Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. november 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

nágdlaðið tíð 4 Fyritaksstjóri Ljósmyndari Glotti í Miðeystri TAÐ var einki minni enn eitt bragd, amerikanski uttanríkisráðharrin gjørdi, tå hann herfyri eftir sera drúgvar roynd- ir fekk savnað stríðandi partarnar í Mið- eystri við samráðingarborðið. Fyri fyrstu ferð í samfull 43 ár hevur tað eydnast at fáa ísraelar og arabarar og palestinarar at sessast við sama borð. STRÍÐIÐ millum israelar og arabarar og palestinarar hevur verið eitt av teimum mest álvarsomu síðani seinna heims- bardaga. Tað hevur fleiri ferðir hótt sjálvan heimsfriðin. Tað var um reppið, at Flógvakríggið festi í fjúsið á eini ella fleiri kjarnorkubumbum. Ein kann so bara ímynda sær heimin í dag. um tað kríggið hevði elvt til kjarnorkukriggj. Tað er nevniliga komið fram, at ísraelar kendu seg so kroystar, at teir vóru til- reiðar at brúka hesa bumbu móti hóp- drápsmanninum Saddam Hussein. NÚ eru vit so í eini heilt aðrari støðu. Flógvakríggið fekk ein góðan enda, og eitt av úrslitunum av krígnum eru tær friðarsamráðingar, sum nú eru byrjaðar i Madrid. Hetta eiga vit gil at fegnast um. Samráðingarnar byrjaðu mikudag- in, tá amerikanski og sovjettiski forset- in hildu reðu. Í gjár skuldu so umboð fyri Ísrael og arabarar/palestinarar hava orðið. Eftir hetta byrja so veruligu sam- ráðingarnar. EINGIN ivi er um, at eisini her heima í Føroyum fylgja fólk samráðingunum við stórum spenningi, kanska ikki minst tí, at júst Ísrael eigur so stórt pláss í hugaheiminum hjá mongum før- oyingi. Øll ynskja vit varandi frið í Mið- eystri eins væl og aðrastaðni í heimin- Åbyrgdarbisdstjori. Jan Møller Krisjan Dahl Kalmar Lindenskov Justinus Eidesgaard um. So ymisk sum vit eru at meta um al- skyns viðurskifti — so meta vit eisini ymiskt um støduna í Miðeystri. Tað eru tey, sum halda við Ísrael, og tað eru tey, sum halda við hinum partinum. Og síð- ani eru tað tey, sum bara ynskja frið fyri einhvønn pris, og hesi liggja nærri stødutakanini hjá USA, sum er meklari í samráðingunum. TAÐ er neyðugt at fara aftur í søguna, bæði nýggjari og eldri, fyri at kunna gera sær eina nóg góða meting av mál- inum. Tað skulu vit ikki gera her, men halda okkum til verandi støðu. Antin vit halda tað var rætt ella ikki, at jødar sluppu at stovna sína tjóð í tí landi, har palestinarar búðu, so er tað í dag ein sannroynd, at landið Ísrael er komið fyri at verða. Ísraelar eiga at fáa fulla vissu og trygd fyri frá ollum sínum grannum — við stórveldunum sum garantum — at landið verður ikki álopið, men at tað harafturímóti fær fulla viðurkenning einaferð med alla. Men tá hetta er sagt, so er hin stóri spurningurin eftir at taka støðu til, nevniliga rætturin hjá palestin- arum til eitt land. PALESTINARAR hava sama rætt til eitt land sum israelar. Og júst tað er ein av høvudsspurningunum. Ísraelar siga, at palestinarar og arabarar skulu fáa eitt slag av sjålvstyri í teimum økjunum, sum Ísrael hevur hersett. Tosað verður so eisini um at gera ein jordanskan- palestinskan sambandsstat. Um hetta verður til nakað, er so ein heilt annar spurningur. HØVUDSSPURNINGURIN í øllum mål- inum er ti israelska hersetingin av eitt nu Vestara åarbakka og Gaza umframt spurningurin um Eysturjerusalem. Fyri i heila tikið at tosa um tryggari viður- skifti og frið í økinum er tað helst eitt krav frá arabarum og