Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 1. apríl 2003 15 Í Føroyum eru umleið 250 skrásettar motorsúkklur, harav 14 eru Harley Davidson. Ove Ritter í Havn er blivin umboð fyri Harley Davidson motor- súkklurnar í Føroy- um. Í hesum sam- bandi er ein framsýn- ing í SMS (3-arin) frá 26. mars til 12. apríl MOTORSÚKKLUR Magnus Gunnarsson Tær heimskendu Harley Davidson motorsúkklurnar hava nú fingið umboð í Føroyum. Tað er fyritøkan HD-fo v. Ova Ritter ið er umboð fyri donsku Harley Davidson fyritøkuna CAPS-HD. Ove Ritter sten- dur fyri søluni, Árni Han- sen er servicemaður og Jan Nolsøe stendur fyri verk- staði, viðlikahaldi og um- vælingum. Endamálið hjá HD-fo er at so nógv fólk sum gjørligt fáa møguleikan at ogna sær eina Harley Davidson motorsúkklu. Umframt sjálvar súkklurnar útvega teir Harley Davidson klæð- ir í besta kvaliteti til vaksin og børn. Harley Owner Group (HOG) er heimsins størsti motorsúkklufelagsskapur við umleið 700.000 limum um allan heim. Limir í hes- um felagsskapi koma úr øllum samfelagsstættum. Teir eru fríir fyri allar bindingar til motorsúkklu- umhvørvið og eru politiskt og fíggjarliga óbundnir hvør av øðrum. Limirnir er bert saman fyri at hava góðar upplivingar og njóta teirra felags áhugamál, Harley Davidson motor- súkklurnar. Skipað verður fyri túrum fyri einstakling- ar og familjur, eisini túrar uttanlands. Innsavning til Barnaheimið Vanligt er at Harley David- son felagsskapir gera nakað fyri børn. Her hjá okkum savnar felagsskapurin pen- ing til Barnaheimið í Havn. Peningurin er oyramerktur til eina ferð fyri børnini á Barnaheiminum í Havn í summar. Í hesum sambandi er ætlanin at hava opið hús á Barnaheiminum Kristi Himmalferðardag tann 29. mai, har motorsúkklistar úr Danmark og Svøríki eisini vera við. Donsku og svensku gestirnir hava leik- ur við til børnini og ein peningagáva verður hand- að. Børnini sleppa eisini ein túr á baksetrinum á Harley Davidson motor- súkklunum. Tey, ið ynskja at stuðla ferðini hjá børnunum á Barnaheiminum í summar, kunnu seta pening inn á eina klientkonto hjá Ann- finn V. Hansen advokati, konto í Føroya Banka: 6460 1022875. Adressan hjá HD-fo er: Djóna í Geilsgøta 33 FO- 100 Tórshavn. Tel. 210405. Harley Davidson motor- súkklur verða sýndar fram í SMS (3-arin) frá 26. mars til 12. apríl. Fáið meira at vita á heimasíðuni: www.hd-fo.dk Heimskendu amerikansku Harley Davidson motorsúkklurnar hava nú verið á marknaðinum í 100 ár. Harley Davidson vórðu millum tær fyrstu hópframleiddu motorsúkklurnar í heiminum MOTORSÚKKLUR Magnus Gunnarsson Tað vóru barndómsvin- irnir Arthur Davidson og Bill Harley, ið stovnaðu Harley Davidson motor- súkkluverksmiðjuna í Milwaukee í Wisconsin í USA í 1903. Fyrsta árið vóru bert tríggjar súkkl- ur framleiddar, men tað gekk tó skjótt framá. Í 1911 vóru framleiddar 5625 súkklur. Hetta varð eisini árið, tá hópfram- leiðslan av motorsúkkl- unum við tveimum syl- indarum byrjaði. Hend- an súkklan við V2 motorinum bleiv ímynd- in av Harley Davidson motorsúkklunum. Hóast Harley David- son motorsúkklurnar hava fingið harða kapp- ing frá súkklum sum t.d. Triumph, Norton, BSA og seinnu árini frá jap- ansku motorsúkklunum, hava tær klára seg væl gjøgnum hesi hundrað árini. Tær blivu serliga kendar tá Peter Fonda og Dennis Hopper í filmin- um »Easy Rider« koyrdu á einar umbygd- ari Harley Davidson í 1969. 