mikudagur 13. november 1991síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FA, Tit ringja — vit skriva
| Er nakað á våsi? — tvamál?
Ein spurningur, eila tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar !
Telefon 118 20
veðrið
Eitt djúpt lágtrýst und-
ir íslendska Suður- og
Eysturlandinum rekur
komandi dagarnar móti
Suðurnoregi og elvir til
kaldar luftrák móti Fer-
oyum norðaneftir
Mikudagin
Fyrrapartin frískt lot
til strúk í vindi, uml. 10
m/s, av eystri við regni
og bert toluligum sýni
frá morgninum, men
betri sýni og ælingi út á
dagin. Móti kveldi etlar
hann veðrið upp í skrið
ella storm, 20—25 m/s,
av landnyrðingi og
norði við regni og váta-
slettingi. Hitin um dag-
in millum 4 og 7 stig,
um kveldið og náttina
umi. 2 stig
Hosdagin og
friggjadagin
fo
Hósdagin sami nógvi
vindurin, 20—25 m/s,
hegt við kava- ella hegl-
ingsælingi, men góðum
sýni millum ælini. Hitin
um dagin omanfyri
frostmarkið, um náttina
niður í 3 kuldastig.
Friggjadagin hvassur
vindur upp í skrið,
13—18 m/s, hegt, við
kava- ella heglingsæl-
ingi, men eisini sólar-
glottum. Hitin um dag-
in uml. á frostmarkin-
um, um náttina niður í 3
kuldastig
12. november:
14. november:
21. november:
Månin longst frá jørdini
Fyrra kvarter
Fullmåni
Herólvur við nýggjum rock'n'roll-bandi:
Føroya næst-
Í gjár kom eitt nýtt tón-
leikaband á tann føroyska
marknaðin. Talan er um
bandið >Young and
beautiful«, sum tann á
føroyska tónleikapallinum
so navnframi Herólvur
Andreasen hevur sungið
inn.
>Í mong år hava fólk
fleiri ferðir heitt á meg um
at geva okkurt út, men eg
eri ongantíð komin til
tað,< sigur Herólvur. >Ég
minnist, at eg vann ein
vinning í V4, tá tað fylti
15 ár, og tá segði eg við
Jógvan Arge, at eg kundi
hugsað mær at givið eitt
band út, men ikki fyrrenn
nú er hetta vorðið
veruleiki.<
Georg Eystan Á og Ron-
nie Nielsen høvdu í yvir
eitt ár roynt at yvirtalað
Herólv, tá tað endiliga
eydnaðist fyri góðum
hálvum ári síðani.
Upptøkurnar byrjaðu i
mai og vórðu lidnar i
síðsta mánaði.
Sang millum túrarnar
>Ég sigli annars við
Herólvur Andreasen
sang allar sangirnar
inn á band millum túr-
arnar við Norrønu í
summar. Einaferð í
januar fer hann kanska
á konsertrundferð við
sangunum av band-
inum og einum 20-30
øðrum. Mynd: Kalmar
Norrønu um summarið, so
tað mátti vera millum túr-
arnar, at upptøkurnar
vérdu gjørdar,« greidir
Herólvur frå. >Men tað
hevur so borið hampuliga
væl til, og nú er so bandið
liðugt.
Síðani hann fyrstu ferð
sang alment 12 ára gamal
yviri í Íslandi, hevur hann
staðið á mngum palli, og
umframt m.a. at hava
sungið við Faroe Boys,
hevur hann havt sín egna
bólk, Cream Crackers.
Í 60'unum var ikki óvan-
ligt í dansinum í Havn, at
fólk taktfast kravdu at fáa
hann uppá pallin at syngja
nakrar sangir — >Herólvur,
Herólvur, Herólvur< dundi
rópið frá dansifólkinum.
