leygardagur 9. november 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Politiið leitaði allan gjár eftir
sjúklinginum, sum
håskvøldid út móti midnátt var farin út av sjúkrahúsinum.
Politiið hev-ði hundarvið til at leita. Men hundarnir kundi
ikki hjálpa, tá maðurin var farin nógv longur, enn nakar
grunaði. Mynd: Kalmar
Sjúklingur +
funnin úti
Politiið í Havn leitaði allan
fyrrapartin í gjár eftir einum
manni, sum stutt eftir
klokkan ellivu h6skvøldid
far farin út av Bl á sjúkra-
húsinum.
Eingin helt, at tann 60 ára
gamli maðurin kundi vera
farin langt, tí maðurin var
sjúkur, og leitað varð ti bara
nærindis sjúkrahúsinum.
12 tímar eftir at maðurin
var farin út av sjúkrahús-
inum, kl. ellivu gjáramorg-
unin, boðaði ein bussførari
frá, at hann sá ein mann
liggja á bønum í Havnar-
dali.
Maðurin varð í skundi
fluttur á sjúkrahúsið. Hann
hevði mist vitið, men
politud sigur, at hann
koruni var væl fyri, tå
hugsað verður um, at hann
hevur ligið úti í 12 tímar.
randi
Nr. 209 — 9. november 1991
Tórshavnar Skipasmiðja arbeiðir við ymsum ætlanum:
& Oljuvinnan er ein
av moguleikunum
Eins og alla aðrastaðni í
føroyska samfelagnum i
dag, sansar eisini at innan
skipasmid.
Tórshavnar Skipasmiðja,
ið framum hinar báðar
hevur klárað at hildið sær
uppi, hóast nýbygging av
skipum hevur verið eins
forkunnug og lundi á jóla-
nátt, hevur nú borðreitt við
sínum fyrstu uppsagnum
av 12 starvsfólkum.
At vantandi arbeiði hev-
ur uppsagnir við sær, er
náttúrligi vegurin, men
hvgrjar ætlanir hevur so
Tórshavnar Skipasmiðja í
komandi tíðini, so arbeiði
og arbeiðspláss kunnu fá-
ast aftur.
Trýr ikki uppá nakað
»Eg havi sum so ongar
aðrar viðmerkingar til tað
enn tær, at vit arbeiða við
einum máli í løtuni,« sigur
Poul Mohr, stjóri á Tórs-
havnar Skipasmiðju. >Men
tað sigi eg einki um, fyrr-
enn eg veit nakað, og tað
geri eg ikki í løtuni. Tað
havi eg ikki ánilsi um, og
ei heldur veit eg, nær nak-
að verður greitt tí viðvíkj-
andi.
Skipasmiðjustjórin
sigur, at í hesum døgum
má ein bara royna sum
frægast at vera úti um seg
fyri at finna nakað, og so
bara vóna, at nakað er:
„Men ikki sær serliga
bjart út, og eg má bara
siga, at eg trúgvi ikki uppá
nakað longur, sum tað sær
út nú.<
Skal til Aberdeen
Hóast Poul Mohr ikki vil
siga nakad um, hvat hann
og teir å skipasmidjuni
annars royna at finna útav
í løtuni, so kann Sosialurin
kanska koma við einum
lítlum stikkorði, so lesarin
ikki situr eftir við ongum.
Frá rættiliga álítandi
keldum frættir Sosialurin,
at Poul Mohr ein av fyrstu
døgunum skal til Aber-
deen i arbeidsørindum, og
vil keldan somuleiðis lata
okkum vita, at tað hevur
nakað við bátar til olju-
vinnuna at gera.
Men um talan er um
bygging ella umbygging
av sokalladum supply -bát-
um, er einki at frætta um,
men á hasum leiðunum
skulu so grindi skipa-
smiðjustjórans vera sam-
bært góðu keldu okkara.
hj.
Betri tænastu
til slaka hálva
mið. ferðandi
Tá Smyril kom á Havnina
úr Suðuroy hóskveldið,
varð nýggja farstødin á
Bursatanga alment tíkin í
nýtslu. Fyrstur í land, eftir
at havnanevndarformad-
urin, Páll Petersen, hevði
klipt silkibandið, var
býráðsformaðurin á Tvør-
oyri, Dånjal av Rana.
Saman vid ødrum um-
boðum fyri býráðið á
Tvøroyri var hann boðin til
Havnar hendan dag at
hátíðarhalda hendan
nýggja hentleikan, sum
ikki minst kemur ferða-
fólki ul og úr Suðuroy til
góða. Hesi eru áriliga
millum 80 og 100.000 í
tali.
Hesum takkaði Dánjal av
Rana eisini fyri. Hann
fegnaðist um tey framstig,
bæði á sjógvi og landi,
síðani hann fyrstu ferð
kom til Havnar fyri
mongum árum síðani.
Ferðin tók meginpartin av
einum degi, og tað var als
ikki ætlan hansara at koma
ul Havnar hendan dagin.
Hann skuldi av í Skálavík,
men har var ókyrt so einki
annað var at gera enn at
fylgja við longu leiðina
heilt ul Havnar.
Poul Michelsen, byråds-
formadur greiddi frå
broytingunum å havna-
økinum. Fyri tiggju årum
síðani fóru menn at tosa
um at fáa ferðafólkini
heim á Bursatanga og
góðsið út á molan. Nú er
hetta gjørt og hann helt, at
funnin er ein praktisk og
góð loysn. Býráðsformað
urin segði, at tað hevur
eisini verið átrokandi a
geva teimum mongu ferð
andi, sum koma um Havn
ina, betri sømdir. Hann
vísti á, at árliga koma og
fara 350.000 innanoyggja
ferðadi um Havnina og
53.000 í samband við
uttanlandssigling. Bílarnir
eru heldur ikki so fáir
110.000 innlendis og
11.300 í samband við
utanlandssigling.
Nýggja farstødin kostar
nú hon er lidug sjey
milliónir, og tað ger ar-
beiðið við broytan av
bryggjuni á Bursatanga
eisini.
Tað verður Strandferðs!-
an sum skal reka far-
stødina, sum hon leigar frå
Tórshavnar Havn.
tór.-
Nú er nýggja farstødin
alment tikin í nýtslu.
Mynd: Kalmar