100 ár við Harley Davidson Harley Davidson - nú umboð í Føroyum Formaðurin í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør, Ingi Justinussen, koyrir eisini við Harley Davidson Kristi himmalferðardag 29. mai verður opið hús á Barnaheiminum í Havn, har børnini fáa leikur og peningagávu handaða (myndin er frá eini vitjan í 1999) Børnini sleppa ein túr á baksetrinum á eini Harley Davidson motorsúkklu 15 14 Nr. 63 - 1. apríl 2003 UTTAN ÚR HEIMI Friðarætlan skal á borðið nú Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, James Baker, sigur, at tann ætlaða altjóða friðarætlanin fyri Miðeystur eigur at verða løgd fram sum skjótast. Baker, sum var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá George Bush eldra, sigur í samrøðu við sjónvarpið ABC, at friðarætlanin, sum ST, ES, USA og Russland hava gjørt, skal á borðið sum skjótast. Samstundis skulu teir einstøku partarnir fáa at vita, at undantøk og treytir verða ikki góðkend, segði hann. Sjálvur helt Baker, at kríggið ímóti Irak er eitt gott grundarlag fyri komandi samráðingum um frið millum ísraelsmenn og arabarar. Friðarætlanin ber millum annað í sær, at palestinar skulu hava sítt egna ríki í seinasta lagi í 2005, men ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, hevur sagt, at hann vil hava minst hundrað broytingar í ætlanini. Loyniligt vápn rýmdi Tá amerikansku hermenninir herfyri komu til Kuwait, høvdu teir sina servanda delfin við sær. Hana ætlaðu amerikanarar at nýta til at leita eftir møguligum irakskum minum innast í Persaflógvanum. Men sunnudagin kunngjørdi amerikanska herleiðsl- an í Qatar, at hon hevði mist sambandið við delfinina, og at hon eftir øllum at døma var rýmd. Delfinin var á sínari fyrstu kanningarferð uttan fyri iraksku havnar- býirnar Umr Qasr og Basra, tá hon brádliga hvarv. Hildið verður, at hon er farin út á djúpt vatn onkun- staðni longri úti í Persaflógvanum. Amerikanski herflotin hevur fýra delfinir, sum hava fingið servenjing í at leita eftir minum. Var hon uppií? Serbisku myndugleikarnir bendu sunnudagin á, at kona fyrrverandi forsetan, Slobodan Milosevic, hevði til- knýti til teirra, sum myrdu Zoran Djindjic, forsætisráð- harra tann 12. mars. Zarko Korac, innanríkisráðharri, segði ikki beinleiðis, at fyrrverandi forsetafrúan, Mira Markovic, hevði nakað við morðið at gera, men hann gjørdi greitt, at hon er partur av teimum kreftum, sum vildu hava Zoran Djindjic beindan av vegnum. Mira Markovic í Russlandi, men sambært serbisku myndugleikunum hava russar lovað at útflýggja hana, so hon kann avhoyrast í sambandi við tilburðin, tá serbiski forsetin, Ivan Stambolic, varð myrdur í august í 2000. Sjálv hevur Mira Markovic sagt, at hon hevði einki við hetta morðið at gera. Síðani Zoran Djindjic varð skotin í Beograd, hevur serbiska løgreglan tikið umleið 2.000 fólk, sum eru sett í varðhald, meðan málið verður kannað. Løgreglan hevur illgruna um, at ein fyrrverandi løgregluovasti legði morðið til rættis, men enn hevur løgreglan ikki funnið hann. Meirilutin fyri ES heldur sær Flestu norðmenn tykjast nú hava tikið støðu til spurn- ingin um norskan limaskap í Evropasamveldinum. Ein meiningakanning í gjár vísti, at 49,5 prosent av veljarunum taka undir við limaskapi, og hetta er á leið tað sama sum í undanfarnum kanningum. Kortini minkar munurin. Sambært kanningini eru 38,1 prosent ímóti limaskapi í ES, og tað er ein vøkstur upp á 1,7 prosentstig samanborið við seinastu kanning. Nýggja kanningin vísir, at flestu menn í Noregi vilja sleppa upp í ES, meðan kvinnurnar eru í tveimum líka stórum pørtum. Av monnunum siga 57 prosent ja og 34 prosent nei. Hjá kvinnunum er býtið 43 og 42 prosent. Samstundis vísir kanningin, at undirtøkan fyri ES- limaskapi er størst í Oslo og har á leið, men fólk á bygd yvirhøvur eru ímóti at fara upp í ES. 4.000 sjálvbodnir arabar eru komnir til Irak og hava boðið sær til at taka lut í sjálv- morðsatsóknum ímóti amerikanarum og bretum. Tað sigur ein irakskur generalur. