týsdagur 26. november 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 220 — 26. november 1991
Stutt er millum gravirnar í kirkjugarðinum í Vestmanna. Tað er ein nokkso sermerktur kirkjugarður, ti lendið er so óslætt
Síða 7
Nýggjan kirkjugarð
Fáar gravir verða aftrat í gamla kirkjugarðinum í Vestmanna
Bygdarráðið í Vestmanna
hevur leingi arbeitt við mál-
inum um at gera nýggjan
kirkjugarð. Verandi kirkju-
garður er fullur og kann ikki
útbyggjast.
Nú verður tað, at nýggjur
kirkjugarður verður gjørd-
ur.
Bygdarráðið skrivaði í
samráð við Arkitektafelag
Føroya út almenna hug-
skotskapping um nýggjan
Landið má hjálpa
heldur Maria Hansen, bygdarráðsforkvinna í Vestmanna. Í gjár
var hon á fundi við landsstýrið um fíggjarstóðuna hjá Vestmanna
kommunu
Tað stendur syndarliga illa
til fíggjarliga hjá nógvum
kommunum.
Ein kommuna, sum er
sera hart fyrispent, er Vest-
manna kommuna.
Bygdarráðið og umsit-
ingin hava brúkt nógva tíð
uppá at fáa uppskotið til
fíggjarætlan fyri næsta ár at
haga saman. Men tað sigur
tað sama. Yvir fimm mió.
krónur fara at vanta í næsta
ár.
Sambært | uppskotinum
verður samlaða skattainn-
tøkan hjá kommununi 16
mió. krónur næsta ár, men
Maria Hansen ber ótta fyri,
at henda upphædd ikki
verður so stór.
Bara rentur og avdrøg hjá
kommuni far við góðum
fimm mió. krónum.
kirkjugarð, og nú er støda
tikin til tey 14 uppskotini,
sum komu inn. Uppskotini
vórðu sýnd fram í nýggja
skúlanum um vikuskiftið.
Gudmund S. Hansen fekk
fyrstu vidirsløn fyri sítt
uppskot, Albert Isfeld fekk
2. virdisløn, og Tummas
Lauritsen 3. virdisløn.
Nýggi kirkjugarðurin
skal gerast á Fornlendi, har
frægasta nøkulunda slætt-
Eftir eru so fimm mió.
krónur ul raksturin, men
hvussu víkir og vendir,
kunu rakstrarútreiðslrunar
ikki fáast niður um 10 mió.
krónur. Sostatt vantar
kommununi minst 5 mió.
krónur til raksturin.
I gjár var bygdarráðið á
fundi við landsstýrið fyri at
tosa um støduna.
- Landsstýrið má taka sín
part av ábyrgdini fyri fíggj-
arstøduni, tí landsstýrið
hevur góðkent låntøkurnar,
sigur Maria Hansen.
Hon hevur einki liðugt
uppskotum, hvussu komm-
unan kann koma burtur úr
trongstøduni. At taka upp
nýggj lán til rakstr er í
hvussu er ikki nøkur nytilig
loysn, heldur hon.
lendi er. Bygdarráðið ætlaði
at gera nýggjan kirkjugarð
inni á Leiti, men hesum
settu friðingarmyndugleik-
arnir seg ímóti.
I nýggja kirkjugarðinum
verður láss fyri millum 600
og 800 gravum. Hetta vil
siga, at Vestmanna kann
klára seg við henda kirkju-
garðin í 60-70 ár.
Maria Hansen, bygdar-
rådsforkvinna í Vest-
Aftur ferjulegan
Sjálvandi var ferjulegan eitt
av evnunum, ið berast
skuldi upp á mál við lands-
stýrið. Bygdarráðið heldur
fast við, at tað er órímiligt,
at Vestmannaskal bera allar
útreiðslurnar av
ferjuleguni, sum er til
sambandið við útheimin.
Rentr og avdrøg av lánum
til ferjuleguna eru góðar
tvcær mió. krónur um árið,
t.v.s. 10% av øllum rentu-
og avdráttarútreiðslumum
hjá kommununi. Havnar-
gjaldið hjá starnsfaraskip-
unum røkkur einki.
Onkur kommuna hevur
tað uppskotið fyriat fáa
rakstrarútreiðslur sínar nið-
ur at taka av almennu barna-
ansingina. Maria Hansen
sigur, at tað ætla tey ikki at
manna, sigur, at farið verð-
ur at gera nýggja kirkju-
garðin sum skjótast. Nýggi
garðurin má kunna takast í
nýtslu longu næsta ár, tí
piáss er ikki fyri fleiri grav-
um í verandi kirkjugarði.
randi
gera í Vestmanna. Hon
heldur tað ikki vera rætt at
leggja á har, tí tað er neyð-
ugt at hava kommunalu
dagrøktina. Haraftrat ivast
hon í, um tað hevi lætt
nakað um fíggjarliga hjá
kommununi, um dagrøktin
ikki var, tí tað hevði havt
vid sær, at skattainntøkan
minkaði. Ti so vóru tað
nøkur, sum ikki sluppu út í
lønt arbeiði.
