Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. november 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 i Signar Dam leyp framav Men nytslan av orðinum 'per- sønsforfylging' i einum valstríði er ikki so ærumeið- andi, at Dánjal av Rana kann fáa endurgjald >Hetta vísir, hvussu nógv persónsforfylging upptekur í hugaheimi Dánjals (av Rana)<. Nak- að soleiðis tók Signar Dam ul í einum valblað fyri kommunuvalið á Tvøroyri 1988; í hesum viðfangi sipaði hann til trý dómi, ið hann helt kundi rættvísgera orðið "personsforfylging”. Føroya Rættur helt, at hetta var at fara ut um mark og dømdi ordini sey at vera og dømdi Signar Dam at gjalda ut- reidslurnar av at kunn- gera hetta. Dánjal av Rana var ikki nøgdur við hetta og skjeyt málið inn fyri Landsrættin fyri eisini at fáa Signar Dam at gjalda endurgjald uppá 20.000 krónur. I Landsrættinum Signar Dam, at hann iðr-aði seg um, at hann hevði brúkt orðið personsforfylging”; ad- vokatur hansara Halgir Winther Poulsen helt, at talan var bara um eina hysteriska yvirtulking av einum orði, ið var fest á blað í einum heitum val- stríði, og endamålid við rættarmálinum var ikki innað enn politiskur tak- segði Heldur ikki Landsrætt- urm góðtók hetta. Hin- g hann heldur ikki Dánjal av Rana, ið heyði skotið málið fyri hægri rætt viðhald. Landsrætturin hevur staðfest dómin, sum Føroya Rættur segði fyrr í ár. n gav FOR ówh Minnilutin í Tvøroyrar byråd ímóti Dánjali av Rana Vil verja Men spurningurin er, um minnilutin kann stevna vegna býráðið, sum tað er hent Einki minni enn grund- lógin var havd á lofti í Landsrættinum í gjár. Fyri rættinum lá eitt mál, ið snúði seg um hvussu ein minniluti í einum býráð kann verja seg ímóti ólóg- ligum meirilutaavgerðum. Parturin, ið hevði stevnt og eisini skotið málið fyri Landsrættin, var minni- lutin í Tvøroyrar byråd: Jóannes Eidesgaard (nú- verandi landsstýrismaður, ið er farin úr býráðnum), Sverri Midjord og Solveig Bærendsen. Mótpartur teirra: Dánjal av Rana Krevur góðkenning Tvøroyrar Býráð gjørdi í august 1989 av at keypa Ísvirkið frá flakavirkinum fyri fimm milliónir krónur. Fýra býráðslimir vóru fyri og triggir (stevnararnir) ímóti. Tá kommunur keypa, selja ella veðseta fasta ogn, so skal tað góðkenn- ast av landsstýrinum. Men býráðsformaðurin Dánjal av Rana flutti av sínum einungum 900.000 krónur til flakavirkið; hetta varð bókað sum 'lån' og hendi áðrenn landsstýrið hevði góðkent keypið av ísvirk- inum. Vísti málið frá sær Eingin ósenja er millum er millum partarnar um, at flytingin av peninginum er ólóglig. Spurningurin er, um minnilutin í t.d. einum býráð kann stevna vegna býráðið í >berettiget vare- tagelse< av áhugamálum borgaranna. Føroya Rættur heldur ikki, tí hann hevur áður víst málið frá sær við teirri grundgeving, at ein minni- luti kann ikki stevna vegna býráðið. Páll Nielsen, ad- vokatur fyri Dánjal av Rana, vísir á, at minnilutin kærdi málið fyri lands- stýrið, sum er kommunalt eftirlit; landsstýrið átalaði mannagongdina og tað hevur meirilutin - eisini Dánjal av Rana - tikið til eftirtektar. Íkki einstaklingar - Harvið skuldi málið ver- ið úti av verðini, tí lands- stýrið hevur ikki hildið orsøk vera fyri at brúka sína heimild at leggja at- burðin hjá býráðsformann- inum fyri dómstól-arnar, segði Páll Nielsen og vísti