hósdagur 21. november 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
3. hvort sethús
í Føroyum hevur
ein CTC-ketil
Alt tilfar til
hitaverk og sanitet
På
vegur 8 - Tit !
// þá pí Maria Poulsen & Co
Sinnisbati
2000 - Postsmoga 182 - '
HP
Torshavn
Frítíðarhelið í Krossgøtu 15 er opið mikukvøld
kl. 19—22.
Elsta handverks
meistarafelag 60 år
Leygardagin hin 30. no-
vember Havnar
Handverksmeistarafelag
verður
60 ár. Sjálvt um stovning-
ardagurin hjá felagnum
ikki var fyrr enn 15. mars
1932, verður aldurin á fe-
lagnum roknaður frá 30
november 1931, tá id Ny-
ebes Pol
Leo I Uu
an Mohr, Jóar lrari
Johs. Poulsen, Frits
Pæsastovu og Hugo Øst«
komu saman Havnar
Klubba og samtyktu at
stovna eitt felag fyri
„sjálvsteðugar smiðir í
Tørshavn«
Trupulleikarnir, id fe-
lagið tók sær av tå, vóru
ikki so ólíkir teimum, sum
vit kenna nú. Fyrsta mál
ið, ið felagið fór undir, var,
tá ið nýggjur motorur
skuldi setast upp á elverk-
inum á Rundingi. Maður
skuldi koma úr Danmark
at seta motorin upp, men
eftir tógvið stríð eydnað-
ist tað Havnar Arbeiðs-
mannafelag og Havnar
Handverksmeistarafelag
at fáa Elverksnevndina at
lata fólk úr hesum báðum
felogum gera arbeiðið.
Av stórmálunum, ið
Havnar Handverksmeist-
arafelag hevur framt var
t.d. at stovna tekniska
skúla. Fyrst kveld-
skúla í 1934 og síðan sum
dagskúla frá 1956. Ein
sum
- mir ] n Y
storur dagur í felagnum
var jólaaftan í 1956, tá ið
felagið saman við býráð-
num keypti bygningin hjá
Feroya Banka í Tórsgetu
til Tekniska Skúlan
Veitslurnar í Havnar
Handverksmeistarafelag
hava altíð verið frálíka
góðar, og vóru nakað sum
havnarfólk tosaðu um. Nú
heldur felagið so aftur
stóra veitslu í Havnar
Klubba og vónar, at limir-
nir sum vant meta væl
upp og í góðum hýri. Sein-
asta freist at tekna seg er
mánadagin hin 25. no-
vember.
Ein vanlukkuavtala
Hóast avtalan við EF á
prenti er betri enn tann
avtalan, sum vit í dag
hava, so mugu vit kortini
viðganga, at allar tær
treytir, sum fylgja við av-
taluni, her íroknað toll-
lógirnar saman við
handilssáttmálanum við
EF koma at standa sum
eitt illa fyrireikað arbeiði
frá feroyskari síðu, sum
ger, at eingir fyrimunir
eru eftir, sum tala fyri at
avtalan við EF yvirhevur
eigur at fáa gildi fyri
Feroyar, soleiðis sum hon
í dag fyriliggur, segði
Lasse Klein, legtings-
maður, undir viðgerðini
av tollmálunum í tingin-
um týsdagin.
Orsøkin til broytingar i
tolllógini og lógini um av-
gjald á framleiðslu og inn-
flutningi, er orasakað av
handilsavtaluni við EF,
har ein partur av legting-
inum longu í juni mánað í
ár bant seg til at gera eina
nýggja tolllog frá 1.
januar 1992.
Stórar hækkingar!
Í 1992 fáa vit loyvi til
stórt sæð teir tollsatsir,
sum eru galdandi í dag.
Hetta verður eisini gjørt,
men í nógv sterri mun enn
sagt er frá í uppskotinum,
tí »bara« broytingin frá
FOB til SIF ferir við sær
stórar tollhækkingar, um-
framt at GATT tollur
verður kravdur av teim-
um verum, sum verða inn-
fluttar frá londum, sum
ikki eru limir í EF.
Tí undrar tað eisini, at
einki verður sagt í upp-
skotunum um innteku-
grundarlag landskassans
aftaná, at hesar lógir hava
fingið gildi. Veruleikin er
helst tann, at talan er um
stórar tollhækkingar yvir-
hevur.
