týsdagur 5. november 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 205 — 5. november 1991
sn - i
Fe SQSIalurin
…
ørgin gjørdi munin
Í dystinum millum StÍF og Stjórnuna var tað serliga StÍF-mál-
verjin, sum gjórdi vart við seg við óteljandi góðum bjargingum
StiF-Stjørnan 31-24 (15-9)
StÍF: John Petersen 11 (5),
Pauli Poulsen 8, Athur Johan-
sen 5, Poli Hansen 4, Símun
P. á Fríðriksmerk 3. Tríggjar
ávaringar og tríggjar útvís-
ingar
Stjórnan: Kurt Mørkøre 9,
Egil Johansen 3 (1), Eilif Jo-
hannesen 3, Marni Ísaksen 3,
Karsten Andersen 3, Eli
Poulsen 1, Kristian Eliassen
1, Fríðin Ziskasen 1. Tvær á-
varingar og tríggjar
útvísingar
At strandingar hetta kapp-
ingarárið máttu vera tann
frálíka málverjan Pól
Dánjal Poulsen fyriuttan,
var helst størsti manning-
artrupulleikin, teir vænt-
aðu sær at skula dragast
við.
Men higartil hava teir
ikki havt fyri neyðini at
falla í fátt av teirri orsøk.
Nýggi målverjin hjá StIF,
ið kemur úr Gøtu, hevur
higartil spælt so væl og
sannførandi, at einki man
vera at stúra fyri, heldur
hann standardin.
Jørgin Gudmundsson
eitur hann, og burtursæð
frá, at hann hevur spælt
eitt sindur við á frægasta
liðnum hjá GI, hevur ikki
nógv verið at hoyra ella
síggja til hansara.
Avgjørdur profilur
Men tað er tað nú. Tá
StIF og Stjørnan sunnu-
dagin hittust á Skála, var
hann heilt avgjørt tann
stóri profilurin.
Í fyrra hálvleiki og ser-
liga seinna stóð hann fyri
óteljandi góðum og meist-
arligum bjargingum, ið so
at siga løgdu lunnar undir
spælið hjá strandingum, ið
fingu bankað seg uppá 8-
2, áðrenn gestirnir úr
Klaksvík fingu fótin fyri
seg.
Men annar munur var
eisini á liðunum enn Jørg-
in Gudmundsson. Klaks-
víkingarnir virkaðu ikki so
upplagdir og uppsettir,
sum ein kundi væntað sær
av einum 1. deildarliði.. Á
liðnum var tað stórt sæð
bert Kurt Mørkøre, sum sá
út til veruliga at trúgva
uppá tað, og níggju ferðir
eydnaðist honum at neta.
Serliga í fyrra hálvleiki
var talan um fleiri rættiliga
løtt og raffinerað mál —
frek undirhondsskot og 6-
smæðin lobb — sum StIF
fekk burturúr bæði saman-
spæli tvørturum og snar-
álopum.
Klaksvíkingar royndu av
og á at ørkymla heimaliðið
við at skifta pláss, við at
lata strikuspælaran fara út
á vongin o.s.fr., men kort-
ini fingu teir ongantíð
skapt meira óró í stranda-
verjuni enn so, at málmun-
urin alla tíðina var í minsta
lagi fimm ella seks mál.
Tað, sum StlIF-verjan
ikki fekk tíkið í fødingini,
tók málverjin sær av í all-
arflestu fórum.
Eydnan mangan
betri enn skilið
Frammi í álopinum hjá
StÍF virkaði alt rættiliga
væl — serliga spældi blað-
ungi strikuspælarin Pauli
Poulsen ein sera góðan
dyst — men í løtum vóru
mistøkini hjá liðnum
mong og stór, og ikki so
sjáldan var eydnan betri
enn skilið.
Eydnan var ikki minst
við strandingum í tann
mun, at í seinna hálvleiki
gjørdu klaksvikingarnir
enn fleiri mistøk, har teir
slgsaðu við bóltinum, so
StIF kundi fara undir eina
rúgvu av skjótum snar-
álopum á Stjórnu-málið,
sum í flestu fórum góvu
mál.
Í dystinum fullu fleiri
ávaringar og útvísingar,
men talan var tó ikki um
Poli Hansen, SilF,
verður steðgaður i
Stjórnu-verjuni. Mynd:
Hilmar Jan
nakran harðan og hatskan
dyst á nakran hátt, og
dómararnir úr Vestmanna
Ingi Olsen og Benny Niel-
sen komu sera væl frá
dómingini.
bj.
Jørgin Gudmundsson
spældi ein branddyst á
Skála sunnudagin fyri
SÍF, sum vann 31-24
á Stjórnuni. Mynd:
Hilmar Jan
44 dystir
um vikuskiftid
Ikki færri enn 44 dystir
skuldu spælast. Men tí-
verri kemur longu fyri, at
lið ikki meta til dystir
Mjølnir er enn ósigrað í
meistaradeildini hjá
kvinnum. IF vann eisini
sín triðja dyst á rað hjá
monnunum.
Annars kann nevnast,
at kappingin hjá 2. deild
við monnum uttan iva fer
at verða spennandi. Fram
2, Mjelnir 2 og Fleyr 4 eru
sear jøvn og hava vunnið
og tapt móti hverjum eðr-
um. SÍ skal heldur ikki
undirmetast.
Í 3. deild leika liðini 2
dystir hvenn dag tey 1ngt-
ast.
Meistaradeild
Menn |
IF—LIF
Kvinnur
TB—Fleyr A
1. deild
Kvinnur
Fleyr B—Mjølnir B
TB b—Fram
Menn ,
Fram 1—IF 2
0—3
0—3
3—0 u.d.
0—3
2. deild
Kvinnur
NFL—TB c
Menn
Fram—Fleyr 4
Fram —LIF 3
Fleyr 4—Mjølnir 2
-0 u.d
3. deild
Kvinnur
Fleyr E—Falkur 1—3
Fossanes—Mjølnir D 2—3
Fossanes—LIF 3—0
iF—Fram b 0-3
ÍF—Fram d 3-1
Nøvan b—Fram d 1—3
Nøvan b—Fram b 0—3
Fram c—KIF 1—3
Fram c—Nøvan a 1—3
Mjølnir 5—IF 3 0—3
Menn
Fram 3—Falkur 0—3u.d
Fram 5—Nøvan 2 3—2
Fram 5—KIF 0—3
Mjelnir 6—IF 3 0—3