Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 214 — 16. november 1991 på Síða 15 Rætt at gera fast samband um Vestmannasund -Latið okkum ikki stara okkum blind í argu- mentunum frá teimum teknokratunum og fan- atikarum, sum ikki síggja annað skilagott í hesum landi, uttan so, at tað hevur sín heim- stað í Tórshavn skrivar Hans Jørgensen, lær- ari m.a. í "Sjónarmið" í dag. Tað er bara ein gyldig grund til at útseta ætl- anina um fasta sam- bandið um Vestmanna- sund, og tað er, at tað kann ávísast, at vit seta landskassan og bú- skaparsteðu Feroya sum heild í vanda. Eru okkara landspolitikarar sína uppgávu vaksnir, so meta teir í hverjum einstekum feri, hvat er neyðugt og gagnligt, og hvat er búskaparliga skilagott, og ikki bara, tá tað ræður um fasta sambandið millum Vág- ar og Streymoy. Vit eru fleiri, sum taka undir við t.d. Vil- helm Johannesen, Jóannes Eidesgaard og D.J.S., tá teir halda tað vera neyðugt og gagn- ligt fyri norðingar og suðringar at hava egin sjúkrahús og egnan framhaldandi lestur og útbúgvingar aftan á fólkaskúlan. Vit velja uttan at blunka at taka undir við hesum, sjálvt um menn sum Jákup Mørkøre og Birgir Danielsen við sínum al- vitandi og alfaðirligu peikifingrum vísa á, at hetta als ikki búskapar- liga er í lagi, tí óivað kemur teirra teknokrat- iski hugaheimur til, at búskaparliga er tað nógv skilabetri at hava alla heilsurøkt og allan framhaldsskúla í Havn. Á pappírinum sær hetta helst eisini rætt út, men er tað tað, vit vilja? Vilja fólk í Norðoyum og í Suðuroy, at tey skulu vera verri fyri enn fólk år meginøkin- um, tá tey hava brúk fyri skjótari hjálp á sjúkrahúsi? Vilja norð- ingar og suðringar, at allir teirra ungdómar skulu verða noyddir at flyta til Havnar, um teir skulu hava megu- leikar at fáa framhald- andi útbúgving aftan á fólkaskúlan? Eg vænti, at bæði norðingar og suðringar hava líka stóra ábyrgd- arkenslu mótvegis bú- skaparsteðu landsins, sum fólk úr midøkinum, men kortini rokni eg við, at tey halda tað vera natúrligt og ein sjálvfylgja, at tey hava so góðar umsteður og kortini hava meguleika at búgva heima hjá sær sjálvum, tá tað á nakr- an hátt ber til. Stórar íløgur aðrastaðni Í hesum degum hoyra vit um ymsar útbúgv- ingar, sum verða settar á stovn í Klaksvík og í Suðuroy. Vit í Vágum siga sum við ein munn: Hatta er skilagott, tí sjálvandi skulu hasi fjarskotnu økini hava sín meguleika. Men so siga vit í sama anda- drátti: Hvussu verður tað hjá sandingum og okkum? Vit hoyra, at nógvar milliónir skulu brúkast til útbygging av sjúkra- húsverkinum bæði í Suðuroy, í Klaksvík og í Havn. Vit siga sum við ein munn: Hatta er helst skilagott, tí heils- an er ikki at forsmáa, og lívið er eittans. Men so spyrja vit samstund- is: Hava myndugleikar- nir hugsað nóg mikið um okkum, vágafólk og sandoyingar? Sjálvsagt hava teir tað, tí einhver útbygg- ing í meginøkinum må væl koma okkum til góða, og at beta um í teim fjarlegdu plássun- um, fer ikki at taka nakað frá okkum. Undirsjóvar- tunnil Ístaðin fyri at krevja sjúkrahús, framhalds- skúlar o.s.fr., komu kommunurnar í Vágum við einari búskaparliga skilagóðari og menn- andi ætlan fyri Vágar, megingkið og Føroyar. Hetta var at binda Vág- ar og Streymoy saman við einum undirsjóvar- tunnli, tí tá verða vága- fólk eins væl fyri sum streymoyingar og eysturoyingar, líka so væl sum restin av land- inum fær gagn av tí. Okkara ungdómur kann tá búgva heima og tó fáa sína útbúgving í megingkinum, tá bráð- neyðugt er at koma á sjúkrahús, so verður tað eisini hegligt hjá vágafólki at koma á landssjúkrahúsið o.s.fr. At ílegan