Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. november 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarbjaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Lomvigin ØLL eru vit samd um, at okk- urt munagott má gerast fyri at verja lomvigastovnin. Hetta vísti orðaskiftið eftir filmin »Skerdir Veingira í Norðurlandahúsinum herfyri. Orðaskiftið í Fimmaranum í útvarpinum í síðstu viku vísti tað sama. Og somu niður- stóðu finna vit í brøvum og greinum í blødunum. HVAT kunnu vit gera? Jú, vit kunnu friða lomvigan alt árið. Men eru vit vís í, at bara hetta fer at hjálpa? Nei, tað eru vit ikki. men hinvegin er lítið annað at gera, tí so lítið er til av lomviga í dag, at stovnurin tolir ikki nakra veiðu. MEN tað er ikki nóg mikið at banna veiði eftir lomviga og kanska álku við. Tá lomvigin verður friðaður — einki annað er í at velja — so má beinan- vegin farazt undir rannsóknir og kanningar av fugli, havi, atvoldum til fugladeyða osfr. Bara á henda hátt kunnu vit staðfesta, hví stødan er sum hoin er og hvat kann gerast fyri at bóta hana. EINKI er at ivast í, at náttúran Jústínus Eidesgaard — og lomvigin sum partur í henni — gongur í bylgjum, sum Andrias Reinert vísir á í síni sildateori. Í teimum trim- um undanfarnu øldunum hev- ur bæði sild, grind, fuglur og hiti fylgst upp og niður. So her liggur óivað ein orsøk. Men sambært frásagnum hevur aldudalurin ikki verið so djúpur áður. TAÐ er helst ikki so legið. Umframt tað, at tann norska várgýtandi sildin — atlanto- skandiska sildin — hvarv, hava vit fingið oljudálking og alskyns eitran — serliga í syðra parti í Norðsjónum. Tá fuglurin var í stórari minking í sekstiárunum, var veiðitrýst- ið helst ov stórt, tí ongantíð áður varð so nógv lóður inn- flutt. Og harafturat hevur garnafiskiskapurin í granna- londunum verið nógvur. HVUSSU nógv av føroyskum lomviga druknar í gørnum, vita vit ikki. Men ringmerk- ingarnar seinast í sekstiárun- um og fyrst í sjeytiárunum vístu, at nógvur ungfuglur endaði sínar dagar í gørnum við norsku strendurnar. Her er óivað ein atvold til, at so lit- ið legst afturat búfuglinum. Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen Utgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent: PH Pressan 1981 Í Fimmaranum í síðstu viku varð upplýst, at norðmenn fara næsta ár at kanna, hvussu nógv doyr í gørnum. Men ikki fáa vit at vita, hvussu nógvur føroyskur lomvigi druknar í norsku firð- unum. Einfalt tí, at eingin lomvigi er ringmerktur í skjótt 20 ár. Onkur smávegis roynd er gjørd at ringmerkja pisu, men nú er so galið, at tað er torført at fáa hendur á so mikið av lomvigapisu at merkja, at grundarlagið verð- ur nóg gott. LANDSSTÝRIÐ er óivað so mikið at sær komið, at vit kunnu rokna við einum ella ødrum í næstum. Og tá tekur ein annar spurningur seg upp: — Skulu vit eisini friða álkuna? NÓGV av álku er um Føroyar á vetri. Vit hava kanska bara eini 2—3000 pør av álku eftir. Og alt bendir á, at talan er so- statt bara um íslendska álku. Men verða bara heilt fáar før- oyskar álkur skotnar, ávirkar tað stovnin. HESIN spurningurin má tí eis- ini viðgerast. Men frá roynd- um vita vit, at er eitt uppskot Postadressa: Pøstsmoge 76 110 Tórshavn Telefax: 14720 i so vittgangandi, verður mót- stødan so stør, at alt kann falla, og okkurt verður sam- tykt, sum slettis ikki var ætl- anin. Tað hava vit sæð fyrr. TÍ mugu aðrir spurningar eis- ini takast við í myndina fyri at regulera veiðuna eftir fugli. T.d. veiðiloyvi við avmarking- um at veiða so og so nógvan fugl. Forboð at veiða fugl við skjóttgangandi bátum, eins og íslendingar hava. Og so framvegis. EITT