leygardagur 23. november 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
S íða 10
Toran sló niður
Ivasamt um fugloyingar fáa endurgjald frá tryggingini fyri sjón-
varp og onnur tól, sum fór av toruni seinasta sunnukvøld
Fá minnast slíka toru, sum
seinasta sunnukvøld,
hvørki so nógv ljós ella so
hart brak.
Men neyvan nakrastaðni
merktis so nógv til toruna
sum í Fugloy.
- Eg sat einsamallur inni,
og knappliga hoyrdist ein
grúiligur brestur, og alt
skygdi, sigur Símun Gull-
aksen í Hattarvík.
Tað næsta sum hendi var,
at telefonkontaktin og tele-
fonleidningurin smeltaðu,
og ljósið fór.
Tað sama hendi í fleiri
húsum í Hattarvík. Ikki bara
tað, at ljósið fór, og telefon-
sambandið kvettist. Olju-
fýrini fóru, nøkur sjónvarp
og hjá summum eisini
húshaldstól.
Sjálvt um telefonsam-
bandið fór, og fartelefonin
heldur ikki riggaði, bar til at
fáa boð frá sær við sendara,
og longu mánamorgunin
komu fólk út at umvæla
skaðarnar.
Streymveitingin = varð
ikki skadd. Fugloyggin
hevur sítt egna verk, og teir
tríggir motorarnir koblaðu
frá. Teir vórðu settir til aftur
mánamorgunin.
Verri var við telefonnet-
Nr. 219 — 23. november 1991
inum. Káplarnir, sum liggja
á oynni, hava fingið skaða,
men telefonsambandið var
kortini í lagi aftur mána-
kvøldid. Arbeitt verður tó
framvegis upp á netið.
Mánadagin komu fólk
eisini út at umvæla olju-
fýrini, sum farin vóru, so øll
hava fingið hita aftur í hús-
ini. Seks ella sjey oljufýr
fóru bara í Hattarvík, okkurt
eisini á Kirkju.
Fugloyingar vitaenn ikki,
hvat skaðarnir av toruni
friggjakvøldid fara at kosta
teimum. Tey hava enn ikki
fingið rokningarnar fyri
umvælingarnar.
Nøkur = hava boðað
Brunatryggingini frå skað-
unum, men ivasamt er, um
tyggingin tekur við
Brunatryggingin er fyri
skaðar elvdar av toru, men
bara um toran hevur slid
beint niður í tólið ella húsið,
sum hevur fingið skaða. Er
tað so, at skaðarnir eru
hendir, tí spenningurin er
øktur, tekur tryggingin ikki
við.
randi
Onkrir missa -
Kkoyringina
Stórur munur eru á tilbodunum, sum komu inn
uppá at koyra fyri Bygdaleiðir
Mikudagin vórðu tilboðini
latin upp uppá koyringina
fyri Bygdaleiðir.
Tilboðini, sum komu inn
eru hesi: Bussfelag Føroya,
sum bjóðar upp á allar
ruturnar samlað og hver
sær, P/F Bil í Havn bjóðar
upp á leið 100, flogrutuna
og leið 300, og fimm
bussførarar bjóða upp á leið
400.
Fyrst í næsta mánaði
verður støda tikin til tilboð-
Im.
Sum flestum kunnugt eru
busseigararnir, sum koyra
fyri Bygdaleiðir, skipaðir í
tveimum feløgum, og til-
boðini eru eisini merkt av tí.
P/F Bil og teir fimm, sum
hava boðið upp á leið 400,
eru allir í Bussamtøkuni.
Soleiðis sum tilboðini
ljóða, eru ulbodini hjá teim-
um í Bussamtøkuni lægri.
Til sammetingar kann
nevnast, at P/F Bil bjóðar
sær til at koyra flogrutuna
fyr 1.993.000 krónur,
Bussfelag Føroya
3.272.000. Leið 100 vil P/F
Bil koyra fyri 2.181.000
krónur, Bussfelag Føroya
sigur 3.211.000 krónur.
Leið 300 bjóðar P/F sær at
koyra fyri 1.585.000
krónur, Bussfelag Føroya
bjóðar sær at koyra leiðina
fyri 2.472.000 krónur.
At teir í Bussamtgkuni
hava tey bíligari tilboðini er
óivað orsakað av, at teir
eiga bussarnir sjálvir, og
teir koyra eisini sjálvir i dag
á teimum rutum, sum teir
bjóða uppá.
Samlaða tilboðið hjá
Bussfelag Føroya uppá allar
tær útbodnu rutumar er
4.900.000 krónur. Tað er
nakað minni, enn koyringin
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin mánadag. miku-
dag og friggjadag ki. 11—16. Tif. 15816.
Í aðru viku fer lands-
stýrið væntandi at taka
stóðu til, hvørjir skulu
koyra fyri Bygdaleiðir
aftaná nýggjar. Onkir av
teimum, sum nú koyra,
missa tá arbeiði sítt fyri
Bygdaleiðir
í dag samanlagt kostar fyri
hesar rutur.
Tað er áður sagt, at
landsstýrið ætlar at taka av
teimum lægstu tilboðunum,
men landsstýrið er ikki
bundið til at taka av teimum
lægstu, sigur Tummas
Magnussen á samskiftis-
deildini i Tinganesi, har tey
nu sita og sammeta tølini.
Sjålvt um støda enn ikki
er tikin ul ulbodini, er longu
greitt, at onkrir av teimum,
sum nú koyra, verða við
sviðið soð, tí aðrir fáa
koyringina.
Allar leiðirnar eru ikki
bodnar út í fyrstu syftu.
Landsstýrið hevur ikki tikið
støðu til, nært.d. koyringin í
Sandoynni, Suðuroynni og í
Norðuroyggjum skal bjóð-
ast út.
randi
Klaksvíkar
or FÅ
Sjukrahus
Bandagistur og Ortopædiskur skó-
makari frå Samfundet og Hjemmet for
Vanføre i København, arbeida å Klaks-
vikar Sjúkrahúsi í døgunum 3. og 4. de-
sember 1991, og á skaðastovuni á
Landssjúkrahúsinum 5. desember 1991.
Tíð fæst við at ringja á Klaksvíkar
Sjúkrahús, tlf. 554 63.
Inngongd er nordanfyri í kjallaranum í
starvsfólkahúsinurn.
Lýsið i sostalinum
Er peran
”
i lagi?
fyribyrgist
; Skaði!
| Pr |
| FERDSLUTRYGD |