- Vit kunnu íkki spara
meira. Vit skóru niður bæði
í 1988 og 1989 alt, sum
kundi skerast burtur. Taðe r
nóg ringt sum er, tí alt fer í
órgkt, tá eingir pengar eru
til viðlíkahald, sigur Maria
Hansen.
randi
Randi Jacobsen,
blaðkvinna,
skrivar:
Upp undir seinasta løg-
tingsval høvdu flestu
valevnini å munni, at
tey skuldu venda
gongdini í landinum.
Ein vika er farin
aftrat, og enn hava vit
einki hoyrt um nakað
hugskot ella nakran
ætlan um at venda
gongdini.
Ein vika er farin aftrat
við nógvum lýsingum í
blødunum um tvingils-
sølur, sjálvbodnar lik-
vidatiónir og konsurs.
Tíðindini vóru aftur
nógv um ikki at fáa end-
arnar at røkka saman,
um hall, um arbeiðs-
pláss sum lata aftur, um
uppsagnir og arbeiðs-
loysi. Landið eigur ong-
ar pengar, kommunurnar
eiga ongar pengar, og
tað stendur á hjá nógv-
um at fáa nóg mikið at
liva av.
Fiskastovnarnir eru
uppfiskaðir, og bara
nakrir undirmålarar
koma upp á land, og
ymsar EF-reglur, sum
nú koma í gildi, bóta
ikki okkara møguleikar
okkara at klára okkum.
Ikki serliga hugalig
tíðindi hesa myrku árs-
tíðina við nógvum vindi
og regni.
Líkt er ikki til, at
nakar hevur nakað boð
uppá, hvat er at gera fyri
at koma aftur á fótur.
Eingin sigur í hvussu er
nakað. Tað eru kortini
tey, sum mæla frá at
seta pengar í ætlaða
undirsjóartunnilin undir
Vestmannasundi, sam-
stundis sum sparast skal
á gllum ødrum økjum.
I teimum árunum ,tá
einki var Oført, fekk ein
kommuna fyri og onnur
eftir sær dagrøkt ella
aðra almenna barnaans-
ing. Tá tørvur var á øll-
um arbeidsførum hond-
um. Nú tað sansar at hjá
kommununum, mugu
tær til at skera okkurt
burtur, og sambært
tíðindum í vikuni, ið
fór, umhugsa summar
kommunur at taka av
sína barnaansing. Ein
áminning um at kvinn-
urnar eru eyka arbeiðs-
megin, sum skal koma,
tá hon verður kallað.
Heilsuverkið sleppur
sjálvsagt heldur ikki
undan at spara, og vit
hoyrdu um try rgktar-
heim, sum hava fingið
álagt stórar sparingar.
Tey, sum vita bara eitt
líð sindur um, hvussu
arbeiðið gongur á
réktarheimum, hvussu
grúsomt tað er ikki at
hava fleiri røktarheims-
pláss, sjúk og ússalig
liggja heima og fáa ikki
neyðugu røktina og
hjálpina, halda tað vera
ómenniskjaligt at skula
spara so nógv í heilsu-
verkinum. Pengarnir
mugu kunnu takast av
onkra aðrastaðni, ber
ikki til at fáa fleiri
pengar til vega.
Og tá tað nú stendur
so illa til við pengum í
heilsuverkinum, tóktist
tað mær ørkymlandi ein
dag í útvarpinum at
hoyra orðaskiftið um
deyðskriteriið og at geva
sjúkum fólki frískar
likamslutir frá ødrum,
sum ikki kunnu liva.
Sendingin gav tad fatan,
at Landssjúkrahúsið
kundi hugsad sær at
fingið møguleikan at
skift nýru út á fólki.
Tá alt annað verður
roknað í pengum, má
hesin spurningurin tað
eisini. Eg loyvi mær at
gita, at tað eru fakligar
ambitiónir, sum liggja
aftanfyri ynski Lands-
sjúkrahúsins at sleppa at
gera tílíkar skurðvið-
gerðir. Enn eru læknar
aðrastaðni óivað kønari
í hesum arbeiði. Teir
vilja allar dagar hava
meira royndir, tí tað
hevði neyvan verið ofta,
tað bar til at funnið
hóskandi nýtt nýra at
givið einum sjúkum
menniskja.
Men hetta málið er
meira torgreitt enn so.
Fyri tey, sum tørvar
nýtt nýra, kann tað vera
lívið um at gera. Fyri
onnur er tað ein etiskur
Spurningur.
Meginparturin av
tíðindunum vóru aftur
hasa vikuna keðilig
tíðindi. Men tað er ein
glotti. Um ein mánað
koma jólini, og tá
gongur aftur móti
ljósari tíðum. Dagarnir
leingjast tá í hvussu er.