Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. november 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

fad var regnjakkin hjá il lu Gudrun Ma gnussen úr Havn, sum fekk rumeraran Emil Andrei at koma t tíðindablaðið 'sostalurin B > Nr. 219 — 23. november 1997 Rumeniavinir í Havn — Dóttir mín skal ikki vaksa upp í einum ódemokratiskum landi. Ei heldur skal tað koma henni aftur um brekku, at pápi henn- ara eina ferð mótarbeiddi kommunistun- um í Rumenia. Hetta var orsokin til, at 29 ára gamli Emil Andrei avgjørdi at rýma úr heim- landinum og sokja um politiskt friðskjól í Foroyum. Ein lítil reyður regnjakki FH gerast bjargingin hjå hesum politiska flóttamanninum. Emil Andrei lyftir trý ára gomlu Guðrun Magnus- sen úr Havn upp í fevn- ingin. Hann kínir henni um hevdið og í eygum hansara hómast longsulin eftir familjuni í Rumenia. Fyri næstan tveimum mánaðum síðani stóð hann á flogvøllinum i Bukarest og segði farvæl við trý ára gomlu dóttur sína lonu og konuna Luciu. Nú býr hann á Grips- vegi í Havn. Fyri framm- an hevur hann eina óvissa framtíð. Undir liðini á honum sita Anna og Magnus Magnussen. Tey hava latið heim sítt upp fyri hesum rumenska flóttamanninum. Einki broytt Í desember mánaða í 1989 varð Ceaucescu, fyrrver- andi stjórnarleiðarin í Rumenia, skotin til deyð- is. Hetta skuldi verða end- in á fleiri ára kúgan og ein- um harðrendum kommun- istiskum einaveldisstýri. Demokratiið var komið til landið. Vesturheimurin fekk sannleikan at vita um Rumenia. Fólk vóru skak- að. Túsundtals tons av klæðum og eðrum neyð- synjarverum vórðu alt fyri eitt send til neyð- steddu offrini eftir Ceau- cescu. Reyður regnjakki Emil Andrei varð ein dag- in uppringdur av arbeiðs- plássinum hjá sær, og spurdur, um hann legði í at fáa onkur klæði. — Hóast okkum ikki tervaði hjálp, helt eg, at eg skuldi fara at hyggja. So nógv av klæðum var komið, at fólk ikki vistu hvat tey skuldu gera við tey, sigur hann. Einasta plaggið, Emil tók burtur úr rúgvuni, var ein lítil reyður regnjakki. Hendan helt hann hóska sera væl til sína trý ára gomlu dóttur. Guðrun Magnussen í Havn hevði átti henda jakkan. Navn og bústaður var skrivað innan í jakk- anum. Mamma hennara, Anna, hevði fylgt við í tí, sum hendi í Rumenia, og vildi hjálpa. Emil setti seg í sam- band við familjuna í Havn og takkaði fyri. Tey skriv- aðu síðan saman. Seinni skuldi tað vísa seg, at Emil veruliga fór at fáa brúk fyri teirra hjálp. Ongin kommunistur Emil er vaksin upp í ídn- aðarbýnum Brasov. Har búgva millum 300 og 400 túsund fólk. Hann er út- búgvin teknikari og hevur arbeitt í tíggju ár á eini byggimiðsteð sum fíggj- arligur ráðgevi. Familja hansara hevur ongantíð verið kommun- israr ella stuðlað Ceau- cescu. Men tey settu seg heldur ikki upp í móti hon- um. — Um hetta varð gjert, bleivst tú skotin, sigur Emil. — Tí entu vit ikki aftur, men noyddust at bíta í okkum órættvísið og týningina, sum Ceaucescu stóð fyri. Men aftan á deyða hans- ara og landið fekk demo- krati, birtist frælsisneistn — eisini hjá Emili. Frælsisneistin 20. mai 1990 var var í Rumenia. Fyri fyrstu ferð í nógv ár fekk andsteðan loyvi at stilla upp. Topp- kandidaturin til hetta val- ið vísti seg at vear Iliescu. Hann var næsti maður Ceaucescu og hevði eisini verið limur í Momem- klatura. Í frítíðini fór Emil at skriva fyri studentaavís- ina »Replica«. Blaðstjórn- in var samd um, at Iliescu var av sama slagi sum undanfarni stjórnarleið- arin. — Vit gjørdu gjeldur burtur úr Iliescu, og hetta fingu vit eisini at merkja. Sjálvt um tað ljóðaði, at nú kundu øll siga sina hugsan, var hetta ikki so. Beint áðrenn valið fekk blaðstjórnin boð um ikki at geva blaðið út meira. — Vit fóru í hungurs- verkfall, men uttan úrslit. Blaðið kom ikki út aftur. Arbeiðið hjá Emili fekk fylgjur. Brevini, hann fekk sendandi, vóru upp- brotin, og hann varð eisini hóttur. Hóast hetta helt hann fram, og í oktober í 1990 gjørdist hann limur i Ali- anta Civicå. Hetta er ein felagsskapur, har allir andstøduflokkarnir í Ru- menia eru vid. Felagsskapurin arbeiðir í móti kommunismuni og gongur inn fyri aftur at fáa kongaríki sett á stovn. Kendi seg hóttan Í september 1991 fór Emil aftur at skriva. Hesa ferð á tíðarritinum »Gazeta de West<. Og tað var nú, at hann veruliga fekk at kenna avleiðingarnar av sínum politiska virksemi. Hann fekk ongi brøv longur og telefonin varð avlurtad. Heldur ikki tå hann gekk å gøtuni, fekk hann frið Alti å var onkur, y] Jb r hann. og gyørdis t alt bangnari fyri familju síni. Hevði samband til Føroya Meðan Emil stríddist fyri frælsi í Rumenia, hevði hann samband við sínar føroysku vinir. Magnus og Anna fylgdu eisini spent við, hvussu leikur fór fram í Rumenia. Tey sendu nógv brev og eisini pakkar. Men tá tey fingu frænir av, at onki kom fram, ringdu tey í staðin. Ein dagin avgjørdu tey at bjóða Emili til Feroya at ferðast. Tey vistu ikki, at Emil longu tá ætlaði sær at rýma. Ikki heimaftur Emil tók av innbjóðingini og greiðir frá, at áðrenn hann fór úr Rumenia, gjerdi hann av ikki at fara heimaftur. — Hetta var ein tung avgerð. Eg og konan tos- aðu nógv saman um hetta. Men trupulleikarnir vóru nú so stórir, at onki annað var at gera, sigur hann. Og leygardagin 5. okt. stóð Emil við vidførinum sínum í Havn. Longu mánadagin eftir sekti hann um politiskt frið- skjól. llla við Anna og Magnus vistu av ongum. Tey gjerdust sjálvandi eitt sindur illa við, tá tey fingu at vita, at vinurin, sum tey bert hevdu bjóðað higar at ferðast, ikki ætlaði sær av landinum aftur. Men nú hava tey vant seg við steðuna. — Emil er ógvuliga vin- arligur og lættur at hava í