fríggjadagur 15. november 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Scansat/TV3
Fríggjadagin kl. 22.03:
Second Serve
Amerikanskur sjónvarpsfilmur frá 1986.
Ein kensluborin sending um psykuna hjá
einum menniskja, sum ynskir at broyta
kyn. Filmurin byggir á eina skaldsegu
eftir Renee Richards >The Renee Rich-
ards Story: »Second Serve«.
Hevuðspersónurin Richard Radley
veksur til sum ein vanligur amerikansk-
ur drongur. Hann er góður ítróttar-
maður, skóti og oddamaður í tennislið-
num í skúlanum við Yale. Eisini giftist
hann, verður framúr góður eygnalækni
og pápi at einum soni.
Øll hava rætt at velja, hvat vit vilja í
lívinum, og ynskini eru ymisk. >Second
Serve« er ein grípandi lýsing um svidan
og trupulleikarnar, sum Renee djarvur
tók við, tá ið hann fór í hernað fyri tí, hon
visti, var rætt
Leikarar: Vanessa Redgrave, Ricahrd
Kerri Keane, Reni Santoni,
Louise Fletcher, Alice Krige, Jeff Corey,
William Russ.
Venture,
Fríggjadagin kl. 23.53:
Twilight Zone
Raska Casey
Mouth McGarrey og Betram Beasley,
venjarar hjá Hoboken Zephyrs, kjakast
um, hver teirra hevur skyldina av at liðið
er á 31. plássi í reðini. Onkur ringir til
Beasley at spyrja, um hann hevur áhuga
fyri einum kurvabóltspælara Casey.
Mouth sær eitt gott slag fyri og annað
eftir, men tá ið maðurin sigur, at Casey
er sermerktur, annarleidis, ger Mouth av
at hava hesar upplýsingar fyri seg sjálv-
an.
Leygardagin kl. 15.00:
Lívið um tey 30
Foreldrini hjá Hope skulu halda 40 ára
brúdleypsdag og Hope fer haðar við
Janey. Michael hevur ikki tíð at fara.
Men tá ið hann av tilvild frættir, at Hope
er sera góðir vinur við John Dunaway,
ger hann av at fara
Leygardagin kl. 0.00:
Alfred Hitchcock
Jólaleikur — morð-leikur
Jól eru í Conneticut, men heima hjá
Charlie og systur hansara Celias er eing-
in jólahýrur. Charlie ákærir Celiu at vera
sek í morðinum á konu hansara, hóast
ongi prógv eru, og Charlie roynir at taka
lívið av systur síni, at hevna seg.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum
Sunnudagin kl. 21.00:
Crime in the Dark
Í fjør vórðu 300 kvinnur neyðtiknar um
samdegrið í USA. Og í Sveríki lesa tey
ofta um menn, sum fáa nógvar bygdir at
liva í ótta. Men so við og við vilja fólk
siga meira — og royna at gera nakað. Nú
verður eisini alment tosað um harðskap
millum fólk, sum kennast væl. Vit skulu
síggja, hvussu legreglan arbeiðir við slík-
um málum og síggja ymisk dømi.
Mánadagin kl. 19.00:
Columbo ;
a Så
Mat-rithøvundin Paul Gerard hevur i
longri tíð kravt nógvar pengar frå ymisk-
um matstovum, fyri ikki at skriva um
tær, og hann er væl negdur. Til ein dagin,
ein matstovueigari sigur nakað annað.
Hann finnur seg ikki í at skula gjalda fyri
góða umtalu, sum hann hevur uppi-
borið
Mánadagin kl. 21.00:
In the Heat of
the Night
Gillespie metir einari gamlari konu, sum
er rýmd av ellisheiminum, hon býr á.
Konan sigur, at vinur hennara, Estelie,
varð myrd á ellisheiminum — eftir at
Estelle hevði avgjørt at gera broytingar í
testamentinum hjá sær. Eingi prógv eru,
men mong eru tey, ið vænta at arva
Estelle
Nr. 213 — 15. november 1991
Mynd úr „invitation to a Gunfighter«
Týsdagin kl. 19.00:
Invitation to a
Gunfighter
Am. western frá 1964. Matt Weaver
vendir heim aftur frá suðurstatsherinum.
