Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. november 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 SAMFELAGSSTEVNA Í EBENEZER Endamálið er at styrkjast í náðini Fyrra partin í november mánaða á hverjum ári stevnir nógv fólk til Havnar á samfelags- stevnu hjá Ebenezer sam- komuni. Hetta er siður, sum hevur verið aftur- vendandi í næstan sjeyti ár, og fyri tey, sum koma saman, kennist hetta sum hegtíðardagur. Breðrasamkomurnar í Feroyum eru ikki saman- bundnar í formligum landsfelagsskapi. = Hver samkoma hevur ábyrgd fyri sær sjálvari, og tað er samkoman í Ebenezer, sum í hesum ferinum bjóðar ellum hinum sam- komunum og Feroya fólki annars til samfelags- stevnu. Samfelag og evangeliið Hvat er endamálið við slíkari stevnu, spyrja vit Jukim Olsen, sum hevur sína dagligu gongd í Ebe- nezer, og hann greiðir so- leiðis frá: = — Taðdiggur í navnin- um samfelagsstevna. Tað vil siga, at fólk við felags trúgv koma saman og hava feiagsskap hver við annan. Trúarfelags- skapurin byggir á evangeliska > bodskapin, soleiðis sum hann verður settur fram i Nyggja Testamenti, har ævigt liv verður boðað vid áliti á Kristus og uttan menn- iskjaverk. Tað verður kallað náð- innar evangelium, og vit kunnu siga, at felags- skapurin botnar í gleðini um náðina. Í Hebreara- brævinum verður sagt, at tað er gott, at hjartað verður styrkt við náðini, og hetta er soleiðis. Við at áminna og uppmuntra hvenn annan fáa vit nýggja styrki til gerandis- dagin. Hóast samfelagið verð- ur sett fremst, so eigur evangeliski parturin ikki at verða gloymdur. Tað vil siga, at gleðiboðskapurin verður boðaður við tí fyri eyga, at fólk skulu gerast varug við sína uppruna- liga steðu, og hvussu Guds kærleiki fevnir um hvenn einstakan. Hetta er ikki minni týðandi, tí ein samkoma, sum ikki boðar evangeliið, hon er ikki ný- testamentlig samkoma. Annan týdning enn fyrr Men hevur skk stevna sama týdning í dag, sum hon hevur havt fyrr? — Tað hevur hon ikki, men vit leggja framvegis stóran týdning í hana, tí bjóða vit aftur og aftur til stevnuna. Fyrstu árini vóru merkt av lítlum sambandi oyggj- anna millum. Tá skipini vóru komin aftur seinna- partin av september, og alt arbeiðið í tí samband- inum var fingið frá hond- ini, varð samfelagsstevn- an hildin. Hetta var kanska einasta ferðin á árinum, tey sóust, sum komu saman á samfelags- metunum. Vit kunnu ímynda okk- um, hvenn týdning tað hevur havt fyri menn, ið gjøgnum summarið einsa- mallir ella saman við ein- um ella tveimum eðrum ødrum hava roynt at fram- borið Guds orð umborð á sluppunum, at teir eftir lokið stríð kundu koma saman við nógvum av sín- um javnlíkum. Fyrr var tað soleiðis, at teir legdu stevnuna at vera eina viku, tá tað var harður streymur. Vit hugsa ikki í sama mun um hetta longur, og hetta gevur kanska ábendingar um samfelagsbroytingar- nar. Skipslívið og útróðurin eru ikki skipað, sum fyrr, og samferðslan ger, at fólk hittast nógv títtari. Men vit leggja stóran týdning í samfelagið, og vit merkja, at tað gera tey eisini, sum koma til Havnar hesar dagarnar. Ikki minst seta vit prís uppá, at gestirnir vitja inn á gólvið hjá okk- um. Nútíðin ber í sær, at fólk fara heiman i frá til tiltøk, sum eru avbygd og koyra heim til hús at sova. Í inn- bjóðingini til samkomur- nar er undirstrikað, at vit seta stóran prís uppá, at tey, sum koma, búgva hjá okkum í samkomuni i Ebenezer. Í sambandi við týdning- in av samfelagsstevnuni, rennur mær ofta í huga eitt erindi, sum Jóan Pet- ur uppi í Treð ella I.P. Gregoriussen yrkir í >So harður er streymur í Fer- oya firði<: Her fólki samlast á fundum fegin, her kennningar metast, her nerist gleðin hjá fólki í Føroyum; og minnini góð berast fram, gera sinni fró og kvlig í Føroyum. At minnini góð verða