fríggjadagur 15. november 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 213 —
15. I november 1991
= -
Ítróttur |
Jug
til Svøriki
OSI
Hóast danir vunnu heimadystin móti Norður-
írum mikukvøldid við 2-1,
mikið til luttóku
varð hetta ikki nóg
í EM-endaspælinum í Svóríki
komandi summar, tí samstundis vann Jugoslavia
á utivølli 2-0 á Eysturríki
Mikukvøldid gjørdist at
enda greitt, at tað verða
jugoslavar, sum fara til
Svørikis komandi summar
at spæla í EM-endaspæl-
inum, og ikki danir.
Treytin hjá dønum var,
at teir í Odense vunnu á
Norðurírlandi, og at ikki
so væl gekst hjá Jugosla-
via.
Teoriin segði, at um
jugoslavar spældu javnt,
skuldi Danmark vinna við
í minsta lagi 9 málum,
meðan nóg mikið var at
vinna, um Jugoslavia tapti.
Danmark vann, men tá
tað samstundis eydnaðist
Jugoslavia at gera tað
sama, reyk spenningurin í
4. EM-bólki sín veg.
Danmark vann 2-1 á
Norðurírlandi, eftir at
stóðan í hálvleikinum
hevði verið 2-0.
Flemming Povisen
Tað var Flemming Povl-
sen, ið skjeyt bæði tey
donsku málini. Fyrra
málið kom í 22. minutti, tá
hann varð spældur flatt av
Johnny Mølby, so hann
bert skuldi snitta bóltin í
málið, og tað seinna í 36.
minutti, tá tað enn
einaferð varð Johnny
Mølby, id gav honum
bóltin. Í einari miseydnað-
ari skotroynd kom hann av
Óvart at skjóta bóltin beint
á Flemming Povlsen, ið
ikki lat kjansin fara frá
sær, men sendi hann í
málið til 2-0.
I fyrra hålvleiki spældu
danir væl, men sum dyst-
urin leid i seinna hålvleiki,
dovnadi danska spælid, og
norðurírar komu eitt
sindur fyri seg.
Tað var Gary Taggart,
sum í 71. minutti slapp at
standa púra leysur eftir
hornaspark, so hann bert
skuldi seta høvdid á bóltin
og koyra hann inn til 2-1.
Sivebæk fyri 75. ferð
Hetta málið gjørdi, at
fjáltur kom á danska spæl-
ið ta einu løtuna, men
norðurírar fingu ikki javn-
að út, og harvið var
sigurin vunnin.
Teir báðir málskapararn-
ir, Flemming Povlsen og
Johnny Mølby spældu ein
sera góðan dyst — serliga
tann fyrr nevndi. Aftrat
teimum kunnu eisini nevn-
ast Torben Piechnik, Kim
Vilfort og John Sivebæk,
sum spældi sín 75. lands-
dyst í reyðum og hvítum.
Hann er nú saman við
Per Røntved næstovastur á
Top-10 listanum. Framm-
anfyri teir báðar er Morten
Olsen við 102 landsdyst-
um.
Kundi havt kiksað
Jugoslavar høvdu ikki
nógv stríð av at vinna úti-
dystin móti Eysturríki, ið
varð spældur í Wien.
Teir vunnu 2-0, og bæði
málini komu í fyrra hálv-
leiki. Fyrst legði Vladen
Lukic Jugoslavia á odda í
19. minutti, og í 39. min-
utti fekk tann altíð vanda-
mikli Dejan Savicevic fat-
ur á einari høvudleysari
afturlegging í eysturríksku
verjuni, sum brúkti til at
økja um leiðsluna við til
endaliga úrslitið 2-0.
Men dysturin kundi eins
væl havt lagað seg gðrvísi,
tí áðrenn jugoslavar høvdu
fingið nakað mál, hevði
Eysturríki havt ein risa-
kjans, sum tó varð mis-
brúktur skammiliga.
Við hesum er endaliga
stødan í 4. EM-bólki tann,
at Jugoslavia vinnur,
mark, Nordurirland og
Eysturriki og Føroyar aft-
ast vid sama stigatali.
hj.
