fríggjadagur 22. november 1991síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AAA EEG Øl
KNR
Nr. 218 — 22. november 1991
Í dag (friggjadag 22/11)
hava hjunini Sigrid og
Elenius Fuglø gullbrúd-
leyp. Bæði eru tey fødd
og uppvaksin á Viðar-
eiði.
Sigrid Johanna er
dóttur Onnu og Jóanis
Joensen, dagliga kalla í
Innistovu, og Jens
Elenius er sonur Juliu
og Trónd Fugle (uppi á
Lag).
Sigrid og Elenius
fluttu til Danmarkar og
giftust undir seinna
heimsbardaga tann
22/11-41. Tey fingu so
bernini trý, fyrst Amy,
síðani Thorlejf og sein-
ast kom Juliana. Í 1956
flutti familjan í egin hús
á Concordiavej 7 í Nær-
um, har tey framvegis
búgva. Sjálvt um tey
hava búð hesi nógvu
árini í Danmark, so
„Síða 19
og jólamerki
kenna tey seg sum før-
oyingar. Og feroyska
gestablídnið hevur held-
ur ikki skortað í heimi
teirra, hetta munnu tey
nógv av skyldfólki og
vinum, sum hava gist
hjá Sigrid og Elenius,
sanna.
Herfyri gav Postverk
Feroya út jólamerki
1991, sum í ár er teknað
av Amy, dóttir teirra.
Og sum væl sjónligt er,
so líkist ein partur av
myndini útsýni av
Viðareiði, hvat heldur
ikki er tilvildarligt. Amy
gjørdu fyrstu blýants-
tekningarnar til tað,
sum seinni skuldi verða
jólamerki, á Viðareiði.
Niðast í vinstra horni
sæst eitt ungt par í før-
oyskum klæðum. Fyri at
hava eitt feroyskt par
sum fyrimynd, nýtti
%
X 3 bd
SRASTOSR +
;
Amy Fugle brúðar-
myndina av foreldrum
sínum, tó hevur hon
roynt at broyta hár-
sniðið, so tað ikki skuldi
líkjast fotografinum ov
nógv.
Vit báðir, Tommy og
Robert — synir Amy,
vilja hervið takka fyri
alt tað tit, omma og
abbi, hava verið fyri okk-
um. Ein stór tekk til all-
ar tær ferðirnar, vit hava
gist og teir mongu góðu
døguråarnar, vit hava
fingið frá tykkum. Eisini
eru vit glaðir fyri at abbi
okkara aftur er frískur,
hóast vit fyri 5 árum síð-
ani trúðu at hver dagur
skuldi verða tann sein-
asti. Og seinasta fríggja-
dag høvdu vit høvi til at
halda 81 åra fødingar-
dagin hjå abba.
Vid hesum ynskja vit
Sigrid og Elenius Fugle
vid fyri 50 årum sidani
tykkum tillukku
gullbrúdleypsdegnum i
dag. Má Gud verða við
tykkum og vælsigna
tykkum framyvir.
um nevn
Tommy og Robert