týsdagur 19. november 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 215 — 19. november 1991
TTT
vit eru aftur her, og tað kann
gerastdýrtíð,< sigateir báð-
ir.
Vánaligt telefonsam-
band í Eysturoynni
Teir vísa eisini á, at tað í
byrjanini varð gingið fram
soleiðis, at sjúkrabilurin úr
Skálabotni koyrdi, til hann
mátti einum sjúkrabili, sum
samstundis var farin úr
Havnini, og so býttu teir
snøgt sagt um bil, so teir
fóru aftur til Skálabotns við
einum gðrum sjúkrabili,
meðan bilurin við sjúkling-
inum helt leiðina fram til
Havnar.
„Hetta gjørdi jú, at vit
nógv fyrri kundu vera aftur
í Skálabotni, og at vit nógv
skjótari kundu farið út, um
boð vóru eftir okkum aftur.
Í mesta lagi var talan van-
liga um, at vit vóru burturi
úr Skálabotni í ein tíma.<
Á borðinum stendur ein
telefon, men hon er ikki ein-
asta samband, portgrarnir
hava við »umheimin«. Á
vegginum hongur nevniliga
eitt horn aftrat, og tad er ein
radiotelefon.
>Hesanoyðast vitat hava
aftrat, ti vidhvørt er vón-
leyst at koma igjøgnum vid
vanligu telefonini her, og tå
noyðast vit so at bruikaradio-
telefonina,< sigur Jákup.
»Men nú í síðstuni hevur
skilið á telefonini ikki verið
so ringt, sum tað kundi vera
onkuntíð fyrr.<
Av ti at telefonsam-
bandi ikki er tað allar-
besta í Eysturoynni,
mugu teir eisini hava
radiotelefon tøka
Husini skulu seljast
Hverja ferð boð eru eftir
sjúkrabili í Skálabotni,
ganga tey ígjógnum Lands-
sjúkrahúsið, sum síðani ber
boðini víðari til teir báðar
portørarnar, sum sita á vakt.
Telefonin, teir hava í Skála-
botni, hevur eisini loyniligt
nummar, so teir ikki skulu
verða órógvaðir av óvið-
komandi.
Tíðin gongur, og døg-
urðatíð verður skjótt. So
meðan Sosialurin ger seg at
fara víðari, hevur Martin
funnið fýra knetti fram, sum
hann er í ferð við at koyra
niður í døgurdapottin. »Døg-
urða gera vit okkum sjálvir,
og kaffikannan stendur altíð
útiá, so her er bara sera
hugnaligt at vera,< sigur
hann.
Nú hevur vakt við sjúkra-
bili verið í Skålabotni í hålvt-
triðja ár, men eitt sindur iva-
samt tykist vera, hvussu
verður framyvir.
Húsini, portørarnir eru i,
leigar sjúkrahúsverkið frá
privatum, men herfyri stóðu
tey til tvang í bløðunum.
Um sjúkrahúsverkið so
keypir húsini, ella finnur sær
eini onnur at leiga, er ikki
greitt í løtuni, men portør-
arnir halda ikki, at húsini
eru í so góðum standi, at tað
loysir seg at keypa.
Men hinvegin hava teir
ikki frætt um tvingsilssøl-
una á annan hátt, enn at teir
annaðhvort hava lisið um
hana í blødunum, ella hava
frætt um hana umvegis, so
hvussu nógv teir verða
Spurdir eftir, er ikki lætt at
vita.
Enn eru húsini tó ikki seld,
so tá Sosialurin fer avstað úr
Skálabotni, sita tveir port-
Síða 7
Tá portórarnir eru á
vakt í Skálabotni, gera
teir sær sjálvum døg-
urða. Hendan dagin,
Sosialurin vitjaði,
fingu teir sær knettir
grar eftir. Teir gera huga-
góðir sína skyldu, og enn er
fyrrapartur, so helvtin av
vaktini er eftir enn. Kanska
teir seinnapartin fara at stytta
sær lýtur við einum dart-
spæli...