palestinarum, at Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Útgevari: P/f Sosialurin Bústaður: Uppseting: P/f Sosialurin Prent: Pif Pressan 1981 Telefon: Ísrael fyri tað fyrsta gevst við búseting- unum í umrøddu økjum og harnæst let- ur hesi øki frå sær aftur. TAÐ er tó lítið, sum bendir á, at israelar eru sinnaðir til hvørki at geva økini frá sær. ei heldur at gevast við búsetingini. Tað er sera høgravendi og eirindaleysi í- búðamálaráðharrin Sharon, sum hesi seinastu árini hevur skundað undir bú- setingarnar, hóast tað hevur verið stór mótstaða móti hesum bæði í Ísrael og ðrum londum við. Eitt nú USA hevur å- talað hetta ferð eftir ferð. VIT taka á ongan hátt undir við tí yvir- gangsvirksemi, sum verður framt móti bæði ísraelum ella palestinarum. Vit vísa eisini aftur harðrenda atburðinum og politikkinum hjá teimum víðgongdu palestinarunum. Men vit kunnu heldur ikki góðtaka avgjørdu og egoistisku støðuna hja israelum, tá tað snýr seg um framhaldandi búsetingarnar á teim- um hersettu økjunum. Hetta er eisini tað, sum eir. ST-samtykt átalar. Hon sig- ur klárt og greitt, at Ísrael skal taka seg av aftur hesum økjum. Ikki bara neglig- erar Ísrael hesa samtykt, tað provoker- ar við at halda fram við búsetingunum. Fer hetta at halda fram, so duair ein og hver at skilja, at palestinarar og arabar- ar hava lítið at tosa við Ísrael um. HETTA er so møguliga tað, sum høgra- sinnaða stjórnin hjá Shamir ynskir: nevniliga, at einki skal henda í samráð- ingunum, soleiðis at Ísrael kann halda fram við sínum imperialistkenda búset- ingarpolitikki. Ísraelar kenna seg rætti- liga tryggar við kjarnorkubumb-trumfin- um í bakhondini. Teir vita sum er, at Ísrael við síni hermegi er ført fyri at leggja eitthvert arabiskt land í oyði, verður Ísrael álopið. Men henda trygd er ikki nóg góð í longdini, ti Ísrael hevur vissuliga brúk fyri at fáa frið við grannar Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoge 76 Argir 110 Tórshavn 11820 Telefax: 14720 Af[f[y[fyfyfyfyfAfy[fffffffyfyfyfyf[ff[f[f[f[f[[[—e[f—f[[f[f[Å[ [ [Af [yf[fyfy ff fyfyfyfyfyf[f[[f[f[y[ [y[y[y[yfyfy[Ayf[y[f[f[[y[ [yfyffyfyfyfÅfyfyfyfyf[f[[f[f[f——Ø——-—[[[[[|[[/[ dir sínar. Hetta er eisini tað, sum ein stórur partur av ísraelum krevur, men sum Shamir higartil hevur sett forðingar fyri við framhaldandi at loyva íbúðamála- ráðharra sínum at stýra ólógliga búset- ingarpolitikkinum. EIN kann lasta palestinarar og arabarar fyri mangt, men kemur ikki gongd á hesar friðarsamráðingar, so kunnu vit eina og aleina »takka« stívrendu Shamir-stjórnini fyri tað. Tá avtornar er tað ein spurningur um, hvat stórveldini og tá serliga USA sigur. Og her hevur James Baker, uttanríkisráðharri, víst eina sera greiða og avgjørda støðu, nevniliga hana, at ísraelar eru noyddir til at boyggja seg, tá tað snýr seg um framhald av búsetingunum. Verður Shamir hvørki at høgga ella stinga í komandi dagarnar, so fer alt helst at enda í einum ruðuleika. Tá fara víð- gongdir palestinarar at hevna seg inn á teir hóvligu, sum vóru so frægir at seta seg við samráðingarborðið saman við Ísrael. VIT kunnu so bara vóna, at USA fer at gera sítt til at fáa Ísrael at skilja álvaran í verandi samráðingum. Amerikanarar skylda arabisku londunum, sum hjálptu tí at vinna á Saddam Hussein, at spurn- ingurin hjá palestinarunum nú verður vidgjørdur sum tað sømir seg rætthugs- andi fólki. Land fyri frið hevur verið amerikanska herrópið higartil. Spurn- ingurin er