hósdagur 31. oktober 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
siða 12.
hvønn
vegin?
>Nú er hon upp á vegin
aftur«.
»Hon hevur altíð verið
ein tik«.
Mini barnaoyru
hoyrdu hetta snediga
orðaskifti og eg for at
hugsa. Hvat var við
hesum vegnum? Og
hvussu bar til kona var
hundur? Legið, legið!
Fjúrtan ára gamal
visti eg alt og kundi
smílast at mær sjálv-
um sum óviti.
Nu i dag hvar eg
sjålvur eigi tilkomin
børn, kenni eg meg aft-
ur sum óviti, tá eg
hugsi um hetta orða-
skifti.
Eg veit væl hvat í
sagt var — meiningina.
Men orðavalið órógvar
— tað goymir loyndar-
mál í sær. Tá ið kona er
við barn, verður tikið
til, at »hon er upp á
vegin«. Hetta er mynd-
arligt tos. Líka sum
tað er myndarligt tos,
at hon er »sum tik«.
Kortini er mismunur
á myndunum. Eg veit
hvussu tík er, tá hon
gongur í illum. Men eg
veit ikki rættiliga hvat
>vegurin< sipar til.
Tó — havi hóming
av, at myndin peikar á
eina lívsfatan, sum er
eldri enn kristindómur-
gevur somu kenslu —
sum rúnurist og á
tremur av megi og sól-
skini. Nær kom orðið
»jardarmédir« upp í
leikin? Ella eru tær
fornsystrar, ljés- og
jarðarmammurnar?
Sólin og jerðin og gróð-
urin!
At hugsa um hetta er
kanska ein avleiðing av
dagsins átrúnaðar-
frælsi. Sum blaðungur
ræddist eg mína egnu
ókristiligheit, var
mangan hjartkiptur og
ræddist helvitisdómin.
Men tíðarandin avtók
Helvitið og eg vaknaði
og uppdagaði, at mín
andaliga myrkaræðsla
var horvin.
Síðan hugdi eg meg
um og kannaði málið.
Varnaðist at heimurin
ýddi av religiónum,
profetum, frelsarum og
trúgvandi fólkum, sum
við reinum hjørtum
óttaðust hver sín gud-
dóm.
Hjarta mítt lætnaði
og sveimaði sum ein
luftballón undir víðum
stjørnuhimmali. Djúp-
ast sæð segdu øll tey
ymisk-trúgvandi halgi-
mennini og allir profet-
arnir tað sama um jarð-
arlívið: Ver ikki móti
næsta tínum, sum tú
ikki vil hann skal vera
móti tær sjálvum! —
og: Eydnan er ikki at
stríðast fyri rikidømi
og valdi yvir eðrum.
Eitt er vist: Fólk
flest hava eina trúgv
fyri neyðini. Fyri at
hava eina uppskrift, ið
peikar út yvir stutta
jarðarlívið hjá tí ein-
staka. Nógv vís orð eru
segd hesum viðvíkj-
andi. Ofta paradoksal
orð. Eitt halgimenni
tók soleiðis til: Sjálvt
um mín fornuftur bleiv
100 prosent sannferd-
ur um, at Gud ikki var
til, vildi eg kortini
varðveita mína trúgv
uppá Gud! Eitt annað
z
JE
halgimenni segði!
Fanst ikki Gud, máttu
vit uppfinna Hann!
Fólk flest ræðast tað
ókenda. Og deyðin er
tað ókenda fyri tað,
sum livandi er og med-
vit eigur. Men ongin
orkar at liva í ræðslu.
Tí kemur hugtakið
GUD upp í leikin.
GUD er trygdin fyri at
deyðanum (ikki-lív)
kann sleppast undan.
Kristinheimurin hev-
ur gjørt sær nógvar
hugleiðingar um lívið
aftan á deyðan — men
gjørt lítið og onki burt-
urúr lív tí einstaka,
áðrenn tað kemur inn í
móðirs lív.
Hetta er nokkso
merkiligt og ólogiskt:
So sjálvandi at hugsa
ein ævinleika fram í
tíðina, uttan sam-
stundis at hugsa ævin-
leikan aftur um bak.
