mikudagur 31. mai 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 103 - 31. mai 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 103 - 31. mai 2000
Eyðun Klakstein
Fyri unga sóknarprestin í Klaks-
vík, Hans Eiler Hammer, er
norðoyastevnan ein familju-
stevna, sum hann gleðir seg til.
Nógv tiltøk - bæði andalig og
tímilig - eru at fara til, og há-
tíðardámurin er við til at sjóða
fólkið saman.
Men hann heldur, at tað er
fullkomiliga meiningsleyst, at
ein partur av fólkinum gongur
sjónliga ávirkaður av rúsdrekka
alla stevnuna.
- Summi minnast nóg illa,
hvat tey hava gjørt, og hvar tey
hava verið á stevnuni, og tað
skilji eg als ikki. Tað er ov nógv-
ur fyllskapur á summarstevn-
unum, og eg haldi, at fólk áttu
at hugsa um heldur at brúkt
meira tíð saman við familjuni,
sigur Hans Eiler Hammer.
- Eg havi búð í Noregi í fleiri
ár, og har upplivir tú ikki sama
fyllskapin sum á stevnunum í
Føroyum. Har kemur tað so at
siga ikki fyri, at fólk liggja av-
dottin, tá 17. mai til dømis
verður hátíðarhildin.
Hans Eiler Hammer hevur tik-
ið teologiska útbúgving í Nore-
gi, og hann hevur norska konu.
Saman eiga tey trý børn, og nú
búgva tey á Prestvegi í Klaks-
vík.
EIN PERSÓNLIG AVGERÐ
Hans Eiler Hammer, sum er 30
ára
gamal,
hevur
verið
sóknarprestur í Norðoya vestara
prestagjaldi síðani 1. juni í 1998.
Pápi hansara var trúboðari í
Føroyum, og barnaárini búði
Hans Eiler fyri tað mesta í
Hans Eiler Hammer,
sóknarprestur í Klaksvík,
gleðir seg til norðoya-
stevnuna, sum hann heldur
vera eina familjustevnu.
Men hann heldur tað vera
meiningsleyst, at fólk
ganga ávirka av rúsdrekka
alla stevnuna
Prestur gleðir seg
JAN SIMONSEN:
- Eg skal luttaka í einari talvkapping,
men tað fer ikki við so nógvari tið. Eg
ælti mær til Norðoyastevnuteitið
mikukvøldið, so eg havi sæð tað, áðrenn
fólk fortelja mær um alt, sum hevur verið
í tí. Síðani fari eg til kappróður, møta
fólki, ein túr í býin og so verður vónandi
eisini møguleiki at lurta eitt sindur eftir
nýggju fløguni hjá Iron Maiden.
MYND: JENS KRISTIAN VANG
Klaksvík og á Tvøroyri, har
pápin eisini virkaði.
- Hóast eg eri uppvaksin í
einum trúgvandi heimi, og tað
altíð hevur verð natúrligt, at eg
eri komin í sunnudagsskúla, á
møti og í kirkju, so havi eisini
verið noyddur at gera upp við
meg sjálvan, hvørja leið eg vildi
ganga. Tú kanst ikki vera
trúgvandi, tí foreldur tíni eru
tað.
Tú
mást
taka
eina
persónliga støðu, og tað varð eg
eisini noyddur at gera, sigur
Hans Eilier Hammer.
Og persónliga støðutakanin
fekk Hans Eiler at velja tann
teologiska vegin. Hann flutti til
Noregs, og í Oslo tók hann
teologiskt prógv.
- Tá vit fóru at hugsa um at
flyta aftur til Føroya, koyrdi eg
kring alt Føroyar við konuni. Eg
vildi vísa henni so nógvar kirkj-
ur og prestagarðar sum gjørligt,
fyri at hon kundi verða við til at
taka avgerðina um, hvagar vit
skuldu søkja prestastarv, greiðir
Hans Eiler Hammer frá.
- Eg segði ikki eitt orð um, at
Klaksvík stóð mær nær, tí eg
vildi hava hana at taka eina
støðu. Tá vit komu á Prestveg í
Klaksvík, segði hon, at har vildi
hon vera. Tað taki eg sum eitt
kall, og tað eri eg fegin um. Tað
er gott, at prestur verður kall-
aður til eitt starv, men hjúnar-
felagin skal eisini verða kall-
aður.