Hovuðskravið
hjá EF
Tað sum ger viðgerðina
flokta, er, at tollupphædd-
irnar bert fáa gildi fyri
1992 og í 1993 fellur allur
tollur millum Feroyar og
EF burtur, og í staðin
kemur »sokallada« meir-
virðisgjaldið, sum verðu
kravt bæði av innfluttum
verum og tænastum, og er
her talan um sjálvt
hevuðskravið hjá EF, men
hesa viðgerð sleppa vit
ikki fram at at viðgera,
við tað at landsstýrið
einki upplýsir um upp-
hæddir ella prosent av
keyptu veruni, men kort-
ini hevdu vit vónað, at
landsstýrið undir viðgerð-
ini fór at geva nærri frá-
greiðing um hesi viður-
skifti.
GATT-tollurin
Tá ið sáttmálin millum
Nr. 217 — 21. november 1991
EF og Feroyar var til við-
gerðar í tinginum, tá víst
umboð Sjálvstýrisfloksins
á, at avtalan ongantíð
hevði fingið ta rettu polit-
isku viðgerðina, og at
samráðingarnar frá fer-
oyskari síðu vóru ov illa
fyrireikaðar, og tað er
mangt, sum bendir á, at so
er. Einki kom fram um, at
umframt vanligan toll,
skuldi eisini rindast
GATT tollur frá londum,
sum vit innflyta frá, og
sum ikki eru limir í EF, og
at hetta fór at fáa óhepnar
fylgjur fyri verandi prís-
legu. (heldur ikki løg-
maður var kunnaður um
hesi viðurskifti).
Samhandil við
onnur lond
Nú er komið týðuliga og
greitt fram undir viðgerð-
ini, at orsakað av at vit
onga handilsavtalu hava
við tey lond, sum vit van-
liga keypa frá, og sum ikki
eru limir í EF, fær hetta
stórar fíggjarligar fylgir
fyri samhandil okkara
millum í framtíðini. Talan
er um Ísland, Noreg,
Japan, Australia 0.0. lond,
og ti kundi tað verið hósk-
andi, at landsstýrismað-
urin í fíggjarmálum gav
tinginum frágreiðing um
hesi viðurskifti, og at vit
fingu at vita, hverjar ætl-
anir landsstýrið hevur í
sambandi við samhandil
við hesi lond?
Nærum eingin!
Tað tykist greitt, at fer-
oyski ídnaðurin er sera illa
fyri at taka kappingina
upp við EF marknaðin,
undir teimum treytum,
sum landsstýrið hevur
samráðst seg fram til, og
lítil ivi tykist vera um, at
heimaídnaðurin aftan á at
EF avtalan endaliga kem-
ur í gildi aftan á 1. januar
1992, verður upp aftur
verri fyri.
Vit skulu til at taka
kappingina upp við fyri-
tekur, sum í mong ár hava
luttikið á altjóða markn-
aðinum, og sum hava
brúkt stórar upphæddir
upp á marknaðarkanning-
ar og marknaðarrekt, og
hesa kapping er nærum
eingin fyritøka i Føroyum
før fyri at taka upp å seg
just nu.
Treytirnar sum
fylgja vid
Hóast avtalan við EF á
prenti er betri enn tann
avtalan, sum vit í dag
hava, so mugu vit kortini
viðganga, at allar tær
treytir, sum fylgja við av-
taluni, her íroknað toll-
lógirnar saman við EF
sáttmálanum, koma at
standa sum eitt illa fyri-
reikað arbeiði frá foroysk-
ari síðu, sum ger, at nær-
um eingir fyrimunir eru
eftir, sum tala fyri at av-
talan við EF yvirhevur
eigur at fáa gildi fyri Fer-
oyar, soleiðis sum hon í
dag fyriliggur.
Soleiðis sum viðurskift-
ini í dag eru kunngjerd
fyri okkum og Feroya
fólki, eri eg bangin fyri, at
EF avtalan verður ein
vanlukka fyri feroyska
samfelagið, og tað er okk-
ara uppgáva sum and-
steða at vísa á vanda-
málini í avtaluni, og tað
hava vit eisini roynt at
gjert eftir bestu sannfør-
ing.
Lasse Klein