týsdagur 19. november 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
.
>Nú skalt tú búgva
eina aðrastaðni!<
Hetta verða boðini, tey brekaðu búfólkini við Hoyvíksvegin fara at fáa í næstum
orsakað av sparingum. - Eingin okkara hevði funnið seg i, at verði rikin úr sínum
Nr. 215 — 19. november 1991
- Tey, sum koma at sita í teimum maktfullu stjóra-
sessunum, bæði almennum og privatum, eru bórnini
hjá teimum, ið sita har frammanundan
Maktin gongur í arv
Tey allarhægstu stjérastørvini innan bæði tað privata
og tað almenna verða røkt av persónum, sum koma
úr samfelagsstættunum, sum eru allarbest fyri.
Tað vísir ein lítil kanning, sum danska blaðið Det
fri Aktuelt hevur gjørt. Blaðið hevur kannað eftir
sosialu bakgrundini hjá 17 dómarum í Hægsta Rætti,
28 almennum topp-stjórum og 10 topp-stjórar í teim-
um Størstu privatu fyritøkunum. Tað eydnaðist at fáa
upplýsingar um 50 av teimum 55.
Bert ein av teimum 50 kom úr arbeiðarastættini
ella sosialb6lki 4 og 5, hóast hesir bólkar, ið umfata
ófaklærdar og faklærdar arbeidarar, 'húsmenn' og
funktionérar, telur lítla helvt í samfelagnum sum
heild.
I 29 av teimum 50 allar ovastu, maktmiklu stjóra-
størvunum sita fólk, hvørs foreldur hoyra til tveir teir
ovastu sosialbólkarnar, ið telja akademikarar, funk-
tionérar við fleiri enn tiggju starvsettu undir sær og
sjålvstødugum við fleiri enn tíggju í starvi. Hinir 21
stjórarnir hava foreldur úr sosialbólki 3.
Ein orsøkin er tann sosialt skeiva tilgongdin til út-
búgvingarskipanina (umrødd her í blaðnum í farnu
viku): útvið helvtin av teimum lesandi koma úr allar-
Ovastu stættini í samfelagnum, hóast hesin bólkur
einans umfatar sjey prosent av fólkinum sum heild.
Danski samtelagsgranskarin Erik Jórgen Hansen
sigur, børnini hjá teimum, sum eru best fyri, fáa
størstu inntøkuna gjøgnum lívið. Hóast lénin innan
tað almenna er vaksin minni enn í privata vinnu-
lívinum, so gevur ein høg útbúgving vanliga møgu-
leika fyri hægri løn enn ein lægri útbúgving.
Tíðliga í sjeytiárunum varð ein kanning gjørd av
næmingunum, sum koma í studentaskúlan; hon vísti
eina sosialt skeiva tilgongd til skúlan. Síðani er
eingin sovorðin kanning gjørd í Føroyum.
A
Eiga at fara í blødini!
Fyrr í ár klagaðu nakrir læknar í Nykgbing Falster
tann nú deyða privat-læknan Henrik Melchior.
Orsøkin var, at hann í bløðunum hevði sagt, at
viðurskiftini á sjúkrahúsinimum í býnum vóru
læknaliga óforsvarlig, m.a. orsakað av dry kkjuskapi í
arbeiðstíðini.
Men læknarnir, sum vildu verja seg ímóti álopi frá
einum starvsfelaga, fingu sum våtan vøttin. Ikki bert
vísti tað seg, at orsøk var fyri ákærunum um lækna-
ligt "fusk” frá teirra síðu. Etiska ráðið segði bart út, at
sambært etisku reglunum eigur ein lækni at siga sína
meining alment, um so er, at hann er varuguður við
viðurskifti, ið kunnu roknast sum læknaliga óforsvar-
lig!
Etiska ráðið hjá danska læknafelagnum viðgerð
eisini mál viðvíkjandi føroyskum læknum.
egna heimi, sigur Essemi á Regni, ið er mamma at einum av búfólkunum
>Búfólkini verða ikki verri
fyri, fyri tað um tey verða
flutt úr húsunum við Hoy-
víksvegin<. Hetta var nið-
urstødan hjá Maritu Pet-
ersen, landsstýriskonu, í
viðmerking hennara til ætl-
anina um at steingja heim-
ið fyri brekað við Hoyvíks-
vegin í Havn. Eftir ætlan-
ini skulu nøkur av búfólk-
unum flytast út á annan
stovn, meðan onnur skulu
búgva privat.