Eykaadalfundur i flogbéltssambandinum krevur uppmøting:
Leygarmorgunin kl. 10.00
hevur Flogbóltssamband
Feroya eykaaðalfund í
Fleyrhelinum.
Á skránni til fundin er
nevndarval. Formaðurin í
starvsnevndini, Alvur
Hansen og kappingar-
stjårin, Hedin Augustin-
ussen, standa fyri vali.
Dómsnevnd og grann-
skoðarar skulu eisini velj-
ast.
Tað hevur gingið striltið
hjá Flogbóltssambandin-
um at manna kappingar-
nevndina. Á ársðalalfund-
inum 20. september 1991
eydnaðist ikki at fáa
nakað uppskot til nevndir-
nar.
Sum nú er, hevur kapp-
ingarstjórin lagt kapping-
ina og roynt at stýrt henni
sjálvur, men tað er ein alt
ov stór uppgáva. Verandi
kappingarstjóri, Heðin
Augustinussen, boðaði frá
til aðalfundin, at hann
ikki tók við afturvali.
Hann hevur ikki stundir
til tað.
Tað skulu veljast tveir
limir í kappingarnevnd-
ina. Heðin hevur tó sagt,
at um onkur í Havn vil
taka ábyrgdina, so skal
hann koma at hjálpa til í
nevndini.
Tað er ein sannroynd, at
flogbóltslandskappingin
ikki hevur virkað væl tey
seinastu 3 árini. Formað-
urin í starvsnevndini, Álv-
ur Hansen, boðaði tí frá á
aðalfundinum, at hann
bert tók við afturvali, um
kappingarnevndin bleiv
fullmannað.
Tað var lítil undirteka
til ársaðalfundin, hóast
Flogbóltssambandið
hevur eina grein, sum
sigur, at feløg, ið ikki
meta á aðalfundi, sleppa
ikki at luttaka í lands-
kappingini. henda regla
hevur ikki verið brúkt,
hóast tað er komið fyri
fyrr, at feløg ikki hava
mett. Men aðalfundurin í
ár samtykti, at til eyka-
aðalfundin í morgin skal
Annars noyðast lið
at fara úr kappingini
reglan brúkast um felag
ikki metir.
Um eykaaðalfundurin
ikki klárar at manna
nevndirnar, kann roknast
við, at Flogbóltssam-
bandið má undir fyrisiting
av stjórn ÍSF's. Tað er
bæði synd og skomm fyri
eitt sersamband, sum ann-
ars er væl fyri.
Endaliga stødan
í 4. EM-bólki
Norðurírland-Jugoslavia 0-2
Føroyar-Eysturriki 1-0
Danmark-Føroyar 4-1
Nordurirland-Danmark 1-1
Juzoslavia-Eysturriki 4-1
Danmark-Jugoslavia 0-2
Eysturriki-Nordurirland 0-0
Jugoslavia-Norðurírland 4-1
Jugoslavia-Danmark 1-2
Nordurirland-Føroyar 1-1
Jugoslavia-Føroyar 7-0
Eysturriki-Føroyar 3-0
Danmark-Eysturriki 2-1
Føroyar-Nordurirland 0-5
Føroyar-Danmark 0-4
Eysturriki-Danmark 0-3
Føroyar-Jugoslavia 0-2
Nordurirland-Eysturriki 2-1
Danmark-Norðurírland 2-1
Eysturriki-Jugoslavia 0-2
Jugoslavia 70 1 24- 4 14
Danmark 6 II 18.7
233 1
Eysturríki i 1 6
8
8
Norðurírland 8
8 6-14
8
FØROYAR I I 6 3-6
i Føroyum hevur
3. hvørt sethus
ein CTC-ketil |
(Umeð — —
5000 set-
hús í
Feroyum „.
hava
ein |
CTC- }
ketil.
Tað prógvar
at CTC er
verulig
dygd.
Alt tilfar til
hitaverk og sanitet le,
Smyrisvegur 8 - Tit 12000 Postsmoga 182 - 110 Térshavn
-