á, at dekningur var fyri flutta peninginum (skuldi tað hent seg, at landsstýrið ikki góðkendi keypið) og at keypið annars var farið regluliga fram. [UR RÆTTINUM Bjørn á Heygum, advok- atur fyri minnilutan, vísti á, at tað var meiningsleyst at minnilutin skuldi stevna sum einstaklingar. Tvørt- urímóti sótu teir sum fólkavald umboð: meðan teir máttu finna seg í vanligum politiskum meirlutaavgerðum, eitt nú hvar ein skúli skal byggj- ast ella um eitt havnarlag skuldi gerast. Má kunna tykta - Men ein minniluti má kunna gera vart við seg og krevja tykting onkurs- vegna, um so er, at meiri- lutin tekur ólógligar ella heimildarleysar avgerðir, segði Bjørn á Heygum, ið eisini vísti á, at nevndin fyri flakavirkið heldur ikki hevði góðkent ognarskift- ið, tá Dánjal av Rana flutti peningin. Bjørn á Heygum vísti á, at rætturin hjá minnilutum í politiskt valdum stovnum at stevna vegna stovnin var víðkaður í donsku rættar- mannagongdini eins og í Onglandi. Vánaligt eftirlit - Henda rætt hava minni- lutar tá talan er um óvissu viðvíkjandi áhugamálum, ið kunnu viðurkennast sum týðandi og rímilig fyri tann poliuska stovnin, talan er um, og harvið eisini teir borgarar, ið hann viðkem- ur, segði Bjørn á Heyg- um. Hann helt liud um lands- stýrið sum kommunalt efti- rlit. - Tað er ein royndur lut- ur, at eingin rættartrygd í Tað er royndur lutur, at landsstýrið roynist illa sum kommunalt eftirlit, segði Bjørn á Heygum, ið krevur, at rætturin hjá minnilutanum í býráðnum at stevna vegna býráðið verður staðfestur at senda málið til lands- stýrið, Bjørn á Heygum, ið vildi hava rættin at fella dóm, hóast átalan frá landsstýrinum var viðurkend. segði ówh 14-daga ferð til EGYPTALANDS ið KARL NOLSØE sum ferðaieiðara Úr Keypmannahavn 7. des. Kostnaður uml. kr. 8.000,-, íroknað hotell, vistarhald og allar útferðir — eis- ini 4-daga ferð á Nilánni. Áhugað ringið 038 34 1486 aftaná kl. 19 for. tíð Nr. 206 — 6. november 1991 Bóndin í Kunoy »Tu trýrt Ikki, hvussu glað eg eri..!< Tað vantaði bert kaffi á borðinum i Føroya Rætti, tá málið um Kunoyar- bóndan var fyri fyrra- dagin. Báðir rættarsalir- nir vóru upptiknir, og tí mátti málið takast til viðgerðar inni á skriv- stovuni hjá sorinskriv- aranum. Hóast rættarfundurin sostatt at síggja til mest minti um ein kaffi-'kom sammen”, so var tað einki gott upplivilsi fyri hóvuðspersónin. - Tað var sovorðin fjáltur á mær og tú trýrt ikki, hvussu illa eg havi sovið hesar næturnar, segði Malan Wilhelm eftir rættarfundin, ið helt tað vera stuttligt, hvussu glaðir allir stríðshanarnir vóru í gongini í dóm- húsinum eftir rættarvið- gerðina. Eftir tað fyri hennara part gleðiliga úrslit skuldi hon í býin við manni og børnum at keypa okkurt, eftirsum tey vóru í Havn. Sambært dóminum, ið Føroya Rættur fer at siga, skal Líkningarráðið umlíkna Maluna Wil- helm frá 1985 og fram, so hon verður skattað sum sjålvstødug heldur enn at maðurin verður skattaður av teirri inn- tóku, festið gevur. Tað er kortini ov tíð- liga at siga nakað um, hverjar avleiðingar dóm- urin fær, ti tað hevur ikki eydnast okkum at fáa uppspurt, um Líkningar- ráðið fer at skjóta málið inn fyri Landsrættin. Malan Wilhelm er ikki einasti kvinnuligi festari í landinum. Teir eru ikki færri enn 20 í tali., helst fleiri. ówh Tit ringja tíf. 11820 — vit skriva