Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. november 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LE ur EG * hr TLS UD! S íða 16 SN sosialurin 1 Nr. 208 — 8. november 1991 NSÍ sløsadi sær |sigurin burtur Tad gingu heilir åtta og ein hålvur minuttur (8:38), áðrenn nakað mål kom i dystinum millum Skåla og NSÍ mikukveldið. Málverjarnir báðir, Annika Gregersen, NSÍ, og Andrea Weihe, Skála, vardu báðar sera væl. Og tað var fyrst og fremst teimum at takka, at onki mál kom fyrr í dystinum. Annars var dysturin merktur av, at verjurnar báðar stóðu seg væl og álopini ikki vóru tey Í dystinum á Skála mikukvøldid millum Skála og NSÍ hevði NSÍ » betra takið í dystinum, men megnaði ikki at binda um heilan fing- Sengdin ur í avgerandi løtunum, og tapti ti dystin tepurt við einum máli 1. deild kvinnur Skåla—NSI 14—13(4—5) Málskjúttar fyri Skála: Sóley Mikkelsen 9, Bjørg Mikkelsen 2, Såsanna Kalls- oy 1, Paula Jacobsen 1 og Anna Maria Berthelsen 1 Málskjúttar fyri NSÍ: Anja Poulsen 4, Beinta Han- sen 3, Laila Davidsen 2, Oydis Jacobsen 2, Hildur Jacobsen 1 og Mona Hansen 1 i. Utvisingar: NSI 2 Démarar: Dånjal Jarnskor og Stein- ålvur Gudmundsson úr GÍ NSÍ fekk fyrst hol á. Tær vóru á odda 2—0 áðrenn Skála fekk nakað mål. Hóast NSÍ tóktist vera betri fyri enn Skála, eydnaðist ikki at vinna grannadystin mikukvóldið á Skála. Arkivmynd: Hilmar Jan Til veitsluna, fødingardagin, brúd- leypið og, ikki at gloyma jólaborðið, kunnu vit bjóða: Lítla kalda borðið Stóra kalda borðið Tveir rættir við kaffi Tríggjar rættir við kaffi Ringið, og fáið eitt sera biligt tilboð! Við Oyggjarvegin TIf. 17500 Skála javnaði síðan til 2—2. Eftir tað gekk javnt á og var hálvleikssteðan 5—4 til NSÍ. Í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á. Skála javn- aði einaferð til 6—6, NSÍ kom so aftur á odda 8—6, áðrenn Skála fekk eitt gott hál og legði seg fram um 10—8. Mesti málmun- urin var, tá Skála var á odda 1—9, men NSÍ slepti tó ongantíð endanum, men togaði inn. Tá dystur- in var lokin, var steðan 14—13 til Skála. NSÍ betra liðið NSÍ var tað frægara liðið. Tær vístu til tíðir gott spæl. Serliga Anja Poul- sen og tann unga og kvíka Beinta Hansen gjørdu um seg. Tær vóru saman við málverjanum Anniku Gregersen tær bestu hjá NSÍ. Tað sær út til, at nýggi venjarin Jens Mart- in Knudsen kann seta tær upp á pláss og fáa tær at leika hondbólt við skili. Sterkar sum tær eru í verjuni, so hevdu tær rættiliga gott tak á spaka skálaálopinum. Sjálvar hevdu tær tó trupulleikar at fáa mál. Men sum gongdin var í fyrra hálv- leiki og tað mesta av seinna, so sá út at NSÍ fór at vinna. Men so varð ikki. Sjálvt um Sóley Mikkelsen hevði ein ringan dag, so kláraði hon at bjarga Skála sigur- in við at gera níggju mál. Álopið hjá Skála var uttan bit. Og tá Sóley ikki hevði ein av sínum bestu døg- um, so var ikki nógv veiggj í. Verjan hjá Skála virkaði tó betur. Aftur hesaferð vóru tað Bjørg Mikkelsen og málverjin Andrea Weihe, ið royndust bestar í verjuni. Meðan ongin kann nevnast fyri gott álopsspæl hendan dystin. Við bert einari hóttan kemur Skála ikki langt. Uppiborið? NSÍ hevði møguleikarnar, men tær tóku ikki Soley í álvara, tí hon ikki hevði ein góðan dag. Tær hevdu annars tamarhald á ellum hinum í Skálaálopinum. Tað endaði tó við at Skála fór við sigrinum. Tit ringja Sosialurin, tf. 11820 — vit skriva