nú knapp- liga skuldi verða so hepisleys og uttan nak- að skil, skilja vit als ikki. Er henda iløga skilaleys, so er fyri okk- um spurningurin, um tað ikki er skilagott at steðga ellum ílegum í hesum landi. Eg vænti ikki, at tað er skilagott at steðga púra upp, tverturímóti eiga vit at seta gongd á aftur. At enda fari eg at heita á Feroya fólk og ikki minst á tykkum, Hans Jørgensen, lærari: -Ístaðin fyri at krevja sjúkrahús, fram- haldsskúlar ol. komu kommun- urnar í Vágum við einari bú- skaparliga skila- góðari og menn- andi ætlan fyri Vágar, megin- økid og Føroyar. Hetta var at binda Vågar og Streymoy saman vid einum undir- sjóvartunnli sum eru vald at stýra og ráða: Latið okkum ikki stara okkum blind í argumentunum frá teimum teknokratum og fanatikarum, sum ikki síggja annað skila- gott í hesum landi, uttan so, at tað hevur sín heimstað í Tórs- havnar kommunu ella har um leið. Hesir brúka sera teknisk og á pappírinum væl undir- bygdar teoriir, men hjartað er kalt, sjálv- góðskan og lokalpatriot- isman skínur út av teimum. Latið ikki okk- um vera so »bygdaslig- ar<, sum teir plaga at taka til, at tað verða teir, sum stýra hesum landi, tí tá er deyðin skjótt vísur hjá feroy- inginum í Feroyum. Hans Jergensen Er Sosialistiska Ungmannafelagið bert eitt lokalt ungmannafelag? Formaðurin í S.U., Eirik- ur Lindenskov, Tórshavn, hevur eina sera ágangandi grein í Sosialinum tann 6. nov. 1991. Í hesi grein sigur hann beinleiðis, at eg havi brúkt og brúki míni polit- isku álitissterv bert fyri at rekja míni egnu áhuga- mál. Í hesum føri vísir hann til mína skriving við- víkjandi Suðuroyar Sjúkrahúsi. Til tær persónligu skuldsetingarnar frá Eiriki um at sæta sær og sínum er bert at siga, at tað stendur honum frítt at almannakunngera tað, hann sipar til. Tað er eing- in av mínum nærmastu settur í alment starv or- sakað av mínari ávirkan, og viðvíkjandi sjúkrahús- verkinum er at siga, at eg ongan havi har, sum hev- ur tilknýti til meg ella míni. Um Eirikur kann siga tað sama, so skuldi væl staðið til. Viðvíkjndi tí, sum tú skrivar og um tað er so, at S.U. stendur aftanfyri tað, so vil eg beinanvegin siga, at tit eru alt ov vátir aftan fyri oyruni, at tit skulu seta út í kortið. Tað verða ikki tit, sum skulu avgera, hvat teir fólkavaldu skulu taka steðu til. Men tú setir skjøtil á og sigur, at Suðuroyar Sjúkrahús í framtíðini skal brúkast til ellis- og rektarheim. Tað næsta verður kanska tað, at vit aftur skulu fara at brúka Trælanípuna. Nú sigur tú og S.U. at útjaðarasjúkrahúsini skulu brúkast til ellis- og rektarheim. Tað vil siga, at tey gomlu runt landið skulu flytast úr heim- bygdini til fremmant um- hvervi. Um hetta er fram- tíðar politikkurin hjá Feroya Javnaðarflokki, so verðið í hvussu so er eg noyddur at taka steðu mína upp til flokkin. Tú talar um breyðpolitikk. Álvaratos, veitst tú hvat tit tala um, og vita tit í heila tikið, hvat flokkurin stendur fyri! Eg vil gera tær og S.U. greitt, at eg broyti ikki eina linju í poli- tikki mínum á hesum ella nekrum eki. Mín steða er grundløgd í teimum sjónarmiðum, sum stovn- ararnir av flokki okkara stóðu fyri, og ímillum teir eru fleiri av mínum nærmastu, sum tordu at standa fram og vísa hvar tey stóðu, tá tað veruliga kravdist dirvi til at viðurkenna, at tað var ein arbeiðara- og fiskimanna- flokkur, og hetta gjørdu tey uttan at hugsa um egnu áhugamál. Er hetta ungdómslinjan í Javnaðarflokkinum, so er tíð at gera vart við seg. Eg og tann partur av flokkinum, sum eg um- boði, og tað vil siga sterk- asta valdemi floksins, ganga ikki við til slíkt. Framhald á síðu 16