borin fram og at gleðin nerist, tað kann sigast um samfelagsstevnuna, bæði fyrr og enn í dag. Nógv tilrætta- legging Hvussu leggja tit stevnu fyri so mongum luttakar- um til rættis? — Vit kunnu býta til- rættaleggingina í tveir partar: tann, sum beinleið- is viðvíkur tí, ið fer fram á fundunum og so tað, ið er neyðugt afturat. Taka vit fyrst andaliga partin, so eru vit av tí sannfering, at hin livandi og altvaldandi Gud er og lenir teimum, sum sekja hann. Tí verður nógv biðið upp undir slíka stevnu, bæði heima við hús og eis- ini í samkomunum. T.d. hava vit í fleiri vikur havt bønarmøti i Ebenezer hvenn morgun millum klokkan sjey og átta á morgni og aftur seinna- partin. — Vit kenna eisini á- byrgd yvirfyri at tilrætta- leggja hvert einstakt meti. Hetta hevur ikki verið tað, ið hevur eyð- kent vanligu metini hjá samkomunum í Feroyum mest, men síðan eina ferð í fimtiárunum hevur samfe- lagsstevnan í Ebenezer verið alt meira tilrætta- løgd. Leikmenninir — Vit hava heitt å menn, sum vanliga framhalda Guds orð kring landið, um at vera til reiðar. Summar á uppbyggingarfundun- um um morgnarnar og seinnapartarnar og aðrar á evangelisku fundunum um kveldarnar. Trúboðar- arnir, sum virka í sam- Síðani 1924 hevur sam- koman Ebenezer bjóðað til samfelagsstevnu komunum, verða nýttir i stóran mun við slik høvi. — Eg minnist frá mín- um yngru árum, at tað hevði stórt árin á meg og onnur við, tá vanligir verkamenn bóru boðskap- in fram. T.d. verður hugs- að um Julius á Viðareiði, sum búði í Klaksvík og var útróðrarmaður og Jóan Carl í Leirvík og Ed- vard í Svínoy, sum eisini baldust á sjónum. Slíkir vóru leikmenn í orðsins sanna týdningi. Samfelagsbroytingarnar seinnu árini við ektari skúlagongd hava gjørt, at tað ímillum teirra, ið bera orðið fram, er longri mill- um teir, sum eru seg sjálv- ir, um eg so má siga. Tað tykist sum vit verða alt meira skorin eftir sama leisti. — Og so skulu vit ikki gloyma sangkórini, sum venja við stevnuni fyri eyga. Felagskór úr Ebe- nezer, Betesda í Klaksvík, Siloa í Fuglafirði og Nebo á Toftum við einastaðni millum 150 og 200 sangar- um er við til at seta ser- ligan dám á. Tey syngja vanliga hálvan tíma und- an hverjum fundi, einar tveir ella tríggjar sangir undir fundinum og so aft- ur, meðan fólkið fer út. Leiga ítróttarhellina Hin parturin av fyrireik- ingini er m.a. at fáa høli til vega, tekniskar fyrireik- ingar og so alt tað, sum verður syrgt fyri heima við hús. Ebenezer rúmar meira enn 1000 fólkum, men tað eru longu mong ár síðani, at fólkið, sum savnast um Jukim Olsen: Samfelags- „Nr. 209 — 9. november 1991 AE. stevnan hevur framvegis stóran týdning vikuskiftið, ikki rúmaðist har. Tí verður ítróttarhell- in á Hálsi leigað leygar- dag og sunnudag. Stórur dentur verður lagdur á, at hoyrilíkindini eru góð, og teknikararnir syrgja eisini fyri, at ljóðið kann sendast av landin- um. Kristnastova í Keyp- mannahavn og Malta í Hirtshals fáa okkurt bein- leiðis niður, og so hevur Útvarp Feroya í fleiri ár beinleiðis varpað seinasta fundin út. Hann er sunnu- kveldið kl. 19. Nógv fólk kemur til Havnar, og nógv verður gjert burtur úr at sýna blíðskap. Tað vil siga, at nógv stákan er við hús. Millum seinnaparts- og kvøldfundin leygardagin verður nátturði bjóðaður í ítróttarhellini til ell, sum hava hug at vera við, og tað krevur sítt. Fríggja- kveldið og leygarkvøldid hevur ungdómurin opið hús í Ebenezer, og í tí sambandinum eru eisini fyrireikingar. — Tíbetur eru tað nógv- ar hjálpsamar hendur, so tað praktiska plagar at ganga væl. Tað eru vit takksom fyri, sigur Jukim, sum enn eina ferð leggur afturat, at øll eru hjartaliga vælkomin til fundirnar, sum verða í Ítróttarhellini á Hálsi í dag og í morgin, bæði seinnapartarnar og um kveldið. -nes.