fríggjadagur 22. november 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum
Anthony Perkins
Fríggjadagin kl. 22.03:
Psycho
Kendur amerikanskur filmur frá 1960
eftir Alfred Hitchcock.
Vera Miles
Ein ung, vekur kvinna, Marion Crane,
stjól eina stóra peninganegd og fór
burtur við bili — onkustaðni. Eftir at
hava koyrt leingi, gerst hon móð og fer at
leita eftir onkrum motelli. Hon sær eitt í
myrkrinum, Bates motell (12 rúm — 12
leys rúm og 12 brúsur). Hetta sær ikki
hugaligt út, men hon er móð og fer inn.
Eigarin, Norman Bates, sigur, at har er
alt, sum tað eigur at vera. Hetta er í
Virginia, og omanfyri motellið búgva
Norman Bates og mamma hansara í ein-
um slotti, har Bates hevur sítt loyndar-
mál í kjallaranum. Marion uppdagar
skjótt, at okkurt legið er áfatt, og so fer
hon í bað
Fríggjadagin kl. 0.03:
Twilight Zone
Óljóð hoyrist frá einum meteori eitt
kveldi, og streymurin fer, telefonirnar
rigga ikki og bilmotorar steðga. Hetta
fær ein smádrong at hugsa um fiction-
filmar, hann hevur sæð. Hann hevur sína
hugsan um tað, ið hent er, skjótt koma
onkrar fremmandar verur á jerðina.
Eingin trýr honum, men tá ið hendingar-
nar gerast fleiri og upp aftur legnari, fara
fólk so smátt at trúgva honum...
Leikarar: Claude Akins, Jack Weston,
Barry:Atwater, Jan Handzlik, Burt Met-
calfe.
Leygardagin kl. 19.00:
Centennial
Fo
Nybyggjarafamiljan Grebe kemur nú at
uppliva eina tíð, har eydnan fylgir teim-
um, men Brumbaugh ávarar tey móti
náttúruvanlukkum. Og ein dagin kemur
ræðuligur stormur. Charlotte er skelkað,
men faðir Virgil roynir at fáa hana at
hugsa um okkurt annað. Hann fortelur
henni um órættvísi, nýbyggjarar stríðast
ímóti, og hon uppdagar, at her er okkurt,
hon kann brúka orku sína til.
Leygardagin kl. 23.40:
Alfred Hitchcock
Ralph Montgomery er ein eldri dugnalig-
ur meklari, sum er giftur við hini ungu
Ethel. Hann fær teimum kókikonu, mrs.
Sutton. Ein dagin finnur hann eina
fløsku av arsenik, og tá rennur honum í
hug, hvussu lítið hann í veruleikanum
veit um mrs. Sutton. Seinni, eftir at hava
spælt kort, ger hann eina roynd av sukur-
látuni, hann hevur drukkið — og uppdag-
ar, at arsenik er í. Um heita heldur fram,
doyr hann skjótt. Montgomery sær, at
hann noyðist at ansa væl eftir mrs.
Sutton
Sunnudagin kl. 19.00:
From Russia
with Lowe
Sean Connery og Daniela Bianchi
Enskur filmur frá 1964. James Bond
verður sendur til Istanbul í loyniligum
erindum. Hann skal stjala eitt serligt tól,
sum er á russisku ambassaduni. Bretar
halda, at uppfinningin er so týdningar-
mikil, at teir vága royndina. Russiski
agenturin, Tatiana Romanova, vil hjálpa
teimum, og so skulu teir seinni hjálpa
henni at flýggja vesturum. Men hver
kann líta á, at soleiðis er, hugsar James
Bond
Nr. 218 — 22. november 1991
/ ;
Mánadagin kl. 19.00:
Columbo
Helen Stewart verður vitni til eitt morð,
meðan hon er og vitjar í einum báta-
klubba. Men tá ið ein av teimum, sum
var uppii, tann kenda krigshetjan Martin
Hollister, fer at gera seg til fyri henni,
verður hon sannførd um, at hon hevur
billað sær alt inn. Columbo, sum arbeiðir
við málinum, heldur tað ikki vera lætt at
ákæra eina so kenda hetju fyri morð, tá ið
einki vitni er.