Hans Eiler Hammer fegnaðist
um orðini hjá konuni, men hann
greiddi henni frá, at har var
Henning Bøgesvang í starvi, og
har varð hann verðandi í nógv
ár afturat.
TAÐ ER IKKI ALTÍÐ LÆTT
Men í eini konfirmatión nakað
seinni, segði Bøgesvang fyri
Hans Eileri, at hann ætlaði at
gevast sum prestur í Klaksvík.
Hetta var á heysti í 1997, og
Bøgesvang segði, at hann fór úr
starvinum tíðliga árið eftir.
Hans Eiler var tá undir
útbúgving, og skuldi eftir ætlan
ikki verða liðugur fyrr enn á
jólum í 1998, men tá hann fór
aftur til Noregs, tók hann ein
rættiligan endaspurt við útbúgv-
ingini, og hann gjørdist liðugur
apríl mánaði í 1998.
Hann søkti starvið í Klaksvík
og fekk tað við teirri treyt, at
hann kundi taka við starvinum í
juni mánaði í 1998.
Hans Eiler Hammer kann tí á
norðoyastevnu halda tvey ára
dagin fyri, at hann fór í starv
sum prestur í Klaksvík.
Hesi bæði árini hava verið
hendingarík, og ikki minst sein-
astu vikurnar hevur Hans Eiler
verið nógv umrøddur í sam-
bandi við, at hann og tríggir aðr-
ir prestar hava noktað donskum
bispum at prædika í teirra kirkj-
um.
- Vanligt er, at prestar fara til
eitt minni prestagjald, tá teir
byrja, men eg eri byrjaður í ein-
um av teimum stóru prestagjøld-
unum, og tað hevur verið ein
serliga avbjóðing. Arbeiðið er
sera avbjóðandi, men tað er ikki
altíð lætt, sigur Hans Eiler
Hammer.
- Tað er til dømis ikki lætt, tá
framstandandi persónar í lokal-
samfelagnum – til dømis ein
skúlastjóri – vilja hava meg
burtur úr býnum. Tað er trupult,
tá tú skalt brúka so nógva orku
til at verja teg fyri álopum, tá tú
ístaðin kundi brúkt meira tíð til
uppsøkjandi arbeiði.
KÁRI POULSEN:
- Eg fari til øll tey stóru tiltøkini,
sum fólk vanliga fara til. Og so
fari eg helst eisini ein túr í býin.
FRÓÐI ISAKSEN:
- Eg skal arbeiða øll kvøldini
uttan leygarkvøldið, so tá ætli eg
mær í býin ein túr. Eg skal
krevja inn til kappróðurin og
annars veri eg kontrollur í
dansinum hini kvøldini.
KIRKJUFÓLKIÐ Í BÓLKUM
Hans Eiler Hammer sigur, at tað
ávirkar familjuna, at tað eru fólk
í býnum, sum ynskja hann, har
piparið grør, og at tað til dømis
verða savnaðar undirskriftir
ímóti avgerðini um at nokta
danska bispinum at prædika í
Christianskirkjuni.
- Men eg eri fullgreiður yvir,
at tað er ikki lætt hjá mær at
koma til Klaksvíkar at avloysa
Bøgesvang, sum var prestur her
í yvir 20 ár. Og tað hevur í
grundini verið størsta avbjóð-
ingin hjá mær.Bøgesvang var
væl dámdur í Klaksvík, men
hann hevði eisini trupulleikar
fyrstu árini, tí heldur ikki hann
var dámdur av øllum, sigur
Hans Eiler Hammer.
- Eg minnist, at Bøgesvang
eina ferð kom suður til Tvør-
oyrar at vitja okkum eitt viku-
skifti. Hann vildi bara sleppa
burtur frá øllum trupulleikunum
í Klaksvík í nakrar dagar. Hetta
var stutt eftir, at hann varð byrj-
aður í Klaksvík.
Hans Eiler Hammer sigur, at
hann ikki kann taka við leik-
lutinum hjá Bøgesvang.
- Vit eru ymisk sum prestar,
og síðani eg kom til Klaksvíkar,
havi eg roynt at gjørt tað, sum
eg havi hildið vera rætt.
