týsdagur 26. november 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sambands-
menn
raknaðir við
TAÐ er ikki eiti á, sum sambandsmenn
hava dubbað seg. nú Sosialurin í odda-
grein í farnu viku loyvdi sær at siga sína
hjartans meining um afturhaldið, sum
tykist at vera vorðið so inngrógvið
skjaldrarmerki hjá sambandsflokkin-
um, at hann helst fer inn í eina nýggja
øld sum afturhaldsflokkur burturav.
SKRIVING okkara má hava rakt eitt
eymt stað, tí henda eina av oddagrein-
um okkara í farnu viku hevur fingið
bæði formann floksins, blaðstjóra mál-
gagnsins og eisini politiska ritstjóra
blað/floksins (Sambandsrødd nevnd) at
leypa upp. sum hevði onkur traðkað
teir so eftirtrykkiliga á tærnar.
HETTA er so aðru ferð, at tað hevur
eydnast okkum her á síðu 2 at fáa sam-
bandsfólk at rakna við og fara í Dimm-
una at bera i bøtuflaka fyri gerðum sín-
um. Fyrru ferð var fyrst í farnu viku, tá
nýggja sambandskonan á tingi ruddaði
sær slóð til avikavist forsíðu og síðu 3 í
Dimmalættingini fyri at vísa aftur sak-
ligum og serigsum kritikki um leiklut
skot um eydnuspøl. Ikki hevði hetta
lógaruppskotið so nógv upp á seg. tó at
sambandskonan fekk bestu plasering
málgagnsins til at vísa atfinningum
móti sær aftur.
OG ikki meira enn nakrar fáar dagar
seinni, so er aftur Sosialurin forsíðu-
stoff, síðu 3 stoff og enntá eisini á síðu
4. Blaðstjórin ofrar heila oddagrein at
vísa atfinningum okkara aftur, formað-
ur sambandsfloksins brúkar umleið
hálva síðu 3, og í kjalarvørrinum á teim-
um báðum frægastu síðunum í blað-
num koma so tær eftirhondini endur-
takandi sambandsreddirnar. Eisini tær
hava fingið ilt av skriving okkara.
HØVDU atfinningar okkara móti sam-
bandsflokkinum og afturhaldspolitikki
floksins verið grundleysar, høvdu tær
einki sum helst havt upp á seg, so hevði
formaður floksins, blaðstjóri málgagn-
sins og Sambandsrøddl!) ikki brúkt so
stóran part av leygardagsdimmuni at
vart seg við. Við øðrum orðum raktu vit
á eitt meint stað, nevniliga tað staðið,
sum eitur: hví sambandsflokkurin ikki
gjørd meira fyri at koma upp í eina sam-
gongu eftir seinasta val!
NÚ kann ein altíð keglast um intentión-
irnar hjá formanni javnaðarfloksins.
hann helst vanur við so mangt, men
slíka méttøku, sum leiðsla sambands-
floksins gav samráðingarinitiativi javn-
aðarfloksins eftir síðsta val, skal tú leita
leingi eftir. Hóast onkur vil siga, at hasi
orðini úr munni sambandshøvdingans,
um at tað var ein ófrávíkilig treyt fyri at
sambandið kundi fara út í Tinganes, at
tað varð rikin borgarligur sambands-
politikkur, vóru ein »skrubtussa«, so
eru tey kortini í sa nsvar við alt tað vit
hava hoyrt sambandsflokkin tosað og
talað um síðani valið. Afturhald og aftur
afturhald. Stevnumið floksins at vera
ímóti øllum framburði, allari menning,
øllum broytingum er komið so týðuliga
fram í tí almenna orðaskiftinum — og
tað serliga í politiska málgagninum hjá
flokkinum — DIMMALÆTTING — at
líta vit aftur um bak og minnast aftur
orðini hjá formanninum um, at tað
skuldi rekast borgarligur sambandspoli-
tikkur, so sanna vit hesi orð í dag.
Formaðurin 'ortalaci seg ikki, tá hann
bar hesi kendu orð fram í útvarpinum,
nei, hann segði sogar bara sína hjartans
erligu sambandsku meining.