Týsdagin kl. 19.00: |
Proud Rebel
Am. western frá 1958. Eftir innanhýsis
kríggj fer ein maður frá suðurstatunum
(Alan Ladd) saman við stumma soni sín-
um til norðurstatirnar at royna at finna
ein lækna, sum kann lekja sonin. Hann
misti málið, tá ið mamma hansara doyði,
og nú hevur pápin frætt um onkran
lækna, sum kennir til slíkt. Men hetta er
kostnaðarmikið, og tí fær hann arbeiði á
einum bóndagarði, sum ein ung kvinna
eigur
Mikudagin kl. 19.00: |
The Burning Red
Nógv umreddur am. sjónvarpsfilmur frá
1984, sum byggir á eina veruliga hend-
ing. Í mars 1977 verður Francine Hughes
handtikin fyri at hava sett eld á síni egnu
hús og brent fyrrverandi mann sín inni,
meðan hann svav. Í fongslinum sigur
Francine verja sínum frá lívssegu síni, og
tí sum fekk hana at gera slíkt. Trettan ár
frammanundan, stutt eftir at tey vóru
gift, sá hon hvussu evundsjúkur maður
hennara, Mickey, var. Hann gjerdist
harðligur, dag út og dag inn, eisini aftan
á at tey hevdu fingið trý bern. Ikki fyrr
enn sjey ár seinni eydnaðist tað Francine
at fara frá honum og sekja um hjúna-
skilnað. Stutt eftir varð Mickey illa
skaddur av ferðsluvanlukku. Francine
roynir tá at hjálpa honum, hóast alt. Tá
ið Mickey batnaði, lovaði hann at broyta
seg, og hann kemur aftur at vitja Fran-
cine og bernini, men skjótt er hann aftur,
sum hann var fyrr — og harðskapurin
byrjar aftur...
Leikarar: Farrah Fawcett, Paul Lemat,
Richard Masur, Grace Zabriskie, Pene-
lope Milford, James Callahan.
Hósdagin kl. 22.03:
McCall
Ein lítil kinesiskur drongur og vinmaður
hansara, sum er eitt ríkmansbarn, spæla
saman, tá ið knappliga ein bilur kemur.
Eitt barnarán verður framt, men tað
skeiva barnið verður rænt. Mamma
henda lítla drongin arbeiðir nógv, men
eigur ongar pengar. Hon biður McCall
hjálpa sær, og hann kemur víða um, til
New York, Chinatown og aðrastaðni.
Útvarp Føroya
Týsdagin kl. 11.00 og kl. 17.30:
»Giftar vid
figgindanum«
Hvørjar møguleikar hava kvinnur, sum
eru fyri harðskapi og yvirgangi i hjúna-
lagnum, at sleppa burtur úr hesi steðu?
Hava tær nakrar meguleikar yvirhevur?
Hesum spurningum verður roynt at
svara í seinnu sendingini um harðskap í
hjúnalagnum.
Tær báðar kvinnurnar, sum tosað varð
við í fyrru sendingini, eru báðar rýmdar
frá manninum. Í hesi sendingini hoyra
vit hvussu tær bóru seg at við tí.
Eisini fara sálarfreðingarnir Eyðun
Joensen og Anna Debes Hentze at greiða
frá, hví summar kvinnur hava so trupult
við at fara úr miseydnaða hjúnalagnum,
og hverjar avleiðingar konubuking kann
hava í ringasta feri.
Síðani 1. oktober í fjør hevur ein
kreppumiðsteð verið í havn. Hvat ger
hon og hvussu gongst við henni?
Mildrið Jacobsen leggur til rættis.
Morgunlestrar
í Útvarp Føroya
25.—30. nov.
Hesa vikuna lesur Poul Sgensen í
Havn
Sálmar og bíbliuorð:
Mánadagur 25. november
nr. 28 Guð, tú ið tendraði mána
og sól
1. Jóhs. br. 1,1
nr. 69 Jesus, kom og ver hjá mær
Týsdagur 26. november
nr. 374 Um synd og skomm teg
hava sprongt
1. Jóhs. br. 2,1
nr. 342 Alheimsins tjóðir, gevið
ljóð
Mikudagur 27. november
nr. 48 Lítla Guðs barn, hvat
sakar teg
1. Jóhs. br. 3,1
Hósdagur 28. november
nr. 20 Øl vit við gleði halleluja
kveða
1. Jóhs. 1,4
Heilagt ljóð oss legg á
tungu
Fríggjadagur 29. november
nr. 516 Ljósið rann av kærleiks
runni
1. Jóhs. br. 4,8
nr. 256 So strítt teir farnu dagar
runnu
nr. 4
Leygardagur 30. november
nr. 18 Alvalds Guð, vit prisa tær
1. Jóhs. br. 4,18
nr. 19 Nú takkið Guði øll