fríggjadagur 22. november 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Nýtið ein part
av skúlanum
til fritiðarheim
Hetta heyði verið til stóran tryggleika hjá
teimum foreldrum sum eru til arbeiðis, og
hava smærri skúlabýrn, sum ongan hava at
vera hjá meginpartin av degnum
Næstseinasta mikudag
” skipaði ein foreldrabólk-
ur á Eysturskúlanum fyri
fundi fyri lærarar og
foreldur at bórnum har á
A hesum fundi skuldu
almenn umboð greiða
fundarfólkinum frá
ætlanum sínum við
skúlanum. Hóast pall-
borðið var mannað við
mætastu fólkum innan
skúlaverkið, er synd at
siga, at fundarfólkið, av
teirri orsøk, bleiv nakað
sum helst klókari av tí,
sum har kom fram.
Heldur hinvegin. Trý
umboð fyri meirilutan í
býráðnum høvdu orðið,
og hóast ein skuldi trú, at
forvirringurin var við at
vera fullkomin framman-
undan, eydnaðist teim-
um, at at gera forvirring-
in heilt fullkomnan á
hesum fundi. Tríggir
mans við hver síni
frágreiðing.
Hinvegin er ikki sagt,
at einki forvitnisligt kom
fram kortini. Poul Mic-
helsen møtti alvåpnadur
vid tølum til fundar, og
við teimum vildi hann
prógva, at skúlabarna-
talið á Eysturskúlanum
var rættiliga nógv minka
seinastu árini.
Til hetta kundi skúla-
stjórin á Eysturskúlanum
vísa á, at barnatalið á
Kommunuskúlanum var
eins nógv minkað, og
spurdi tí, hví Kommunu-
skúlin ikki eins væl
kundi seljast sum Eystur-
skúlin.
Og nú kemur tað for-
vitnisliga. Nevniliga
svarið hjá býráðsfor-
manninum: -Nei Komm-
unuskúlin var bæði
gamal og ov vánaligur til
tess.
Hver skal siga,- hann
er so mikið vánaligur, at
hann bert kann brúkast
til børn.
Hetta sigur ikki so lítið
um kunnleika og hug-
burð býráðsformansins
til okkara fólkaskúla. Í
hansara hugaheimi telja
bert fermetrar og krónur.
Men tað skal vera honum
fyrigivið. Eingin hevði
av honum væntað annað.
Hvat tey fimm hundrað
fundarfólkini hildu um
ætlaninar at selja skúlan
var einki at fara skeivur
av.
Frítíðarheim
Hvat býráðsformaðurin
í veruleikanum meinar
við og hvat hann
veruliga vil tá hann
openberar sín vísdóm er
ikki altíð lætt at vita hjá
vanligum fólkum. Men
lat meg kortini gera eina
roynd.
Spurningurin er: Hví
vil býráðsformaðurin
selja Eysturskúlan.
Neyvan tí, at hann ikki
unnar lærarum og
næmingum ein góðan
skúla.
Kann tað vera tí hann
hevur brúk fyri pengum?
Nei, hendan møguleikan
hevur hann longu svara
sjálvur. Tórshavnar
Kommuna sparir ikki
orsaka av peningatroti,
hevur hann sagt.
Kann tað so vera tí at
hann heldur skúlan vera
ov stóran? Møguliga.
Um so er, eru sanniliga
ráð til at taka. Latið
okkum brúka ein størri
ella minni part av
skúlanum til eitt slag av
frítíðarheimi, har børnini
kunnu vera, tå tey hava
eitt opid nim å tima-
talvuni.
Hetta hevði komið sera
væl við hjá mogum, tí
hvussu mong foreldur
hava ikki ampa av, at
børnini koma úr
skúlanum til tómt hús, og
hava ongan at vera hjá
meginpartin av degnum
meðan foreldrini eru til
arbeiðis. (Tað eru hóast
alt enn ngkur, ið hava
arbeiði).
At nýta skúlar sum
tilhald hjá serliga smærri
børnum uttan fyri teirra
vanligu og sera av-
markaðu skúlatíð, er sera
vanligt í grannalondum
okkara, og undrunnar-
samt er tað, at hetta ikki
kann bera til her hjá
okkum eisini.
Vónandi vil Tórshavn-
ar Býráð taka hesa
áheitan í eins stórum
álvara tað er ætlað.
Til tess at skipa eitt
tílíkt tilhald á skúlanum
krevur onga umbygging,
og vísir tað seg, at
skúlabarnatalið kring
Eysturskúlan veksur, eru
ráð til at taka.