Í oddagrein okkara í farnu viku, sum
sambandsspíssarnir hava fingið so ilt
av, vístu vit á, at skal sambandsflokkur-
in hava møguleika at koma í landsstýrið
eftir eitt komandi val, so má hann
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller | | Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith | Útgevari: P/f på - | Hu: Bee | OR Hors
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen npsnins á ; A gi Telelon if Telefax: 14720
= nl = res:
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov | Justinus Eidesgaard rent
hennara í sambandi við eitt lógarupp- Sum royndur samráðingarleiðari er leggja á annan bógv. Hann má endur-
nýggja seg. fylgja við tíðini — ikki minst
nú vit eru um at fara inn í eina nýggja
øld. Eingin flokkur — møguliga við und-
antaki av borgarliga Isaksenska veing-
inum i tjóðveldisflokkinum — kann
loyva sær at fara ut i Tinganes at styra
landinum saman vid einum sambands-
flokki, sum bara dugir at siga nei til allar
broytingar. Nei til undirgrund, nei til fri-
handilsavtalur, nei til meira tíðarhósk-
andi råsdrekkalég, nei til heimastyris-
lóg, nei til...
SAMBANDSMENN kunnu skriva
Dimmu upp og niður og fylla málgagn
sítt við sínum mongu og longu verju-
rødum. Teir kunnu eisini vera beinrakn-
ir í summum av atfinningum sínum
móti sitandi landsstýri. Men tann veru-
leikan, at flokkurin er afturhaldsflokkur
við lít, og at tað var afturhaldið, sum
gjørdi, at aðrir flokkar ikki vildu hava
hann við í eina samgongu eftir síðsta
val, vika sambandsmenn og sambands-
røddir í Dimmu ikki ein tumma.
mm sosigaley
Dimma og
arbeiðsloysi
Umleið fjórðingur av for-
síðuni umframt hálv síða
3 og ein tridingur av síðu
4 í Dimmalætting leygar-
dagin eru halgað Sosial-
inum og javnaðarflokk-
inum. Í oddagreinini, sum
er skrivað á donskum,
verður nomið við mangt,
og skulu vit í hesum teigi
gera viðmerkingar til nak-
að av tí har stendur. Blað-
ið vísir m.a. á tey mongu
føgru lyftini, sum javn-
aðarflokkurin til síðsta
val, eitt nú um at fólk
skuldu koma aftur í ar-
beiði, fekk flokkurin und-
irntøku. Dimma skrivar:
"Til lagtingvalget for
et ár siden lovede Soci-
aldemokratiet at skabe
beskæftigelse til samt-
lige arbejdsfóre hænder,
hvis partiet blot fik
tilstrækkelig vælgertil-
slutning dertil. Endnu
engang hoppede et sá
stort antal vælgere pá
den sosialdemokratiske
limpind, at partiet atter
kom til at lede landss-
tyret. Og resultatet hidt-
il er, pá samme máde
som tidligere, det stik
modsatte: en så stor ar-
bejdsløshed som aldrig
før”
Her nemur blaðið við
ein av teimum mest álv-
arssomu málinum í hesum
døgum, tí vaksandi ar-
beiðsloysið er og verður
ein ómetaliga stór byrða
fyri samfelagið og borg-
arnar. Spurningurin er so
hvør hevur skyldina i
støduni og hvat kann ger-
ast. Dimma minnist rætt,
tå hon skrivar, at javn-
adarflokkurin segdi seg
skula fáa hjólini í gongd
aftur, fekk flokkurin und-
irtøku. Og blaðið hevur
eisini rætt, tá tað sigur, at
hóast javnaðarflokkurin er
komin til ræðið, so veksur
arbeiðsloysi kortini.
Nakað er gjørt fyri at
fáa nýggj arbeiðspláss,
eitt nú innan tann partin
av fiskiídnaðinum, sum
miðjar móti at góðska
fiskin meira. Spurningurin
er bara, um hetta er nokk.
Tað vita vit, at tað ikki er.
Men hvussu fáa vit so
fleiri fólk í arbeiði, og
hvussu forða vit fyri, at
nógv fleiri fólk missa
arbeiði. Hetta er ein alt ov
stórur og álvarsligur spur-
ningur til at ein kann geva
einum flokki alla ábyrgd
fyri tað, sum er hent og
tað, sum skal henda.
Javnaðarflokkurin hevur
meira enn nakað verið við
valdið í landinum seinastu
mongu árini, og tí hevur
hann ein stóran part av á-
byrgdini fyri gongdini,
bæði uppá gott og ilt.