nú, um tað eydnast USA at fáa Ísreal at skifta kós á hesum øki. Vit vóna tað. Givið er tað, at vilja ísraelar ikki lurta eftir teimum hóvligu palestin- arunum og arabarunum, tá hevur tað lagt upp til eitt langt og ræðuligt stríð, sum Ísrael ongantíð fer at vinna til fuln- ar. Skal umheimurin fáa virðing fyri Ísrael, so eiga leiðarar tess eisini at taka í egnan barm og vísa verðini, at eisini teir eru til reiðar at geva sítt íkast til ein varandi frið. Meguliga skilagott Gevið sjón- varpinum betri umstødur Hølisspurningurin hjá Sjónvarpinum er aftur frammi. Fleiri av blød- unum hava umrøtt hann. I Dimmalætting í gjár sigur Arni Gregersen, program- leiðari, at hølispurningurin kann loysast vid at keypa ein bygning fyri einar 15 mill. kr. Leigumálið við Havnar Klubba gongur út 1. januar og tá hevur sjónvarpið brúk fyri ødr- um upptøkuhølum. Hetta hevur serliga sett gongd í skrivingina um framtíðina hjá sjónvarpinum. Hetta er sjálvandi ikki besta tíðin at tosa um at byggja nýggj og stór hús. Tí er rætt at tosa um aðrar loysnir, sum eisini kunnu vera varandi. Men hvussu og ikki, so eigur okkara føroyska sjónvarp at hava umstødur at arbeiða undir. Her nyttar ikki longur við eini lappiloysn fyri og aðrari eftir. Nú mugu vit finna eina varandi loysn og tað síðsta er so møguleikin at keypa ein bygning í býnum,sum júst er farin á tvang. Um hesin egnar seg til sjónvarpið vita vit ikki, men vit halda, at sjónvarpið er so týðandi mentanarstovnur, at har eigur ikki at vera spart. Og fær sjónvarpið betri umstødur at virka undir, so eiga vit eisini at kunna krevja meira av stovninum. Bara ein slík týðandi detalja sum barnasendingar er nakað, sum vit øll tosta eftir meira skal verða gjørt við tí júst her kann sjón- varpið so stóra og positiva ávirkan. Hugsið bara um málið. Og júst á hesum gki kundi so nógv meira ' verið gjørt. Gevið sjón- varpinum betri umstødur og krevjid tá av stovn- inum, at hann livur upp til tað hann eigur. Gerið hetta áðrenn privat fara at senda sjónvarp, tí tá fara fleiri politikarar helst at vera meira trekir at byggja upp alment sjónvarp. Teir fara at siga at best man vera sum er. Vit hava brúk fyri einum almennum sjónvarpi, sum kann vera við til at varðveita og menna okkum suni føroyingar. klossut Herfyri bar útvarið tey stórtíðindi, at býráðið í Havn nú fór at selja Eystrurskúlan. Keypari sigst vera Føroya Landsstyri. Orsøkin til, at býráðið vil, selja skúlan sigst vera, at ov mikið av plássi er til at undirvísa havnarbørnum, og tí vil býráðið sleppa sær av við hendan yvir- kapasitet á økinum. At byrådid fær nakrar krónur aftur fyri eina tílíka loysn kemur helst væl við í soltna býráðskassan. Landsstýrið hevur sum keypari nógv at brúka ein tilikan skúla til. Ein skilagóð loysn til at hýsa Maskin- skúlanum, sum næstan stendur úti á gøtuni. Skal nýggjur maskins- kúla byggjast kostar hann mangar ferður tíggju milliónir. Lærarar og skúlabórn á Eysturskúlanum kenna seg eisini eitt sindur ótrygg. Og tað er ikki so lýgið. Lærarar- nir føra millum annað fram, at teir vita so lítið um hetta mál, tí hava teir biðið um fund við myndugleikarnar. Kann vera, at hesin handil er skilagóður, men hví kann býráðið ikki fyrst síggja til at kunna tey, sum sølan gongur út yvir. Hetta er bert býráðsformann- inum so líkt. Sum í Wild West. Fyrst skjóta og síðani spyrja. Mangar misskiljingar og trætur kunnu vit verið fyriuttan, um framferðarhátturin var ødrvisi.