Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

di ða 5 Be —————————————&—— Skóleysi fríggjarin IT —- í Kvivik Kvívíkingar eru nú aftur uppá spæl! Ikki við bólt- spæli, sum annars er í so hegum meti, men við sjónleiki. Og har liggja teir í letuni fleiri báts- longdir framman fyri all- ar aðrar. Teir verða ikki tiknir í ár, sum nú gong- ur! Hetta fólkið í Kvívík, sum onnur dagliga „síggja niðurá< úr bilum og bussum, er nakað fyri seg. Tað letur seg ikki erkymla av meldrinum uttanum. Hevur ongan- tíð latið seg taka av fót- um av rerslum og hug- sjónum uttanífrá. Men tað stendur heldur ikki fast upp undir hendur í gamlari bygdamentan, ið stinkar av livur og tálg. Tað hevur altíð dugað at tikið til sín — eftir tervi og ferimuni Gróðursetur og hjúklar im føroyska veksturin Filtiknir røkt- < nDDa 1 1D SUM SDáK Eg 1glast r vuillan i era gott andaliigt teitiiendi e1sin i lærar- g prest m eina- ro ru sieptu and iKKaSt KK sleppa burturaftur hað- ani. Ein úr hesi mætu prestbygd er Aksel Tór- garð. Ein arbeiðsond, ið skrivað hevur og týtt túsundtals bókasíður, eisini av sjónleikum — sjálvur ein gjørdur sjón- leikari! Sumt er útgivið. Nú ein dagin kom týðing hansara av sjónleikinum »Kerligheit men ongar hosur« eftir Johan Her- man Wessel. Men kví- víkingar hevdu longu lisið handritið tíðliga í heyst og gjørt av at fáa leikin á pall í Glæmuni skjótast gjerligt! MáF tók væl undir við hesi ætlan og vísti á Ullu Ryum sum leikstjóra. Hon er jú úr leikum tik- in, sóu vit í uppsetingini av >Antigone<, sum hon snildisliga sneiddi eftir sínum hevdi. Tað sama við hesum, sum kortini ilt eðrvísi leikur. Og hevur hon so nogv ott og at æra matar els- gøra jKKUM 1 sjónleiki sum í aðrar! í * reoir VISSar reglul 1aiGast á árum síðani, vóru leik- reglurnar nógv fleiri, hartil flektar og fjákutar í okkara eygum. Í hverj- um harmaleiki skuldi t.d. vera ein manshetja og ein konufólkahetja. Tey leikandi gjørdu nógv burtur úr sær, tal- aðu upp á vers og tað leingi, við undarligum lótum og ónatúrligum atburði. Hesum gjørdu Wessel og aðrir samtíðar skemtarar gjøldur burt- urúr. Hetta må nútíðar áskoðarin eisini hava í huga, tá ið hann fer til Kvívíkar at síggja hend- an góða leik. Vit vóru til fyrstu framfersluna leygar- kveldið 9. november. Og har var bæði stuttligt og hugnaligt! Eg skal ikki avdúka, hvussu Ulla borðreiðir hendan gamla leikin. Men tað er hegnisliga funnið uppá! Og so hevur hon — sam- in við kvivikingum — fingið lagad hendan norsk-danska leikin so- leiðis til, at hann hóskar 1 á 1i framførsiu 1 Førovum kkara døgum! Tað vdi eg forsvorið! Tað rer leikin uppaftur stuttilgarl. Sum i tåtidar »harma- letkum«, og sum vit kenna tað skapinum, tattaskalid- okk- urt, ið einki hevur uppá seg, gjret til eitt stór- mál. Tá ið vanlig fólk royna seg sum mætari enn tey eru, taka stóran til og brúka fín orð og hábærsligar lótir í ger- andismálum, verða tey låturlig. Tað »syrgiliga« i hesum leiki er tad, at drongurin, ið giftast skal, eigur ikki hosur upp á beinini! Burtur úr hesum fekk skelmurin Wessel ein leik, sum hev- ur stuttleikað fólki í meira enn 200 ár! Og ólukkusáliga stutt- ligt er at síggja hendan leikin, sum Axel, Ulla og hinir kvívíkingarnir á og uttan um pallin høvdu fingið at :iggað so væl frá fyrstu løtu! Pallurin er eintaldur, opin og mitt í salinum, so at áskoðararnir sita sum í hålvklingru uttan- um. Øl] síggja og hoyra líka væl. Tað er sum verður vant Regin Patursson, ið hevur staðið fyri ollum ti. Hann hevur hendur- nar til tað. Búnarnir, ljós og ljóð hóska væl til. Og tað sum var av útgerð. Tó undraði tað meg, at ein kondisúkkla, sum aldri kom til nýtslu, varð standandi inni á pallin- um. Kavarabúnin og fitj- urnar vóru nóg mikið í hesum feri. Tað sást, at har hevði verið dúgliga arbeitt av leikstjóra og hjálpar- fólki, og av leikarum ikki minst. Tey bæði Bjørg Jensen, sum tann gift- ingarfúsa Greta, og Tóri í Hoyvík, sum tann neyðar skræddarin, havi eg ongantíð sæð betur á palli. Tey skulu uppiiv- ast! Har var eingin kink- ur á hjá nekrum heldur. Tey sýndu oll gávur og hegni í góðum spæli: Uni Magnussen, sum tann forsmáddi fríggjarin, Gundur Mortensen, sum vinmaður hansara, Anna Petersen, sum vinkona Gretu og Asbjerg Jorg- sjónleikaummæli 6. november 1991 ensen, ið bæði var leikari og teskari í senn! Og fitta lari ið spælir á floytu<, sum tað stendur í skránni. Hon spældi :inastandandi væl og sannferandi! inn ímillum verður sungið og tað eru leg, sum øll duga. Og niður- lagið til seinasta sangin hevur ongantíð verið so aktuelt sum júst nú: >Jú ørari, tess betri!« Takk kvivikingar fyri hendan stuttleikan, tit góvu okkum! Teimum, sum enn ikki hava verið og sæð leikin, ráði eg til at fara við opnum sinni. Stuttleikin sigur ikki so lítið um mannalyndið til allar tíðir — og er góður fyri heilsuna! tann Sverri Egholm