Hinduisman og
buddhisman gera hetta
uttan at blunka: Fram-
leingja lívið í báðar
ættir. Og eru sannferd
um at: Tú livir ævigt
og hevur longu nú liv-
að ævigt. Tú ert vorðin
endurfeddur óteljandi
ferðir og verður helst í
framtíðini endurfeddur
óteljandi ferðir enn!
Ein kundi sagt nógv
um hendan mismun í
fatanini av >TÍÐ<, men
eg skal bert tríva í eina
avleiðing av hesum:
Kristindómurin ger
nógv burturúr, at ein
fær ævigt lív sum tann
man er — sum eitt EG.
At ein hinumegin deyð-
an aftur hittir síni
kæru o.s.fr. Tann per-
sónligi eksistensurin er
Nr. 202 — 31. oktober 1991
alfa og omega í okkara
kristnu mentan — tað
er eitt EG, ið verður
frelst til ævigt lív.
Hindufólk og buddh-
istar hava aðra uppfat-
an av frelsu. Vegna
teirra trúgv eru tey
sannferd um, at synd-
arin verður endurfedd-
ur. Umaftur og umaft-
ur. Bert halgimennini
sleppa undan at endur-
foðast. Bert teimum er
givið, sum regndropin
ið dettur í havið og
gerst eitt við tað, at
koma heim til Gud-
dómin og gerast eitt
við honum. Frelsa er at
sleppa av við sítt EG,
av við sína persónlig-
heit.
Tankavekjandi at
síggja hvussu ymisk
menniskjan gevur lív-
sins gátu sína loysn.
Tann eina milliardin
(tey kristnu) sær frels-
una í, at tann einstaka
persónligheitin fær
ævigt lív — og at for-
tapilsi vil siga, at per-
sónligheitin verður
strikað — steðgar sítt
lív.
Og tankavekjandi at
hin milliardin (t.d.
hinduistar og buddh-
istar) sær frelsuna í, at
ein endiliga langt um
leingi sleppur av við
sína persónligheit, sítt
EG — og at »fortap-
ilsi« vil siga at tå enn
eina ferð skal endurfød-
ast og liva eitt liv sum
persónligheit, vera eitt
EG.
Av hesum sæst,
hvussu torfert ein
kristin trúboðari hevur
tað í t.d. Indiu. Kristin-
dómurin bjóðar eitt
|
ævigt persónligt lív —
men indarin hevur
longu ævigt lív, og
ynskir bert at sleppa
undan hesum av heil-
um og fullum hjarta.
Her má sannast tað
gamla orðatakið: Hver
maður sítt Himmiríki.
Nokk so sigandi er,
at samanbera vit tey
indisku halgimennini
við tey kristnu — jú, so
eru teirra lív her á fold-
um sera lík hverjum
eðrum. Og samanbera
vit tað, ið indiskir
religiøsir mystikarar
siga um teirra uppliv-
ilsir av »Guddémin-
um« við tað, id kristnir
mystikarar siga — ja,
so er tað eisini sera líkt
hverjum eðrum.
Er hon kanska sonn,
hin gamla segan? At
hann, ið gudarnir vilja
halda fyri spott — jú,
hann fær til yvirmát
alt tað, hann biður um!
>Hon er upp á vegin<
— hvat fyri vegur sip-
ast til? Hvat er lívsins
vegur? Orðið er kanska
so aggandi gamalt, at
tað er uppaftur eldri
enn tað, vit í dag leggja
í orðið »ein vegur«.
Ein vegur er sam-
bandið millum tvey
pláss. Vegurin er jú kki
tað mest áhugaverda,
tað eru harafturímóti
plássini áðrenn hann
byrjar og aftan á hann
endar.
Vegurin er kanska
forfedranna mynd upp
á lívsins æviga spurn-
ing: Hvaðani koma vit
— hvagar fara vit. Vit
hava øll kenslur um
spurningin. Men onga
Vissu, onga trygd. Vita
bert:
Vegurin er har og
vegurin er okkara leið!
Er bert ein og sama
leið, ella hevur ein og
hver sín egna veg?
Tá ið eg var fjúrtan,
visti eg alt. Tríati ár
seinni veit eg púra
einki. Undrist bert á.
Tennes Mikkelsen