Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 103 - 31. mai 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 103 - 31. mai 2000 Tað er altíð eitt upplivilsi at sleppa á pallin at syngja fyri fólki, og eg njóti hvørja løtu, sigur Karl Martin Samuelsen, sangari við drúgvum royndum í upptøkuhølum og á palli Eyðun Klakstein Síðani hann var smádrongur hevur hann sungið av lívsins kreftum. Hann er við á eini 45 tónleikaútgávum, og hann hevur sungið á einum ótali av konsertum, bæði í Føroyum og uttanlands. Bólkarnir eru Hjarnar, Joka og aðrir, maðurin er Karl Martin Samuelsen og røddin er væl kend. – Eg hevði nógvar nervar, tá eg skuldi á pallin fyrstu ferð, men síðani havi eg vant meg við tað, og nú njóti eg hvørja løta, sum eg eri á pallinum, sigur Karl Martin Samuelsen. Ein tann fyrsta rættiliga konsertfram- førslan var á Skansastovukonsert í Havn í 1975. Tá hevði Hjarnar eitt ár á baki, og teir spældu kend løg hjá útlendskum bólk- um. Frammanundan hevði Karl Martin longu fingið smakkin fyri tónleiki, og longu sum 10 ára gamal fekk hann fyrsta tilboðið um at syngja. Tað vóru teir eitt sindur eldri dreingirnir í bólkinum Tigers, sum vildu hava Karl Martin at syngja hjá teimum. Og tað gjørdi hann so. Teir vandu dúliga í eina tíð fyrst í 70’unum, og teir mentust so hvørt. Eitt tað fyrsta stóra takið, sum teir tóku, var at keypa eitt trummusett, sum kostaði 100 krónur. Fyri at savna pengar, vórður teir noyddir at hava onkrar kjallarakonsert- ir, har teir tóku 25 oyru fyri at loyvi fólki inn. Umsíðir kom trummusettið heim, men tá var eingin at spæla á tað. Karl Martin var einasti limurin í bólkinum, sum einki ljóðføri spældi, og tí varð hann settur aftan- fyri trummurnar. Men tað var bert í eini tíð, tí seinni kom annar drongur í bólkin at spæla trummur. FYRIREIKARIN VAR Í ØÐINI Bólkurin Hjarnar, har Karl Martin hevur brúk mestu tónleikaligu tíðina og orkuna, varð stovnaður í 1974, og tann dagin í dag spælir hann til onkrar konsertir kring land- ið. Tað er ofta langt ímillum hesar fram- førslur, men tað kemur meira enn so fyri, at teir royndu tónleikararnir í Hjarnum spæla til dans ella konsert. Í nøkur ár seint í 70’unum gekk bólkurin undir navninum Sunny, og við hesum navn- ið vóru teir í Danmark og spældu í 1979. Hendan ferðin gekk sera væl, og tað var bara á einum staði, at teir ikki skuldu koma aftur. – Hetta komst av, at vit vóru ov seinir til framførsluna, tí ein vegur var stongdur, og vit máttu taka ein longri umveg. Vit vóru eitt korter seinkaðir, og tað var fyrireikarin í øðini um. Vit fingu plátuvendaran at undirhalda í eitt korter, meðan vit gjørdu klárt, og so fóru vit at spæla. Tað gekk væl, men vit skuldu ikki koma aftur har, tí vit høvdu verið ov seinir, minnist Karl Martin Samuelsen. Í 1981 fóru Karl Martin og hinir í Hjarn- um aftur til Danmarkar at spæla, og teir gjørdu eisini onkrar upptøkur í studio niðri. Millum annað størsta hittið hjá Hjarnum, Breaking my Heart, sum gjørdi ein veruliga landaplága í Føroyum, og sum stóð seg sera væl á eini nógv umrøddari kapping á Radio Luxembourg. Tá Sosialurin í sambandi við túsund- áraskiftið spurdi ymsar føroyingar um, hvønn sang við føroyskum uppruna, tey dáma best, var Breaking my Heart annar av sangunum, sum endaði ovast á listanum. LÆRT AT TAKA ÍMÓTI RÓSI Umframt nógvar konsertir við og fleiri útgávur við Hjarnum, hevur Karl Martin Samuelsen eisini lagt rødd til nógvar aðrar útgávur. Hann hevur samstarvað nógv við Johannus á Rógvu, og teir høvdu í nøkur ár bólkin Joka, sum gav tvær útgávur út. Karl Martin og Johannus vóru eisini lykla- persónar í útgávunum við Karl Martini og Margrethu. Og Karl Martin Samuelsen er at finna á okkurt um 45 føroyskum tónleikaútgávum. Hann hevur ikki eins stóran leiklut alla staðni, men tað er ofta, at fólk heita á hann »Eg hevði nógvar nervar, tá eg skuldi á pallin fyrstu ferð, men síðani havi eg vant meg við tað, og nú njóti eg hvørja løta, sum eg eri á pallinum« Eg njóti hvørja løtu á pallinum at hjálpa við onkrum sangum. Orsøkin er sjálvandi ein frálík sangrødd, sum bæði er eyðkend og trygg. – Tað er stuttligt, tá fólk vilja hava meg at syngja okkurt, tí tað er vælsaktans eitt tekin um, at eg ikki eri heilt gloymdur, sigur Karl Martin Samuelsen. Hann hevur verið nógv róstur fyri sang- evni síni, men tað hevur hann ongantíð latið tikið seg á fótum. – Fyrr legði