Eingin veit
Viðmerkingin kom eftir at
avvarðandi høvdu verið í
Tinganesi og mótmælt ætl-
anini. Elsa Maria á Regni
ella Essemi, ið er mamma
at einum barni, ið býr á
heiminum, er als ikki sann-
førd av viðmerkingini frá
landsstýriskonuni.
- Marita kann líka so lít-
ið sum eg siga, um tey
verða betri ella verri fyri, tí
enn veit eingin, havr tey
skulu búgva í framtíðini,
sigur Essemi.
Hon sigur, at fyri alt tað,
so er hetta yvirhgvir ikki
tað avgerandi. Kjarnin í
málinum er, at búfólkini
hava búð leingi á stovnin-
um, sum sostatt er eitt
heim, har tey kenna seg
væl.
Nú skalt tú út!
- Tað, sum verður gjørt við
hesi brekaðu fólkini, er
nakað, sum eingin av okk-
um hevði funnið seg í: Tey
verða uttan víðari flutt úr
sínum heimi og í eitt annað
stað, sum onnur útpeikað,
sigur tann harma mamm-
an, ið leggur aftrat, at tað
átti at verið eyðgivið fyri
Maritu Petersen, ið er ser-
útbúgvin á økinum.
- Hetta er teirra heim, og
tí má tað ikki henda, at tað
verður stongt, sigur Esse-
mi á Regni.
Hon undrast eisini á, hví
bústovnurin og skúlin á
Trødni skulu síggjast undir
einum í sambandi við spar-
ingina, tí á fíggjarlógini
standa stovnarnir á hvør
sínari konto undir Lands-
skúlafyrisitingini.
Asosialur
javnaðarpolitikkur
- Tað rættasta hevði verið,
at stovnurin var undir Al-
mannastovuni, sigur Esse-
mi á Regni.
Hon undrast eisini á, at
Javnaðarflokkurin gongur
við til at leggja á tey veiku
í samfelagnum og senda
starvsfólkini í arbeiðsloysi
alt í senn.
- Hetta er beint ímóti
vallyftunum, sigur Essemi
á Regni, ið kennir seg
rakta eftirsum hon er limur
í Javnaðarflokkinum og
atkvøddi hareftir fyri ári
síðani.
ówh
Eitt høvi til
orðaskifti
- ið einki hevur við maktstríð í Sjålv-
stýrisflokkinum at gera, sigur Helena
Dam á Neystabø um uppskot sítt um at
útseta gerð av tunli um Vestmannasund
- Tað er als ikki fallið mær
inn, at eg skuldi føra meg
sjálva fram við málinum
um undirsjóvar-tunnilin
um Vestmannasund.
Hetta sigur Helena Dam
á Neystabø til spurningin
um, hvørt uppskot hennara
um at útseta tunlagerðina
skal roknast sum ein líður í
einum maktstríði í Sjálv-
stýrisflokkinum.
Sjálvstýriskvinnan sigur,
at soleiðis sum fíggjar-
viðurskiftini eru, so hevur
tað verið um at gera fyri
hana at bera hetta málið
fram, og tað hevur hon
- So leingi eingin veit, hvar búfólkini skulu búgva, kann
heldur eingin úttala seg um, hvort tað verður betri ella
verri. Tað er heldur ikki avgerandi: tað avgerandi er, at
fólk koma og diktera fólki at fara úr teirra væl virkandi
heimi og í annað stað at búgva, sigur Essemi á Regni
eisini boðað flokkinum frá.
- Endamálið við upp-
skotinum er at markera
eima støðu til málið og at
geva ungmonnum eitt høvi
til at skifta orð um hetta
stóra mál, sigur Helena
Dam á Neystabø, ið held-
ur, at tað kanska ikki er so
løgid at málið verður lagt
fram av henni, eftirsum
hon ikki - mótvegis flestu
ungmonnum - hevur verið
við til at samtykkja málið í
1988.
ówh
- Eg haldi, at tað er
rættast at útseta málið,
og vil fegin vita, hvat
onnur í tinginum halda,
sigur Helena Dam á
Neystabø