alivinnuni. Henda nýggja vinna er í teirra hondum øll sum hon er. Hetta fær okk- um at spyrja, hvgr tá avger lagnuna hjá øllum fiskiídn- aðinum og fiskiflotanum ja øllum vinnulivinum og tá næstan samfelagnum øll- um! Er tað veruliga so, at bankarnir einsamallir av- gera framtíðina hjá gllum vinnulívinum, eisini tá tað almenna stendur aftanfyri og veðheldur fyri mongum virki og skipi! Vit hava ráðharrar innanfyri hetta og hatta og vit hava tingmenn i hópatali. Hava hesir veruliga einki at skula hava sagt, tå avtornar: hvørja kós framtíðar skútan Føroyar leggur! Tað vóru primert bankarnir, sum løgdu brenni undir ta seinni yvir- upphitaðu grýtuna, sum at enda fleyt yvir við at pumpa pengar út á markn- aðin uttan avmarkingar. Tað æt einaferð, at bankar og fría fyritakssemið vóru fyri, at tað sum ikki kundi standa mátti falla. Men eru tað nú ikki júst somu bank- ar og fólk, sum vilja halda lív í nettup tí, sum ikki er ført fyri at fóta sær longur og harvið halda lív í eini Ósunnari vinnu eitt nú tví- halda um verandi flaka- virki? Hvussu verður við framtíðar vinnu í Føroyum. Hver avger hesa framtíð: vinnan sjálv, bankarnir ella landsstýrið! Tað er eingin loyna, at hvgrja ferð tað gongur galið í vinnuni, tá fær tað almenna skyldina, anun fyri ov nógv uppí- blanding ella ov lítla stýri- ng. Hvat um bankar og vinnulív eisini tóku í egnan barm. Og hvat við at hugt at ráðgevningini, sum bæði bankar, vinnulív og tað al- menna hava brúkt gll hesi seinastu árini. Hvussu stór- an part av skyldini eiga hesir ráðgevar og grann- skoðaravirki, sum ókrittiskt hava givið sítt viðmæli til nærsagt gll proiekt.