Orð: Hilmar Jan
Myndir: Kalmar
Jústinus
Eidesgaard,
skrivar
Undirsjóartunnilin fekk
nógva umtalu í fjølmið-
lunum í farnu viku. Tey
sum beinleiðis hava
samband við Vágoynna
hava ikki tað stóra valið.
Tey mugu um íkki
annað fyri frið skyld vera
fyri ein-um
undirsjóartunli.
Men lítil ivi er um,
at øll hini eru sera
ørkymladi í hesum døg-
um. Og prátið, aftaná
seinasta vgrrin úr Vest-
mannasundi, snýr um vit
kunnu hava álit á okkara
fólkavaldu.
Kondittaríprátið mik-
udagin snúði seg um
hvar serigsiteturin er
aftanfyri alt prátið hjá
landstýrinum um at nú
mugu vit tátta brems-
urnar í, so samfelagið
ikki beinleiðis fer á
húsagang.
Kunnu vit veruliga
vera í eini búskaparligari
kreppu, tá vit ditta okk-
um at tosa um eina
luksusiløgu nú, sum
undirsjóartunnilin undir
Vestmannasund. Hetta
siga tey sum eru í móti.
Tey, sum eru fyri, meta
at tað er ein skilagóð
iløga, sum er við til at
menna Vágoynna og ein
tílík menning fer at geva
samfelagnum búskapar-
ligt avkast.
Landstýrið avgjørdi í
seinastu viku at geva
einum japanskum fiski-
rannsóknarskipi loyvi at
royndarfiska undir Før-
oyum í komandi ári.
Japanska skipið Shinkaj
Maru skal royna eftir
svartkjafti og ætlanin er
síðan at gera surimi
umborð.
Hetta er eitt fløvandi
tiltak frá landstýrisins
síðu. Svartkjafturin er
næstan vorði eitt banni-
orð í Føroyum i dag.
Serliga tá vit hugsa um
allar tær milliónir lands-
kassin misti orsakað av
dýru skipunum, sum
fóru undir hamaran.
Fiskivinnustjórin
vísti herfyri á, at svart-
kjafturin ikki bara var
ringur fyri føroyingar
Hann er so at si
einasta handilsvøra vit
hava at bjóða aftur i
móti, tá vit tingast um
kvotur uttanfyri føroyska
sjógki. Vit høvdu onga
kvotu havt í Barents-
havinum, svam ongin
svartkjaftur undir Føroy-
um.
Japanar hava drúgvar
royndir í at gera surimi
og teir hava eisini ein
stóran marknað fyri hes-
um. Føroyingar hava
prógvað, at tað ber væl
til at veiða svartkjaft,
teir hava eisini prógvað
at tað bert til at gera
surimi burturúr
svartkjafti. Nú kunnu
japanar leggja seinastu
hond á verkið, soleiðis at
vit kunnu byggja eina
álítandi svartkjaftavinnu.
Poul Michelsen, bý-
ráðsformaður í Havn, er í
fokus hvørja einastu
viku. Ofta ljóðar, at
hann skal leggja frá sær,
og so ger hann aftur ein
storvørr. Seinasti heila-
skjalvtin hann gav
havnaborgarum var, at
nú skal Eysturskúlin
seljast til landstýrið.
Hetta hevur elvt til
mikið kjak og tá børn
eru uppí, verður kjakið
altíð kensluborið.
Eisini í hesum máli-
num verður býráðsfor-
maðurin lagdur undir at
sýna einaræðislyndi.
Sum vanligur deyðiligur
borgari, í einum demo-
kratiskum samfelag, dugi
eg ikki at skilja, at tað
ber til at verða eina-
ræðisharri, eitt nú sum
býráðsformaður í Havn.
Fyri at kunna fremja
nakað, má Poul Michel-
sen hava ein meiriluta
aftanfyri seg. Hevur hann
ikki hendan, so kann
hann einki gera, uttan at
tað er dundrandi ólógligt.
Hevur hann ikki meiri-
luta aftanfyri sínar
gerðir, so má hann
dragast til svars og í
ringasta føri enda í bolt
og jarn.
Hetta eru leikregl-
umar og alt annað prát
um el