- Í Klaksvík er støðan eitt
sindur serlig, tí kirkjufólkið
gongur í fýra bólkum. Tað eru
tey, sum hoyra heima í KFUM
& K, Emmaus, Solo Deo Gloria
og tey, sum bara koma í kirkj-
una. Tey hava ikki somu upp-
fatan av øllum, men hóast hetta
havi eg alla tíðina roynt at hildið
fast um, at eg eri prestur hjá
teimum øllum, sigur Hans Eiler
Hammer.
SKAL ALTÍÐ VERA TØKUR
Nú stendur norðoyastevnan fyri
durðum, og presturin á Prest-
vegi æltar sær at njóta stevnuna.
- Prestastarvið er øðrvísi enn
øll onnur størv, tí tú skalt altíð
vera tøkur. Um fólk ringja eftir
tær á miðjari nátt, so skalt tú
vera til reiðar at fara út, um tað
skal vera. Men onkursvegna
skal familjulívið eisini rigga, og
á norðoyastevnu royna vit at
hugna okkum saman, sigur
Hans Eiler.
- Vit eru nógv úti í býnum og
úti hjá fólki, og vit fara til al-
skyns tiltøk. Tey, sum leggja
skránna til rættis, duga óføra
væl at skipa soleiðis fyri, at tað
er nakað fyri øll.
Hans Eiler Hammer heldur, at
summarstevnurnar eru við til at
knýta fólk saman. Ungfólk fáa
nýggjar vinir á stevnunum, og
fólk møta gomlum kenningum
aftur.
- Men tað er keðiligt, er, at
tað er blivin so nógvur fyllskap-
ur á stevnunum, sigur prestur,
sum mælir fólki til at drekka
minna og halda norðoyastevn-
una meira sum eina familju-
stevnu.
Og onkrastaðni millum Prest-
veg og Vágstún, fótbóltsvøllin
og Klaksvíksveg, fer presturin
á Prestvegi at ganga og spáka á
norðoyastevnu.
Norðoyastevnan skal haldast,
og tað skal hon gerast saman
við familjuni.
»Tað er keðiligt, er, at tað er blivin so
nógvur fyllskapur á stevnunum«
»Tað er ikki lætt, tá framstand-
andi persónar í lokalsamfelagnum
– til dømis ein skúlastjóri – vilja
hava meg burtur úr býnum«
Tað eru nógv andalig tiltøk at
fara til um norðaoyastevnuna.
Sunnudagin klokkan 11 verð-
ur gudstænasta í Christians-
kirkjuni, har Niels Pauli Dan-
ielsen, sóknarprestur, fer at
prædika.
Fríggjakvøldið verður ung-
dómsgudstænasta í Christ-
ianskirkjuni, og hesari stendur
Hans Eiler Hammer, sókn-
arprestur, fyri. Á hesi guds-
tænastu verður eitthvørt tón-
leikaligt ískoyti eisini á
skránni.
Samkoman í Betesda hevur
evangeliskar fundir bæði í
Betesda og í Vágstúni. Møti
verða eisini í Solo Deo Gloria,
KFUM & K og Emmaus.
Nógv andalig
tiltøk
Tvey stór fólkalig tiltøk eru á
norðoyastevnu. Leygarkvøld-
ið er midnáttarsamkoma í
Vágstúni. Kyndlagonga kem-
ur í Vágstún, og Hjalmar
Waag Árnason, sum er er ís-
lendskur altingsmaður, men
sum er av føroyskari ætt, fer
at røða. Aftaná verður fýrverk
á Vágsbøi og síðani felags-
sangur.
Sunnudagin er fólkafundur
í Vágstúni. Skrúðgonga við
Klaksvíkar
Hornorkestri,
skótum og ítróttarfólki fer úr
Klaksvíksgarðinum
og
í
Vágstún, har Andras Sólstein
skal flyta fram røðu. Hetta ger
hann vegna Klaksvíkar Horn-
orkestur, sum júst hevur hildið
rundan føðingardag.
Andras og
Hjalmar røða
Granskingin
opið hús
Granskinarverkæltanin fyri
Økismenning, sum heldur til
á gomlu politistøðini í Klaks-
vík, hevur opið hús á norð-
oyastevnu.
Fríggjadagin frá klokkan
17.00 til 20.00 eru hølini opin
fyri almenninginum, og aftur
leygardagin frá klokkan 11.00
til 14.00 kunnu fólk støkka
inn á gólvið á gomlu politi-
støðini, sum nú verður nýtt til
gransking.
MYND: JENS KRISTIAN VANG