Suðuroyar-/
Vágafirði
elsti unglingi
52 ára gamal
unglingi
Summi hava eisini sagt,
at tann nú 52 ára gamli
froðbingurin, sum býr í
Havn, er Føroya elsti ung-
lingi, men tad heldur Her-
ólvur ikki sjálvur: >Ég eri
bert næstelstur, tí Simme
er eldri enn eg...<
Herólvur hevur ikki
sungið nakað serligt í ára-
vís, so tað tók sína tíð at
fáa røddina í form aftur:
„Fyrsta dagin eg skuldi
royna at syngja, varð eg
liðugur eftir stuttari tíð, og
eg fekk einki sungið í ein-
ar tíggju dagar. Men við at
taka tað í smáum allan
vegin, hevur so eydnast at
fáa tað at bera til.<
Hóast Herólvur síðani
Vestmanna-
sundi firði
Nólsoyar-
m Lýsingar
fyrst í 60'unum hevur ver-
ið ein hin best umtókti
rock'n'roll-sangarin í Før-
oyum, hevur hann ongan-
tíð áður av álvara verið í
studio.
11 løg å bandinum
>Tað, sum eg helt vera
stuttligt vid hesum, var at
eg endiliga kundi sleppa at
hoyra meg sjålvan syngja,
tí tað havi eg stórt sæð
ikki gjørt áður,< sigur
hann. >Í 1979 varð okkurt
upptikið á Poppminni-
konsertini, men tað var á
palli, og tað er als ikki tað
sama sum at vera í einum
studio, meðan sungið
verður. Sum heild eru eg
nøgdur við hesar upptøk-
urnar, men tað vil altíð
vera so, at okkurt er, ið ein
kundi hugsað sær at gjørt
ØOrvisi.«
Á bandinum eru 11 ekt-
ad rock'n'roll-løg, sum øll
eru meira ella minni kend.
Okkurt av teimum hevur
Herólvur ongantíð sungið
fyrr, Ld. >Little Quiney«
og titullagid »Young and
beautiful<, ið hann sjálvur
heldur vera tað vakrasta.
Tá hann kom í studio at
syngja, var tónleikurin
gjørdur liðugur framman-
=
Haraldssundi/
Lorvíksfirði
fp. i sp.
Dagur Í
fp. T sp.
Lýsingarfólk okkara er ráðgevari hjá fyritskum
og einstaklingum í lysingarspurningum. Hetta
Telefon 118 20
- Teletax 147 20
undan, so ta síðuna hevur
hann ikki havt so nógv við
at gjørt. Tí hevur Ronnie
Nielsen stórt sæð tikid sær
av at lagt til rættis.
Skulu selja 800 bond
Tónleikarar á bandinum
hava verið Ronnie Nielsen
(trummur, ásláttur, guitar,
ljómborð) Arnbjørn Siv-
ertsen (guitar), Ólavur
Øster (guitar), Kolbein Si-
monsen (bass), Hans Petur
í Brekkunum (saxofon),
Finnur Hansen (ljómborð),
Njáll Sigurjónsson (urgu),
og Jákup Zachariassen
(guitar). Røddirnar á
bandinum eiga Ronnie
Nielsen, Robert McBirnie
og Kári Mouritsen.
Upptøkurnar eru allar
gjørdar í L.T.-Studio, og
er tað eisini L.T.-Studio,
ið gevur bandið út.
Ronnie Nielsen sigur, at
eini 800 bond skulu seljast
fyri at útreiðslurnar kunnu
koma innaftur, og at tá
einastaðni millum 1.000
og 1.500 bond eru seld, er
kanska talan um eitt lítið
avlop.
Bandið kom í handlarnar
í gjár og kostar sum tey
flestu 130 krónur.
hj.
fp. 1 sp.
13. nov 1131 2351
14. nov — 1222
0112 1331
0151 1422 1037
0946 2206
2309
1146 —
0006 1237
1031
1122
2251
2354
1046 2306
1137 —
— ——
SR