er givið. Vit føroyingar kunnu ikki geva okkum tað eftirmæli, at vit vit hugdu at, uttan at lyfta hond frá síðu, meðan lomvigabjørgini tagn- aðu. Teir kristiligu og Danmark Eitt sindur av roki tók seg upp nú um dagarnar, tå umboð fyri kristiliga flokkin í Danmark skjeytt upp at skerja blokkstuð- ulin til Føroyar og Grøn- land og ístaðin brúka hann til at hjálpa londunum í Eystureuropa við. Hetta fekk m.a. okkara heimliga kristiliga flokk, ella rættari sagt, helvtina av honum, at gera vart við seg. Í skrivi, sum er send danska "bróður"-flokkinum verð- ur m.a. sagt: "Mótmælt verður harðliga, um teir í Dan- mark vilja veita stuðul til Eystureuropa við at lata grønlendingum og føroyingum rokningina. Mint verður á, at her er talan um lógarbundnar útreiðslur, sum avtalur eru gjórdar um Danmarkar og Føroya - og at tidin er ikki tann rætta til at fara undir samråd-ingar um millum nýggjar avtalur, nú id ótryggleiki og figgjarligir trupulleikar sterkt galdsandi í Føroyum og tykjast bara at vinda uppá seg" sigur teir kristiligu við Niels Paula Danielsen á odda. Mikið áhugavert. Tí hetta úttalilsi stendur jú fullkomiliga í andsøgn til gera seg so tann sjålvstyrispolitikk, sum umrøddi flokkur og ikki minst tingmadur hev- ur sagt seg standa fyri - og í andsøgn til úttalisi hansara á tingi nú um dag- arnar, har Niels Pauli Danielsen fýltist á, at vit lótu danir samráðast fyri okkum um ein EF- sáttmála. Tað áttu vit heldur at fingið íslendingar at hjálpt okkum við. Hvar er sjálvstýrismað- urin Niels Pauli Danielsen - ella loysingarmaðurin kanska - nú lagt verður upp til at minka um ríkis- stuðulin til Føroya! Er hann annad enn ein erka sambandsmaður! Hetta mótmæli kristiliga floks- ins um, at gjørdar avtalur vid Danmark um figgjar- ligan studul ikki mugu broytast eru i veruleika- num í andsøgn til alt tað so flotta sjálvstýris- og sjálvbjargnisprátið, sum flokkurin er farin til val uppá hesi mongu seinastu árini. So í veruleikanum er hetta ein avdúking av hesum flokkinum og oddamonnum hansara. Allir sum ein eru teir sambandsmenn, ið ongantíð fara at vága bara so mikið sum at nema við avtalurnar føroyingar hava við Danmark. Verið tá ærligir, sigið sum er, at tit eru ein sambandsflokkur og ikki ein sjålvstyrisflokkur, so- leidis sum tit so skeivt hava marknadarført tykk- um. Arbeiðsloysið Tað eru skelkandi tel, sum útvarpið og Sosial- urin bera fram í hesum døgum, tgl yvir vaksandi arbeiðsloysið í landinum. Higartil í ár eru goldnar út til arbeiðsleys umleið 35 mió. kr. og er hetta væl meira enn fyri alt árið í fjór. Havnin eigur næstan helvtina av hesi upphædd. Tað er greitt, at hesi tølini tala fyri seg og tey boða ikki frá góðum. Tí spurningurin er hvussu stórt tal av arbeiðsleysum samfelag okkum kann bera. Júst tí at vit eru lítið og viðbrekið samfelag við bert eini útflutningsvgru, fiski, kann stødan gerast sera álvarslig, um verandi gongd heldur fram, nevniliga um talið á ar- beiðsleysum fer at vaksa enn meira. Hóast tølini minka og vaksa alt eftir árstíðini og virksem- inum í samfelagnum, so sæst týðuliga hvgnn veg tað ber. Um sama mund- ið verður tosað um av- leiðingarnar av nýggju handilsavtaluni við EF. Har verður sagt, at broytta útflutnings- mynstrið, har meira fer at verða útflutt feskt og 6vidgjørt, fer at føra til hóparbeiðsloysi. Hetta siga aðrir er at gera støduna nógv verri enn hon er og verður. Men tølini tala, og tey vísa eitt vaksandi arbeiðsl- oysi. Ganga bert nakrir av spádómunum upp um avleiðingarnar av EF- avtaluni, so er greitt, at árið 1992 fer at gerast eitt dapurt ár fyri land og fólk. Vónandi verður tað kortini ikki so.