Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. november 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Rx FAO 5 Nr. 211 — 13. november 1991 Sida 17 Javnadarflokkurin må velja: Frank ella figgjarskil Javnaðarflokkurin hevur altíð vitað, hvat vinnulig og sosial trygd hevur at siga fyri hin einstaka. Fíggjarlig ervitisprojekt til lítið samfelagsgagn mugu ikki fáa hann at gloyma tað í hesum trongu tíðum. Flokkurin má nú síggja til at brúka fíggjarlógina sum eitt stýriamboð, so fólk sleppur til arbeiðis aftur. Samfelagsmenning- in má sjálvandi halda fram, og leingi kann tos- ast um, hvert tað er rætt at gera tunnil til Gásadals og undir Vestmanna- sundi. Men sum er, hava vit ikki ráð til tess. Mín vón er, at Javnað- arflokkurin ikki offrar seg fyri Frank Davidsen í staðin fyri Feroya fólki. Flokkurin má tykta vága- tingmannin og eisini sín politiska makkara í Tinga- nesi og leggja dent á vinnu- og útflutnings- fremjandi tiltøk, ið kunnu fáa ta hart raktu ar- beidarafjøldina til arbeiðis aftur. Ger hann ikki tað, so verða vit vitni til uppaftur sterri vinnuloysi og verri sosiala trygd: trýstið, ið vágatunnilin fer at leggja á landskassan, fer at verða tikið inn aðrastaðni úr kassanum. Hinvegin: Sker arflokkurin ígjøgnuu., so stendur hann framvegis sum tann virðiligi flokkur, ið er við til at tryggja fer- oysku arbeiðarastættini vunnin politisk og sosial rættindi og eitt samfelag í menning framyvir. Heilsan Birgir W. Hegnesen Nøkur orð til Vilhelm Johannesen Tað tykir mær nokkso tungt at fara í blaðið at skriva ímóti tær, men satt at siga tykir mær tað ov- boðið nú: Tá ið tú plagar at vera her í Sandoynni og halda fundir við okkum, hevur mær altíð dámt væl at lurtað eftir tær, men satt at siga eri eg farin at ivast, um tú nú er so góð- ur landspolitikari, sum tú letur at á fundum. Ég haldi tað er meira sum Nólsoyar Páll segði á sinni: >Vertin á hvat ann- ar fær, eg skal nera at mær«. Eg unni klaksvikingum alt gott, men eg ivist i um tit nå eiga handa partin i Barentshavinum sjálvir, er tað ikki landsstýrið, sum samráðist fyri okkum føroyingar um fiskakvot- ur. Vit her i Sandoynni hava nyliga lagt rygg til at keypa tvey fiskavirki, sum vóru farin á húsa- gang, vit eiga ongar kvot- ur, hverki í Barentshavin- um ella á Flemmish Cap, men mugu seta álit á egnar grunnar og kemur tað sera væl við, sum vit kunnu fiska við Íslands- strendur. So eg fari at biðja teg sum landspolitikara um eini góð ráð, hvussu vit kunnu fáa ráveru til virk- ini í Sandoynni, tí hon manglar í dýra dómar. Tað, sum fekk meg ser- liga at skriva, var tað, at tá ið nakað er, sum ikki gongur eftir tínum hevdi, so stendur tú sum ein var- hundur og goyr nú um- hugsi eg at slíta sam- gonguna; og hvat so? Í tvey, trý hesi seinastu árini hava allir flokkar á tingi sitið í samgongu eina stutta tíð, fyri at stinga halan millum beinini og so lata fólk og land liggja í stjórnarloysi. Fyri einum ári síðani var legtingsval, og bleiv tað valt soleiðis, at núsit- andi landsstýrisflokkar kundu fara í samgongu. Og sjálvir hava tit løg- tingsmenn valt lands- stýrið, sum eftir mínari metan eru dugnafólk, ið við styrki frá tykkum løg- tingsmonnum, kundu fingið tað at gingið aftur á rætta leið. Eg verðið noyddur at spyrja til seinast, hvussu er samvitskan hjá einum legtingsmanni, tá ið hann hevur slitið samgonguna