týsdagur 1. apríl 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 63 - 1. apríl 2003
Nr. 63 - 1. apríl 2003
3
Í mai mánaði verður
farið undir upptøk-
urnar av næsta
umfari av sjónvarps-
sendingini SATSA hjá
Sjónvarpi Føroya.
Sum heild er sjón-
varpsstjórin, Mikkjal
Helmsdal, væl nøgdur
við sendingina nú
hon endaði leygar-
kvøldið
SJÓNVARP
Ingrid Bjarnastein
Leygarkvøldið var finalan í
s j ó nva r p s k a p p i n g i n i
SATSA, sum Sjónvarp Før-
oya hevur sent síðani í
heyst. Vinnarin av stóru
finaluni og teimum 50.000
túsund krónunum gjørdist
havnargentan,
Tóra
Winther Reinert.
– Vit eru rímiliga væl
nøgd við hetta fyrsta um-
farið. Sendingin var ikki
rættiliga liðug, tá vit byrj-
aðu uppá upptøkurnar í
fjør, men sum heild eru vit
væl nøgd, sigur Mikkjal
Helmsdal, sjónvarpsstjóri.
2. umfar
Nú verður lýst eftir luttak-
arum til 2. umfar av sjón-
varpskappingini hjá Sjón-
varpi Føroya. Nakrar broyt-
ingar vera á skránni, so
meira spenningur kemur í.
– Vit fara at broyta enda-
umfarið eitt sindur. Tað
hevur sært rættvísiskensl-
una hjá fleiri, at tú sum
»tapari« kanst koma í final-
una og fara avstað við vinn-
inginum. Tí skal tað gerast
eitt sindur torførari, greiðir
sjónvarpsstjórin frá.
Harafturat verður stig-
skipanin broytt og vinning-
arnir. Í undanfarnu send-
ingum hevur tað verið so-
leiðis, at vinnarin av hvørj-
um innleiðandi umfari hev-
ur vunnið 2000 krónur, og
um hann er sloppin við í
triðingsfinaluna og aftur
vunnið har, hækkaði vinn-
ingurin upp á 5000 krónur.
– Eisini verður mátin
broyttur, hvussu alt er bygt
upp tá til endan. Higartil
hava vit havt ein topp 10
lista, men hann hevur ikki
fanga so nógv, tí sending-
arnar hava koyrt yvir so
langa tíð. Men hetta er alt
liður í eini menning, sum
vit eru í holt við at tosa við
framleiðaran, Blu Enter-
tainment um.
40% hugt
Í miðal hevur rating-talið
hjá SATSA ligið um 40%.
Tað vil siga, at umleið 13-
14000 túsund føroyingar
hava leygarkvøld klokkan
20
sitið
frammanfyri
skíggjanum og hugt eftir
SATSA, og hetta er sjón-
varpsstjórin væl nøgdur
við.
– Sjálvandi kundu vit
hugsað okkum at fingið
talið hægri upp, og tað fer
tað kanska, tá vit hava
strammað sendingina upp
nú, tá næstu upptøkurnar
byrja,
sigur
Mikkjal
Helmsdal.
Møguliga verður talan
um at skifta vert, men hetta
vil sjónvarpsstjórin tó ikki
gera víðari viðmerkingar
til. Onki er avgjørt enn, sig-
ur hann.
Sum sagt, so verður nú
lýst eftir luttakarum til 2.
umfar av sendingini. Sam-
bært Mikkjali Helmsdal, so
vóru tað nóg mikið, men tó
ikki so nógv, sum meldaðu
seg til SATSA í fjør. Men
nú fólk kenna spælið, vænt-
ar hann, at fleiri tilmelding-
ar fara at koma.
Upptøkurnar til hetta um-
farið vóru gjørdar í fjørvár,
og ásannar sjónvarpsstjór-
in, at hetta er long tíð hjá
luttakarunum at bíða við at
halda ein loynidóm. Men
tað er tó gingið væl, heldur
hann.
– Fólk skuldu skriva
undir uppá, at tey ikki
skuldu siga, hvør hevði
vunnið tað umfarið, tey
vóru við í, og tað hevur
hildið væl. Eg havi í øllum
førum ikki hoyrt um nak-
ran, sum hevur sagt, at
hetta ikki hevur riggað, sig-
ur Mikkjal Helmsdal, sjón-
varpsstjóri at enda.
Nýtt umfar av SATSA í gongd
Tóra Winther Reinert gjørdist endaligi vinnarin av sjónvarpskappingini SATSA, sum SvF hevur
sent síðani í vetur. Leygarkvøldið var finalan, og nú er sjónvarpið longu farið í holt við at finna
luttakarar til eitt nýtt umfar
Mynd: SvF
C
M
Y
K
3
2