£
4
Tórfinn Smith,
byrådslimur,
skrivar:
tjak
Vísir tað seg, at
Eysturskúlin er so
mikið stórur, at har
eisini kann vera
annað virksemi,
kundi ein partur
verið nýttur sum
frítíðarheim
Lat skúlan hava frið
Foreldur, næmingar og
lærarar hava nú síðani
stórtíðindini komu um at
skúlin skuldi seljast verið
ørkymladi. Tey meta
skúlan eisini í gðrum
virðum enn fermetrum
og krónum. Hesin er
karmurin um framtíð
barnanna, og hendan
karm ynskja øll foreldur
so góðan og tryggan sum
gjørligt. Lat tí skúlan nú
fáa frið.
Býráðsformaðurin átti
nú at komi fram og biði
um fyrigeving fyri at
hava lopið framav, og
samstundis boðað frá, at
hugsanin um at selja
Eysturskúlan er slept.
Landsstýrið má síðani
bert sannað, at ikki er
vert at taka av ein-
hvgrjum tilboði sum
einhvør sølumadur
kemur við.
Um at bóta trol í regni
við berum bibbum
Enn einaferð verður
gjert vart við ónegd okk-
ara um vånaligu umstød-
ur viðvíkjandi fíggingini
av studningi og sam-
ferðslu viðurskiftum
okkara.
Vit eru samd í, at vinn-
an og vinnufólkið sjálv-
andi skal verða sett
hægri í metum, men
bæði tey, eins og vit
verða forsemd við nógv-
um ílegum, sum í stóran
mun kunnu kallast
óneyðugar, og kanska
eisini svakar — ílegur,
sum verða blakaðar í
ótrygg tiltek, ið bert
eggja til dapurskygni.
Her hugsa vit um undir-
sjóvartunnil, ið bert
kemur einum politikara
(og kanska onkrum eðr-
um) til góða — hetta, og
fleiri líknandi ervitis-
hugsanir.
Ikki kann dyljast yvir,
at samfelagnum tervar
útbúnar kreftir, og hóast
stóra almenna (millum
borgararnar) ónegd við
studentar (ofta verður
hetta nýtt sum niðurset-
andi vending), so eru teir
veruliga eitt óluksáliga
gott alternativ til fram-
tíðar útbúgvið fólk.
So leingi sum hesir
næmingar gerast synda-
bukkar, verður tað ikki
lætt at nýta hetta al-
ternativ. Grundarlagið
fyri hesi miðnámsút-
búgving verður hábærs-
liga togað undan næm-
ingunum — dømi um
hetta:
Urbanus av Strondum
er 16% ára gamal og
gongur í 1. g. við Getu-
gjógv. Hann fær studn-
ing, 609 kr. um mánaðin
(og ikki er ella skuldi ver-
ið neyðugt at tosa um ar-
beiðsviðurskifti við síð-
una av). Busskort hans-
ara millum Strendur og
Getugjógv kostar 600
kr. Tað vil siga, at
Urbanus hevur 9 kr. eft-
ir til restina av mánaðin-
um — har hann skal
gjalda fyri; bøkur (kann-
ing gjørd á skúlanum
vísir umleið 300 krónur).
Frederikka úr Klaks-
vík er 17 ár. Hennara
ferðing millum Klaksvík
og Getu kostar 400 kr.
— LFU-korti og
L.F.Ú. sum heild er sett
til viks av ókendum áv-
um.
Okkara ben — ella
uppskot til loysn er, at
L.F.U.-kortið fyrst og
fremst verður sett aftur
í gildi fyri at geva næm-
ingunum avsláttur.
Stuðulsbýtið er rættu-
liga ójavnt; ein undir 18
ár fær uml. 800 kr. minni
enn ein yvir 18 ár.
Ein av fylgjunum av
hesum er, at tey foreld-
ur, ið eiga pening, kunnu
fíggja skúlagongd barn-
sins, meðan tey, ið eiga
minni, sjálvsagt ikki
hava ráð, og skaðar
hetta ikki bert sosialt,
men ferir kanska til, at
næmingar verða noyddir
at gevast, tí teir ikki
megna at lúka tey krev,
ið teimum verða sett.
At beta trol í regni við
berum bibbum — summi
eru regn (landsstýrið og
slík, meðan næmingar-
nir og onnur í somu
steðu) eru bibburnar, tað
regnar á, og ljóðar hetta
væl? — Eggjar hetta til
bjartskygni? — Ikki hjá
skúlanæmingunum.
Næmingaráðið
við Getugjógv (Mrs.)