eg líka í, um fólk dámdu tað, sum eg gjørdi. Bara eg var nøgdur sjálvur. Men eg havi lært at taka tað til mín, tá fólk dáma tað, sum eg geri. – Eg virði sjálvur nógv fólk fyri ymiskt, sum tey duga væl, og sjálvt um tú altíð heldur, at tað, sum tú gert, er einki serligt, so eru tað fólk sum dáma tað, og um tey hava hug at tosa við teg um tað, so skulu tey eisini sleppa tað. Og fólk prika ofta Karl Martin á økslina fyri at siga honum sína meining um tað, sum hann fæst við av tónleiki. Gera tey tað, ja, so sleppa tey eisini at siga sína hugsan fyri honum. VIÐ KISTU Á PALLIN Karl Martin Samuelsen hevur nýtt nógva tað bara avstað, og roykurin stóð úr kistuni, greiðir Karl Martin frá. Men góðu løturnar í sambandi við kon- sertirnar hava ofta verið, at tú hevur hitt aðrar tónleikarar, hevur fingið møguleikan práta við teir og koma at kenna teir. Á Skansastovukonsertini í Havn í 1975 hitti eg fyrstu ferð Ólavur Øster, og síðani hava vit samstarvað nógv. Men tað er ikki altíð, at tað hevur gingið eftir vild. Karl Martin minnist onga kon- sert, har tað er gingið heilt galið, men hann minnist væl eina serliga hending í Havnar Klubba, tá hann stóran partin av tíðini stóð og hugsaði um ein leidning, sum var um at fara í øðrum hátalaranum. – Tað var nokk so undarligt at standa har við nervum, tí tú visti ongantíð, um alt bara breyt saman, meðan vit spældu. HUG AT HALDA FRAM Karl Martin Samuelsen tekur í løtuni út- búgving sum pedagogur. Í summar er hann liðugur við annað árið, og so hevur hann hálvtannað ár eftir av skúlanum. Hesa tíð- ina hevur hann nógv at gera í skúlanum, og tað tekur hann fram um alt annað. Men tá skúlin er liðugur, væntar hann, at hann fer at gera meira við tónleikin aftur. – Eg havi nógvar sangir liggjandi, sum eg fegin hevði viljað fingið út. Um tað verður saman við Hjarnum ella á eini solo- útgávu, veit eg ikki, men eg kundi rættiliga væl hugsað mær, at givið nakrar av hesum sangunum út, sigur hann. Og tað er eingin, sum skal stúra fyri, at røddin, sum hevur sungið so væl kendar sangir sum Breaking my Heart, Torva- trøllið, Alla nátt og Bad Dream, skal tagna í nærmastu framtíð. – Eg havi framvegis sera góðan hug at fáast við tónleik og at spæla til ymisk tiltøk, og í løtuni havi eg ongar ætlanir um at gevast við hesum, sigur Karl Martin. Á norðoyastevnu verður tað tó ikki Karl Martin, sum skal undirhalda stevnugestu- num. Hann hevur frí frá tónleikinum, men harafturímóti skal hann spæla fótbólt við 4. deildarliðnum hjá KÍ. – Tað er eitt sindur øvugt, heldur hann fyri – Fyrr gjørdu vit altíð líka nógv burtur úr showinum á pallinum. Tað skuldi altíð verða okkurt serligt, og einu ferðina komu á pallin í myrkum klæðum og við eini kistu ímillum okkum. Ljósið í høllini sløknaði, og tá vit so fóru í holt við konsertina, koyrdi tíð og orku til tónleik, bæði á palli og í upptøkuhølum. Ferðirnar í Danmark í 1979 og 1981 standa sum tey heilt stóru upp- livislini hjá honum, men tað hava eisini verið nógvar konsertir í Føroyum, sum hann er fegin um. Fyrr legði eg líka í, um fólk dámdu tað, sum eg gjørdi. Bara eg var nøgdur sjálvur. Men eg havi lært at taka tað til mín, tá fólk dáma tað, sum eg geri« BARBARA BISKOPSTØ - Eg sigli við Næraberg, og vit eru akkurát komin inn. Um vit ikki fara av- stað aftur áðrenn norðoyastevnu, ætli eg mær sjálvandi at njóta stevnuna. Kapp- róðurin fari eg altíð til, og so er tað fót- bóltur og Norðoyastevnuteitið. Annars fari eg ein túr í býin, og síðani er tað alt tað vanliga við at spáka í býnum og práta við fólk. – Eg havi framvegis sera góðan hug at fáast við tónleik, sigur Karl Martin KISS LINKLETT: - Eg plagi at fáa gestir á Norðoya- stevnu, og tað fái eg aftur í ár. Onkur kemur úr Havn og onkur kanska úr Nólsoy, og eg plagi at brúka nakað av tíð saman við teimum. Konan spælir við í Norðoyastevnuteitinum, so hon verður upptikin eitt sindur av tí. Aftaná kapp- róðurin leygardagin fari eg av húsum, og so ganga eg og mæli í býnum, fari til onkur tiltøk og annars hugni mær. JOHN SIMONSEN: - Eg fari til nógv av teimum stóru tiltøkunum. Eg hyggi eftir kappróðri og fótbólti. Um onkur forvitnisligur tón- leikur er á stevnuni, so plagi eg fara til tað. Annars er tað Norðoyastevnuteitið og onnur tiltøk. Eg havi frí um Norðoya- stevnuna, so tað verða góðir stundir til at ganga og mæla, tosa við fólk og hugna sær. MYND: JENS KRISTIAN VANG