Har uppdagar hann, at Sam Brewster
hevur selt garðin hjá honum, og at genta
hansara, Ruth, hevur gift seg við Crane
Adams. Ørkymladur roynir Matt at fáa
fatur í Brewster, og Crane skjýtur móti
honum. Joe Medford, nýggi eigarin á
garðinum, sigur seg vilja tosa við Matt
um steðuna, men komin higar roynir
Medford at skjóta hann.
Men Matt er skjótari og Brewster sær
meguleikan at gera seg inn á Matt. Hann
sigur ellum, at Matt við keldum blóði
skeyt Medford. Hann boðsendir einum
byrsumanni at taka sær av Matt.
Fremmandamaðurin kemur, og tað er
tann besti byrsumaðurin í tí villa
vesten
Leikarar: Yul Brynner, Janice Rule,
Brad Dexter, Alfred Ryder,
Segal, Pat Hingle.
George
Mikudagin kl. 19.00:
Splash
Amerikanskur leikur frå 1984 við Tom
Hanks og Daryl Hannah í høvudsleiklut-
unum. Brødurnir Allen og Freddie Bauer
reka eina fyritøku i frukt- og grønmetis-
vinnuni. Å eini ferå til Cape Cod dettur
Allen á sjógv, men ein havfrúgv bjargar
honum. hetta er sama havfrúgv, Allan
kennir frá barnaárunum. Tað einasta,
hann veit um hana, er at hon er vekur og
eitur Madison. Men hann veit ikki, at
hon er ein havfrúgv, tí uppi á landi líkist
hon einari vanligari kvinnu. Men ein vís-
indamaður kennir sannleikan. Og nakrar
dagar seinni noyðist Allen at broyta lív
sítt.
Leikarar: Tom Hanks, Daryl Hannah,
John Candy, Eugene Levy, Dody Good-
man.
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16
Mikudagin kl. 22.13: |
Rockford Files
Lori er hótt við lívinum og kemur til
gamla vin sín Rockford. Á parkerings-
plåssinum við flogvøllin á veg heim úr ar-
beiði sum flogterna, verður hon fyri
morðroynd. Men hon sá ikki mannin
rættiliga. Hon hugsar seg um og henni
rennur í hug ein mann, sum var óvilligur
at flyta pláss í flogfarinum, tá ið hann
varð biðin.
Hósdagin kl. 22.03:
McCall
McCall verður ovurfegin, tå ið sonurin
Scott verður úttikin til Strasbourg-
konservatorið í París. Bæði faðir og son-
ur vita, at teir nú ikki kunnu síggjast so
ofta longur. Og fyri at beta um hetta,
gera teir av fyrst at fara at ferðast saman
út á landið. Teir koma til eina bensinsteð,
har ein bilur stendur frammanundan og
eitt par, sum »tumlar«. Og knappliga
verður maðurin myrdur. Gentan rennur
inn í skógin og kemur skjótt til smátt-
una, har McCall og Scott skulu búgva. .
»Hygg og Hoyr“
um útvarp
og sjónvarp
Morgunlestrar
í Útvarp Føroya
18.—23. nov.
Hesa vikuna lesur Steingrím
Niclasen í Havn
Sálmar og bíbliuorð:
Mánadagur 18. november
nr. 495 Bert ein dag, eitt bil í senn
eg fái
Matt. 6,25
nr. 270 Kúra og klaga
Týsdagur 19. november
nr. 475 Við Reyðahavs strondina,
óttandi sál
Matt. 6,25
nr. 42 Undir tínum veingjabreiði
Mikudagur 20. november
nr. 140 Tað sigldi ein bátur um
stormbardu vág
Matt. 6,25
Hósdagur 21. november
nr. 47 A Harran vil eg líta
Róm. 1,16
Fríggjadagur 22. november
nr. 255 Vár Guð er fest og haldgóð
borg
Sálm. 31,4
Leygardagur 23. november
nr.7 Um altíð hver mín limur
Sálm. 14,7