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: - Teir koma úr øllum tí arabiska heiminum, og allir eru teir til reiðar at taka lut í sjálvmorðsatsóknum. Teirra fyrimynd er maður- in, sum fyri nøkrum døgum síðani sprongdi eina sjálv- morðsbumbu og drap fýra amerikanskar hermenn. Tað sigur irakski genera- lurin, Hazem al-Rawi. Víðgongdi palestinski felagsskapurin, Islamskt heilagt kríggj, boðaði um vikuskiftið frá, at hann hevur sent fleiri sjálv- morðsbólkar til Irak. - Teir fyrstu sjálvbodnu eru komnir til Bagdad. Teir fara at stríðast ímóti amer- ikansku og bretsku deildun- um í Irak til tess at verja arabiskt og muslimskt land, stóð í einari kunngerð frá høvuðsstøðini hjá felags- skapinum. Irakski varaforsætisráð- harrin, Tariq Aziz, segði sunnudagin, at teir fremm- andu sjálvmorðsbumbu- menninir eru hetjur. Teir eru frælsisstríðsmenn, sum eru til reiðar at stríðast ímóti fremmandum álops- og hersetingarmonnum, segði hann. USA ávarar Amerikanska stjórnin ávar- ar Iran og Sýrialand ímóti at styðja yvirgangsbólkar. Hetta er aðru ferð, at USA ávarar sýrar.Amerikanarar vilja vera við, at Sýrialand hevur veitt Irak hjálp í krígnum ímóti amerik- ansku og bretsku hermonn- unum. Men tað verður ikki góðtikið í Washington. - Sýrialand velur sjálvt, um tað ætlar at halda fram við at styðja yvirgangsfel- agsskapum og tí doyggjandi stýrinum hjá Saddam Hus- sein, ella um landið velur eina skilabetri kós, segði amerikanski uttanríkisráð- harrin, Colin Powell, sunnu- dagin. Hann legði afturat, at sýriska stjórnin má sjálv átaka sær ábyrgdina av teimum avleiðingum, sum politikkur hennara kann fáa. Samstundis ávara ameri- kanarar Iran. Colin Powell segði sunnudagin, at tað kann koma Iran aftur um brekku, stuðlar landið yvir- gangsfelagsskapum. Hendan seinna ávaringin kom, júst sum iranski utt- anríkisráðharrin, Kamal Kharazi, gjørdi greitt, at Ir- an fer ikki at viðurkenna eina nýggja irakska stjórn, sum amerikanarar tilnevna. -Vit fara bert at viður- kenna eina nýggja stjórn í Irak, sum verður skipað undir ST-eftirliti, og sum ir- akska fólkið sjálvt hevur valt, segði Kharazi. Fleiri sjálvmorðsatsóknir Iran og Sýrialand mugu gevast við at hjálpa yvirgangsmonnum. Annars noyðast londini at átaka sær avleiðingarnar av hesum, sigur Colin Powell Bagdad verður eitt blóðbað og USA fer at tapa Ein av heimsins fremstu krígssøg- umonnum heldur, at bardagin um Bagdad verður eitt blóðbað og kann enda sum bardagin um Grosnyj. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: Søguprofessarin Martin van Creveld, sum arbeiðir á hebraiiska lærda háskúlan- um í Jerusalem, verður mett- ur sum ein av teimum fre- mstu søgukønu, tá tað snýr seg um kríggj og krígsførslu. Hann hevur eisini gjørt sær sínar metingar um tann komandi bardagan um irakska høvuðsstaðin. Cre- vald heldur, at amerikanar- ar hava undirmett uppgáv- una, og hann heldur tað vera rættiliga sannlíkt, at USA fer at enda sum tapari í krígnum í Irak. - Einum nýtist ikki at vera snillingur í krígssøgu fyri at skilja, at tað letur seg ikki gera at taka Bagdad við 120.000 hermonnum, sigur Martin van Creveld og sipar til, at amerikanarar og bretar hava einar 120.000 hermenn í Irak. Seinni hevur USA gjørt av at tvífalda hermannatalið. Martin van Creveld hev- ur ofta hildið fyrilestur á amerikanskum hernaðar- skúlum, og bøkur hansara eru partur av lesnaðinum hjá amerikanskum heryvir- monnum. Annars ásannar Creveld, at álopið hevur gingið skjótari enn væntað. Hetta er fyrstu ferð, at ein innrás- arherur hevur tikið seg seg 400 kilometrar fram eftir minni enn einari viku, sigur hann. C M Y K 14