mikudagur 6. november 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
S íða 6
Studentaskúlin á Kambsdali:
tíðindablaðið
Nú vendist
neyvan aftur
Marita Petersen, landsstýriskona í
skúlamálum, setti spakan í jórðina mánadagin
seinnapartin
Hegætt og kuldi helt ikki
næmingum á studenta-
skúlanum við Getugjógv
og á handilsskúlanum á
Kambsdali aftur, tá fínu
menninir úr Havn komu
norður við Maritu Peter-
sen, landsstýriskonu, á
odda fyri at ítekiliggera,
at nú er álvara í at byggja
skúlan.
Marita Petersen setti
spakan í jerðina, men
hóast spakin var nýggjur
og væl hvestur, so gekst
illa at fáa nakað fyri, og
rúgvan í tí, sum kom á
blaðið var minni enn ætl-
að. Kanska ein mynd av
hvussu striltið tað hevur
gingið at fáa byggingina í
lag, og tá nú farið verður
undir skúlan, so er talan
um bygging fyri 23 milli-
ónir í staðin fyri tær 30,
sum ætlanin, bygginevnd-
in hevur skotið upp, hevði
kostað.
Stríðið vid Føroya
Handverksmeistarafela er
seinasti kynkurin, men
eftir hvat vit hava skilt,
-
.
Mynd Kalmar
Næmingarnir fylgja spentir vid
so er landsstýrið sinnað at
bakka fyri kravinum um
at snikkara- og timburar-
beiðið skal bjóðast út
hvert fyri seg.
Aðrenn landsstýriskon-
an, fekk spakan, segði
rektarin, Sámal í Skorini,
hesi orð:
— Sum kunnugt, tók
Feroya Legting tann 28.
apríl 1982 avgerð um at
seta sjålvstødugan stu-
dentaskúla á stovn fyri
norðureystur Feroyar,
t.v.s. Norðoyggjar, Eyst-
uroy og Norðstreymoy. 10
ár eru um at vera farin, og
skúlin húsast framvegis,
sum tað stendur í lógini,
»fyribils við Gøtugjogv«.
Nú er líkið út, at landsins
myndugleikar ætla taka
seinna stigið, nevniliga at
fáa til vega tíðarhóskandi
undirvísingarheli | næm-
ingunum at gagni. Tað er
at fegnast um. Bygning-
urin, sum kemur at standa
her, verður ikki heilt tann,
sum bygginevndin hevur
mælt til, av teirri orsek, at
játtanin ikki gjerdist
tann, vit hevdu vónað.
Hóast tað, so fegnast vit
stórliga um, at landsstýr-
ið kortini fer undir arbeið-
ið, sum tíðirnar nú síggja
út. Eg má í hesum sam-
bandi leggja dent á, at
næmingar og starvsfólk
knýtt at hesum stovni
hava veruliga kent og
kenna dagliga til trongar
umsteður, og tískil fer
batin at kennast lutfals-
liga sterri, tá vit fara at
flyta. Hóast strev og
troðkan farnu árini við
Getugjógv, so veit eg, at
tann tíðin fer at roynast
sum eitt sterkt grundar-
lag, tá vit fara at taka
dystin upp við tær avbjóð-
ingar, sum framtíðin hev-
ur at bjóða — tað verið seg
sparing og kapping. Tíðin
við Getugjógv verður ikki
vánaligur ferningur. Vit
eru sera hugaðir at sleppa
at troyta teir óroyndu
meguleikar, sum nú verða
skaptir, tá Handilsskúlin
og Studentaskúlin vera
206. — 6. november 1991
Martia Petersen setir spakan í. Myndir Kalmar
bygdir saman. Lærara-
samstarvið, sum longu er
við at koma í fasta legu, er
bert ein byrjan. »Mangir
leikir í longum talvi«
plaga vit at siga — soleið-
is eisini her. Um vit
skuldu havt nýtt eina aðra
byrjan, aðrar variantar
ella onnur uppbýti, skal
eg lata liggja. Gævið satt
vit framyvir kundu telva
við fastari sannføring ella
sum J. P. Gregoriussen
tekur til:
Lýða vit Gud og lóg og
rætt,
og dyrka vit vísdóms ond,
tá birtist hjá foroyingum
ljósari tíð,
at skína frá strond til
strond.
Tá blómar tann kvistur,
er útrann av norrønum
runni.
Til seinast fari eg at
ynskja ellum teimum,
sum í dag og seinni koma
at verða við í hesum ar-
beiði góða eydnu og góðan
arbeiðshug. Vónandi
verða teir ikki raktir av
skaða ella óhappi.
Við einum ávísum iva
hevur skúlin dittað sær
heim á Sand í Seldarfirði
at keypa ein spaka, og vit
hava stillisliga — men av
einslistum — hvast hann í
tí trúgv, at hesuferð er tað
álvari, at Feroya Lands-
stýri og Feroya Legting
ætla at seta spakan í á
Kambsdali. Marita Peter-
sen, landsstýriskona, ger
so væl.
Takk fyri.
-nes.
Tøkk
Øllum tykkum, sum vitjadu ella vid
blómum, gávum, telegrammum og á
annan hátt mintust 80 ára fødingar-
dag mín, takki eg hjartaliga.
Anna Hovgaard
Tveroyri