Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Er solo-uppskotið hjá Helenu liður í makstríði innanfloks? Tað kann eg Ikki hugsa mær - sigur Lassi Klein, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, í viðmerk- ing „Helena Dam á Neystabø hevur nevnt, at hon fór at leggja uppskotið um at útseta málið um tunnil um Vestmannasund, men tað er ikki vorðið vidgjørt í flokkinum«. Hetta sigur Lassi Klein, tingmadur og formadur i Sjålvstyrisflokkin. Hin- vegin heldur hann, at floksfelagin må hava rætt at gera slikt sum einstak- lingur. Ikki beint Hann heldur tó ikki, at tað er rætt at gera sum Helena Dam á Neystabø: at taka eitt einstakt mál burturúr heildini. - Allar almennar iløgur mugu vidgerast undir ein- um sum ein heild, sigur floksformadurin. Sosialurin: - Sjålvstyris- flokkurin bjóðaði seg fram sum samgonguflokk um ársskiftið. Hvussu hevdi tað rigga, tá ein flokkur við limum ikki kann hava eina stóðu í trimum einum so stórum máli? Ohugsandi í samgongu - Var man í samgongu, so hevði flokkurin vilja havt eina heilt greida stødu um eitt so stórt mål felt í samgonguskjalið, sigur Lassi Klein, ið heldur, at aðalmerki hjá flokkinum sum samgonguflokki júst var, at hann sá viðurskift- ini sum eina heild. Sosialurin: - Tað, at Hel- ena Dam á Neystabø hevur lagt eitt solo-uppskot fram í einum stórum, aktuellum máli, - kann tað síggjast sum ein partur av eini riv- alisering um, hvor skal standa fremst í Sjálvstýr- isflokkinum, - tú ella hon? Ikki rivalisering - Tað kann eg ikki hugsa mær... Tað, sum liggur aftanfyri er helst, at hon heldur tað vera umráðandi Nr. 212 — 14. november 1991 at gera vart við sína stóðu til hetta mál, og tí er einki foirgjørt í, sigur Lassi Klein. Lassi Klein vil siga so mikið um tunla-málið, at tíðirnar eru broyttar, og tað tí hevði verið rættast at gjørt projektið fyri upp- spardan pening heldur enn læntan. - Men málið ikki búgvið til endaliga stødutakan fyrrenn landsstýrið er liðugt við sítt kanning- ararbeiðið og hevur lagt nakað fram at taka stóð" til, sigur Lassi Klein. ówh Tey, sum eru hest fyri, fáa høgar útbúgvingar Tað eru framvegis børnini hjá teimum, sum eru best fyri í samfelagnum, ið fáa tær høgu útbúgvingarnar, skrivar Det fri Aktuelt mánadagin. Tað vísa tvær kanningar, ið eru gjørdar á universitetinum í Keyp- mannahavn herfyri; kannað varð eftir sosiala upp- runanum hjá 200 lesandi, ið júst eru farin undir at lesa samfelagsfrødi, og 300 lesandi, ið lesa búskapar- fróði. Báðar kanningarnar vístu, at útvið helvtin teimum lesandi hava foreldur, ið hoyra til tey, ið eru allarbest fyri í samfelagnum: akademikarar, góðseigarar, funktionérar við fleiri enn 50 starvssetum undir sær og sjålvstødug við fleiri enn 21 í starvi hjá sær. Hóast hesin samfelagsbólkur, ið sosiologar rópa 'sosial- bólkur 1', bert umfatar sjey prosent av teimum vaksnu í samfelagnum, koma 46 prosent av teimum lesandi úr hesum umhvørvi. Hóast arbeiðsfólk og funktionérar við rutinuarbeiði í niðastu sosialbélkunum - bólki 4 og 5 - telja helvt- ina av fólkatalinum, so koma bert 12-15 prosent av teimum lesandi úr hesum umhvørvum. Onnur kann- ingin vísir eisini, at tey fýra árini, kanningin hevur staðið við, er býtið millum samfelagsbólkarnar ikki broytt. Jakob Lange, skrivstovustjóri á universitetinum, sigur, at sosiala útjavningin í tilgongdini er steðgað upp, og helst er tilgongdin helst vorðin nakað *skeiv- ari". Hann heldur, at tað krevur dirvi hjá arbeiðara- børnum at seta seg í stóra skuld uttan at hava vissu fyri, at fáa arbeiði eftir lokna útbúgving. - Harumframt er eggjanin til at fáa eina hægri út- búgving ikki so stór sum áður, tí lónin og håmetingin við eini slíkari útbúgving er ikki stórri enn fáast kann við at byggja oman á eina fakliga útbúgving, sigur skrivstovustjórin. Hann heldur, at eggjanin til at fáa sær eina høga útbúgving skal vera, at fólk rokna við at fáa eitt meira áhugavert arbeiði, tá tey verða liðug at lesa, ella er eggjanin snøgt sagt tann, at tað liggur í luftini” heima, at tey skulu hava eina høga útbúgving. Jakob Lange heldur ikki, at stórvegis fíggjarligar forðingar eru fyri, at arbeidarabørn fáa ein høga út- búgving, tí studningsskipanin varð broytt í 1989. - Hidani av skriviborðinum duga vit ikki at síggja fleiri samfelagsligar forðingar at skræða niður, sigur Jakob Lange, ið sjálvur er løgfrødingur. ówh Dagarnir hjá føroyskum yvirmonnum í Grønlandi taldir -Nú skulu bert Vil a brunna —Vit grønlendingar hava fleiri royndir, kenna betri fiskileidirnar og tí er tað skeivt, at okkara reiðarar heldur seta fóroyskar yvir- menn, sigur Lars Mathiassen, skrivari í grønlendska yvirmann- afelagnum Grønlendingar eiga nóg mikið av útbúgvnum og royndum fólki til at manr.a gll yvirmanna- stórvini í grønlendska fiskiflotanum, skrivar Grønlandsposten. Teir grønlendsku yvir- mennirnir i Nuuk hava skipað seg í eitt felag, KKAAP. Hetta hendi um mánaðarskiftið. Endamál- ið hjá felagnum er at fáa grønlendingar settar á øll yvirmannastørv i fiski- flotanum. —Vit eru 737 grønlend- ingar, sum hava yvi- rmannaútbúgving. Tí verður arbeiðsloysi, hóast øll yvirmannastørvini Lars skrivari Mathiassen, 26 åra gamli Ujuu- nnguaq Heinrich er formadur i felagnum verda sett av grønlend- ingum, sigur Ujuunnguaq Heinrich, formadur i nyggja felagnum. Niðursetandi --Vit grønlendingar hava fleiri royndir og vit kenna fiskileidirnar betri. Føroyingar verða upplærd- ir av grønlendingum, sigur Lars Mathiassen, skrivari i felagnum. --Reiðararnir halda, at føroyingar eru betri skip- arar, tí at við árunum er eitt álitisforhold skabt millum reiðararnar og før- oyingarnar, sigur formað- Framhald á síðu 15