mikudagur 20. november 1991síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mm Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — ivamål?
Ein spurningur, elta tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Telefon 11820 -
veðrið
Fleiri lágtrýst ferðast
komandi dagarnar av
leiðunum suður úr
Kappanum norður í-
gjegnum Danmarkar-
sundið og veik til
hoyrandi brúgvaleg
fara yvir Feroyum.
Mikudagin
Å:
Fyrrapartin upp í
friskt lot, undir 8 m/s,
helst av ymsum ætt-
um, gott sýni og turt,
men seinnapartin lot
til strúk í vindi ella
vind, 8—13
m/s, av útsynningi og
suðri, vánaligari sýni
hvassan
og regn. Hitin fyrra-
partin 5 stig, seinna-
partin 8—10 stig
Hosdagin og
friggjadagin
Hosdagin lot til friskt
lot, 5—10 m/s, av
vestri og utsynningi,
skyggjad loft, våna-
ligt syni og ælingur,
to betri syni upp imill-
um. Hitin uml. 8 stig.
Friggjadagin friskt
lot upp i struk ella
hvassan vind, 8—13
m/s, av sudri og ut-
synningi, skýggjað
loft, bert toluligt sýni
og regn upp imillum.
Hitin millum 8 og 10
stig.
14. november:
21. november:
24. november:
Telefax 147 20
Sy
JOKA komid ut vid
nýggjum bandi
Tann kendi tónleikabólk-
urin JOKA — Jóhannus á
Rógvu og Karl Martin Sa-
muelsen — er nú komin út
við sínum næsta bandi.
Fyrra bandið kom út mið-
skeiðis í 80'unum, og av tí
bandinum munnu tey
flestu kenna løgini >Barn-
ið< og »Torvatrøllid«.
Á bandinum, sum hevur
fingið heitið »JOKA 2«
eru niggju sangir, sum all-
ir eru føroysk framleiðsla
frá A til Z
Løgini hava Karl Martin
Samuelsen og Jóhannus á
Rógvu gjørt, og orðunum
standa Hans Andrias Djur-
huus, Sigmund Poulsen,
Martin Joensen og Heri
Nolsge fyri.
Í stíli minnir hetta band-
ið nógv um fyrra bandið,
og stendur tað einki aftan-
fyri. Fleiri av løgunum
kenna fólk óivað longu
nú, eitt nú »Styr tær« og
>Louis<, men tað ger helst
einki.
Karl Martin Samuelsen
syngur sjálvur allar sang-
imar. Bert í teimum báð-
um omanfyri nevndu hev-
ur hann fingið hjálp frá
ávikavist Rúnu av Heyg-
um og fólki at syngja kór.
Upptøkurnar eru gjørdar
i LT-Studio í Havn, Media
Sound og El-Sound i
Keypmannahavn. Ljóð-
blandingin farin fram í
Media Sound.
Bandframleiðslan er far-
in fram hjá REMA í Salt-
angará, og Grafikkstudio
v/Inga Joensen hevur gjørt
permuna, ið er prentað á
Prentsmiðjuni í Gøtu.
Í sambandi við, at
>JOKA 2< kemur út,
verður fyrra bandið endur-
útgivið.
hj.
Kápumyndin á nýggja
bandinum hjá JOKA, ið
ber heitið >JOKA 2«
Hvítleyk í fóðrið
— vísir seg at hjálpa væl móti laskalúsini
Fyrra kvarter
Fullmáni
Mánin næstur jorðini
Suðuroyar-/
Vágafirði
Mynd: Kalmar
Vestmanna-
sundi
+ Lysingar
Lýsingarfólk okkara er ráðgevari hjá fyritøkum
og einstaklingum í lýsingarspurringum. Hetta
verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran
Telefon 118 20
Í tveir mánaðir hevur fóð-
urvirkið á Havsbrún í
Fuglafirði koyrt hvítleyk í
laksa- og sílafóðrið.
Talan er um eina rætti-
liga lítla nøgd, sum tó í
ávísum førum hevur
stóran virkning.
>Eg skal ikki siga, at tað
ger undurverk at blanda
hvítleyk uppí fóðrið, men
tað vísir seg, at fiskurin, ið
fær hetta fóður, í hvussu er
hevur minni lús,< sigur
Bergur Poulsen, leiðari á
fóðurvirkinum. >Summa-
staðni hjálpir hetta sera
nógv, meðan tað aðra-
staðni bara hjálpir. Men
tað virkar so altíð.“
Lúsin í fiskinum er ein
av teimum stóru og kostn-
aðarmiklu trúpulleikinum,
føroyska alivinnan hevur
at dragast við, so tí er sera
kærkomið, at okkurt fæst
ímóti henni.
Avlúsingin er sera dýr,
og aftrat tí kemur so, at
ikki ber til at geva fisk-
inum nakra fødi tveir dag-
ar báðumegin við, at hann
verður avlúsaður.
Við at minka um lúsina
við hesum fóðrinum, spar-
ir alivinnan pengar.
Haraldssundi/
Lorvíksfirði
Skúvoyarfirði/
Skopunarfirði
- Telefax 14720
>Tað, sum vit koyra í
fóðrið av hvítleyki, er eitt
konsentrat. Eitt kilo av tí
er útvunnið úr trimum
tonsum av hvítleyki,< sig-
ur Bergur Poulsen. >Eitt
sindur minni enn eitt hálvt
kilo av hesum konsentrat-
inum fer í hvgrt tons av
fóðri.<
Hann sigur, at hvítleyk-
urin er eitt náttúruprodukt,
og at ein tí kennir árinið
av tí í umhvørvinum.
Arbeitt verður eisini við at
finna fram til og royna
onnur evni, sum tó enn
ikki eru komin á
marknaðin, tí ein enn ikki
veit við vissu, hvat árin
tað hevur á umhvørvid.
Spurdur, um hann heldur
angan av hvítleykinum, ið
er í bygdini, tá ættin liggur
innyvir, vera orsøk til, at
so lítil maðkur sigst vera í
kjøtinum í Fuglafirði í år,
sigur Bergur Poulsen seg
ikki rokna við tí. >Hasum
trúgvi eg ikki, men hin-
vegin, so eru jú gomlu
heimaráð at leykur varð
brúktur at halda flugu
burturi frá kjøti við.<
hj.
Hestfirði/
Sundalagnum
fp. | sp.
fp. Í sp.
fp. | sp.
fp. | sp.
te | =.
0437
0526
20. nov
21. nov
1701
1751
0637 1901
0726 1951
0252
0341
1516
1606
0452 1716
0541 1806
0337
0426
1601
1651
0352 1616
0441 1706