fyri eitt lokalmál? At enda til legting og landsstýri: Leggið alt í Guds hendur og roynið sum best øllum landinum og øllum fólkinum at frama. Á Sandi í kolandi stormi tann 11. november, Mortansmessudag 1991 Sólvit Simonsen Spurnarkappingarnar og réttu årstølini Vit sita ell meira og minni spent og lurta eftir kapp- ingunum í Útvarpi ella Sjónvarpi — og so hendir tað, at vit hildu okkum hava rætt, men fáa at vita frá »démarunum«, at árs- talið var eitt annað. Av og ing innan- og uttandura. Ókeypis vegleiðing og tilboð verða givin. VIT KOMA UM ALT LANDIÐ. á koma teir afturumaftur kveldið eftir at siga frá, at okkurt var ikki beint teir segdu. Nú leygarkveldið var ein spurningur nær vatnverkið í Havnadali varð tikið í nýtslu — og segðist rætta árið at vera Vit gera gamla gólvið sum nytt Vit eru serútbúnir innan gólválegging v.m. Slípa, avsýra, lakkera træ, kork, vinyl, flísar, trappur. Lútviðgera gamalt. Djúpreinsan av teppum og linoleum. Flisaålegg- Latið fakmannin gera arbeiði. Gólvtænastan Tlf. 18875 1966. Av åvisum orsøkum var eg ikki i iva um at årstalid var 1964. Fór ti at leita — og rætt var, árstalið skuldi vera 1964. Brunnurin, sum tikin varð í nýtslu tekur 40.000 m' av vatni — og lagt varð afturat, at tá liðugt verður at byggja brunnarnar í Havnadali, verður ikki neyðugt at útbyggja aftur fyrrenn íbúgvaratalið í Havn verður 25.000. Men hóast tann >prog- nosan< heldur ikki helt, er tað vist, at vatnbrunnurin í Havnadali varð tikin í brúk í august 1964 — ikki í 1966. Viðvíkjandi landsstýri- sins forboði móti náttar- koyring undir oljukreppu- ni í 70'unum, so var rætta årstalid 1973 og ikki 1974, at forboðið varð sett i verk. tortrúgvin Fulltrú Í Landsskúlafyrisitingini er eitt avloys- arastarv sum fulltrúi við cand. polit., cand. oecon., cand. merc. ella sam- svarandi útbúgving fyribils í 1 ár leyst at søkja til setanar skjótast til ber. Starvsuppgávurnar fevna um m.a. hesi åbyrgdarøki: — Fíggjarlóg fyri undirvísingarverkið og stovnin. — Figgjarstyring: Arbeitt verður við einari nýggjari fíggj- stýringarskipan, sum viðkomandi verður at fremja og menna. — Eftirlit við figgjarvidurskiftunum innan undirvísingarverkið. — EDV-mál: Leggja ætlanir um EDV-loysnir við stødi í lystum tørvi og krøvum, EDV-út- byggingar og EDV- íløgur. — Hagtol: Skipa hagtalsvið- gerðina innan undir- vísingarverkið. — Lønarumsiting: Lønarutgjaldingar í folkaskulanum 0.a. Harumframt skal vidkomandi åtaka sær dagligu leidsluna å Studulsstovni- num, sum umsitur lestrarstudul og lestr- arlån til føroyingar undir útbúgving. Vidkomandi skal åbyrgdina av: hava um hendi 1. ÚS-skipanini — studningi og láni til lesandi undir útbúgving i Føroyum. 2. Ískoytisskipanini — ferðaískoyti til føroyingar, ið lesa uttanlands. 3. ÚSUN-skipanini — studningi til for- oyingar, ið lesa uttan fyri norður- lond. Harumframt at umsita afturgjalding- ina av lánum. Fyri tann rætta er hetta eitt starv við fjølbroyttum uppgávum á einum stovni í stødugari menning og góðum arbeiðs- umhvørvi. Starvid verdur lønt sambært såttmåla millum Føroya Landsstyri og Buskapar- og Legfroðingafelagið. Umsóknir saman við prógvum og møguligum ummælum skulu verða Landsskúlafyrisitingini, Falkavegi 6, Postrúm 3279, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. november 1991. Tórshavn, tann 7. november 1991 LANDSSKÚLAFYRISITINGIN