Men flokkurin hevur altíð
verið noyddur at arbeiða
saman við gðrum
flokkum, og tískil hava
allir flokkar her á landi,
sum hava verið við til at
mynda skiftandi
landsstýrið ábyrgd av
gongdini. Tað nyttar so
ikki aftaná, soleiðis sum
fyrrverandi løgmaður og
formaður sambandsfloks-
ins gjørdi í donskum blað
herfyri, har hann rætt og
slætt tvådadi sinar hendur
og gav øllum hinum alla
skyldina. Tað var ma.
hesin madurin, sum var
ímóti at stuðla Smyril
Line, sum í dag er ein av
best koyrandi
fyritøkunum í landinum,
og tað var hann sum vildi
hava okkum at varðveita
ein farmaskipaflota, sum
hevði kunnað tómt lands-
kassan fyri veðhald, varð
hann sloppin at halda
fram.
Hetta verður sagt fyri at
vísa, at viðurskiftini eru
ikki so cinføld, at ein bara
kann geva einum skyldina
fyri allar syndirnar. Vit
hava øll verið við til at
taka skeivar sum rættar
avgerðir. Hetta hevur giv-
ið okkum ein vælútbygt
samfelag, men í dag megu
vit sanna, at við augau
ikki hógv, tá hetta
umráddi í teimum góðu
tíðunum.
Men javnaðarflokkurin
situr so við landsins
róður, og tað verður tí
fyrst og fremst hann, sum
má royna at forða, at ikki
alt steðgar upp og arbeiðs-
loysi bara veksur. Lands-
stýrið er enn ungt, so
nógv kann fáast á skafti í
trý ár aftrat. Men tað
hevur skund at fáa hjólini
aftur at mæla. Tí er tað í
fínasta lagi, at Dimman
roynir at minna
javnaðarflokkin á vallyfti
síni. Tað er m.a. tað hon
er til. Og hesum kunnu vit
bara taka undir við
blaðnum í. Teir flokkar,
sum mynda landsstýrið,
mugu royna at reka ein
politik, sum fær sam-
felagshjólini at mæla aft-
ur. Ein politik, sum forðar
fyri, at arbeiðsloysi bara
skal vaksa og vaksa. Men
so álvarslig sum stødan er
vorðin, so mugu eisini teir
andstøduflokkar, sum ikki
ynkstu at taka við ábyrgd
eftir síðsta val, eisini at
vísa samfelagsábyrgd og
vera við til at vísa á
gongdar leiðir. Tær eru
ikki nógvar, og tí ræður
um, at vit í felag royna at
finna tær.
Til eftirtektar
Herviliga eldibrandurin
í Hvalvík í farnu viku
hevur givið okkum gll-
um nakað at hugsa um.
Spurningurin um fyri-
byrging av stórum van-
lukkum í sambandi við
stóran eld er tíanbetur
vorðin aktuellur aftur.
Hetta er nevniliga eitt
mál, sum alt ov sjáldan
verður tikið upp til ál-
varsliga viðgerð. Vit eru
nevniliga ikki førir fyri
at fyribyrgja avleiðing-
unum av stórum van-
lukkum so eitt nú tá eitt
virki, ið brúkar vanda-
mikla rávgru, brennur
niður. í Hvalvik vildi so
væl til henda dagin, at
eldurin varð skjótt
sløktur og fólk vórðu
óvarað um vandan. Men
vildi tað illa til, so kann
ein bara ímynda sær
fylgjurnar. Tað fær ein
at hugsa: hvussu við
gðrum plåssinum í land-
inum, har virki liggja,
sum kunnu elva til van-
lukku, kemur eldur í tey.
Tað eru aðrar bygdir í
landinum, sum hava
líknandi virki sum tað í
Hvalvík. Hava hesi
pláss fyrireika seg uppá
eina líknandi vanlukku
og hvussu hava tey
hugsað sær at fyribyrgd
eini vanlukku! Tað er
gott, at vit hava fingið
eitt orðaskifti um
eldsløkking her á landi.
Hetta er eitt álvarsmál.
Vónandi fer orðaskiftið
at hava tað við sær, at
allur spurningurin um
eldsbruna, eldsløkking
ol. verdur tikid upp å
hægsta stigi. Hesin
Spurningurin må í
hvussu so er ikki fara í
eina ella aðra skuffu.
Smíðast má meðan
"jarnið" er heitt.