týsdagur 12. november 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 210 — 12. november 1991 ;
'elagskørid royndi seg fleiri ferðir
verið meira, kanska veðrið
er orsgkin." Hetta er
avbera nógv, serliga tá
hugsað verður um, at
undir tíggju prosent av
føroyingunum hoyra til
brødrasamkomuna.
innan úr høllini
ljómar kórsangur. Tað var
felagskórið, sum varmaði
upp. Ítróttathgllin er
somikið stór, at uttan
vælvaksnar hátalarar, so
kennist songurin veikur,
tá ein stendur aftast í
høllini. Songurin var
vakur og uttan iva hevur
tað ljóðað gott í
útvarpinum, sum sendi
beinleiðis.
Klokkan slóð og
metið byrjar. Brødrasam-
koman dugir at skipa fyri,
ikki eitt einasta fólk stóð.
Stólar vóru til øll og tey
sum komu seinni, fingu
øll ein klappst6l í
hondina. Disiplin valdaði
eisini, sjálvt um hundrað-
tals børn vóru við foreld-
runum, so var næstan
eingin válan og óljóð. Her
var andakt og 3000 eygu
stardu at talarastólinum og
kórinum aftanfyri.
"Guð við tykkum inntil næstu ferð..." varð sungið at enda
Umvending
Talurnar høvdu uttan
undantak sama endamál, at
fáa áhoyraran at steðga á
og umhugsa um hann
hevði funnið frelsuna.
--Vinur, tú sum situr
her í kvøld, hevur tú
opnað títt hjarta fyri
honum, tí einasta sann-
leikanum, Jesus Kristus,
frelsara okkara. Hevur tú
ikki, so tak støduna til
hansara ídag, vend um, tak
Jesus í títt hjarta. Hvør
undurfull dýrd er tað ikki
at halda seg til hann..."
Gjøgnum talurnar varð
eisini tosað við tey, sum í
mong ár høvdu roynt at
finna frelsuna, men sum
ikki høvdu verið nóg opin
til at sleppa Jesusi inn.
Víst var á, at tað ongantíð
er ovseint at umvenda seg.
Fordømingin horvin
Tað stríð sum í mong
ár hevur verið millum
trúarbólkarnar í Føroyum
tykist at vera av. Í hvussu
er var ikki eitt einasta
høgg at hoyra, á sam-
felagsmøtinum, móti hin-
um samkomunum í land-
inum. Og heldur ikk:
móti fólkakirkjuni.
Ikki eitt orð um
dópin, ið er høvudsevnid,
sum skilur brødumnar frå
eitt nú fólkakirkjuni. Ikki
eitt sekund varð nýtt til at
viðgerða, um tað var
rættari at doypast sum
null ára gamal ella fimtan
ára gamal. Nei metið
snúði seg um høvuds-
boðskapin í nýggja test-
amenti, at tann sum
vendur um og gevur sítt
lív til Jesus, hjá honum er
lønin vís. Tað fyrireikandi
arbeiðið hevur Jesus gjørt
á Krossinum, har hann lat
lív fyri okkum.
Bert ein sannleiki
Poul Færg nevndi í
talu síni, at hann hevði
hitt ein mann, helst var
hesin ávirkaður av rús-
drekka, hesin hevði sagt:
--Poul, tú veist, at tað
er bert ein trúarbólkur í
Føroyum, sum sigur
sannleikan, eg veit tú ert
samdur við mær í hesum.
Poul hugsaði seg um
og svaraði: --Tað er ikki
tín ella mín meining um
sanleikan sum er avger-
andi. Tað er ikki mein-
ingin hjá teimum
einstøku trúarbólkunum,
sum er avgerandi.Tað er
sjálvur sannleikin og
sannleikin er persónurin
Jesus Kristus,—
Sangurin berandi
Sangurin hjá brødra-
samkonuni hevur altíð
verið góður. Teir hava
tikið ta angelikansku
songtraditiónina av
heilum hjarta til sin og
hon er munandi lættari
enn tann stirvna
germanska, sum sjongrar í
fólkakirkjuni. Tó skal
sigast, at hetta er munandi
býtt um nú við nýggju
sálmabókini.
Við at blaða gjøgnum
sangbókina hjá
brødrunum fann eg útav,
at um teir høvdu tikið átta
sangir við afturat, so var
talið tólvhundrað fult.
Navnframi trúboðarin hjá
brødrunum Victor
Danielsen hevur verid ein
ótrúliga virkin maður.
pr»
Orð: Jústinus Eidesgaard
Myndir: Hilmar Jan Hansen
Hann hevur týtt ein stóran
part av útlendsku
songunum í bókini og tað
er ikki smávegis.
Tá samfelagsmetið var
endað stemmaði kórið í
vístu tað besta tey áttu
hetta kvøldid. Bert spell,
at ein skuldi verða órógv-
aður av fólki, sum var á
veg til hús, meðan kórið
kýtti seg.
Løtu aftaná at metið
var endað, var ítróttar-
høllin á Nabb ruddað. Ein
rúgva av ungfólki gjørði
hetta arbeiði. Gerandis-
dagurin hjá brødrunum er
aftur veruleiki og teir
kunnu sodna andaliga
førningin til samfelags-
møtini verda uppaftur
tikin. Hetta verdur til vårs
og tå verda møtini hildin
uttanfyri Havnina
Dámuhattarnir eru framvegis imponerandi i Bróðrasamkomuni
ps ren
AN