Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 1

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

1 BÚSTEVNAN Vilmund Jacobsen Komandi fríggjadag, leygardag og sunnudag verður tann stóra bústevnan, Hús og Innbúgv, á fyrsta sinni hildin í Runavík. Hetta er eitt stórt og áhugavert tiltak, sum eigur at hava stóran áhuga millum fólk - ikki minst tey, sum ætla sær at byggja, um- byggja ella umvæla. Eins og framsýnararnir, sum eru heili fimti í tali, koma úr øllum landinum, er eisini vænt- andi, at fólk úr øllum heraðs- hornum í Føroyum fara at leita sær á stevnuna. Fyrireikararnir hava gjørt nógv burtur úr og lagt nógva orku í, at karmarnir rundan um bústevnuna verða teir allarbestu, ið hugsast kunnu. Umframt ítróttarhøllina í Runa- vík, er eitt 500 fermetra stórt tjald leigað úr Danmark. Tjaldið verð- ur sett upp við síðuna av ítróttar- høllini, soleiðis at framsýningar- økið verður væl størri enn 1000 fermetrar tilsamans. Fólk úr Danmark eru komin higar at seta tjaldið upp saman við fólki úr lokala umhvørvinum. Gólv verður lagt í og ketlavirkið, Hógv í Søldarfirði, fer at syrgja fyri, at eisini tjaldið verður heitt og fjálgt hjá framsýnarum og vitjandi. Fyrireikararnir vænta, at tað fer at taka ein ella tveir dagar at seta tjaldið upp. Tað er Dekostovan í Havn, sum tekur sær av básunum, og tí er eingin ivi um, at framsýningar- økið verður professionelt - úr enda í annan. Áhugin fyri bústevnuni, Hús og Innbúgv, hevur verið so stórur, at fyrireikararnir eru ovfarnir. Men líka so ovfarnir, teir eru av stóru undirtøkuni, eins fegnir eru teir í dag um, at allir tættir innan hús og innbúgv eru umboðaðir á bústevnuni. - Vit vænta, at nógv fólk fara at leita sær til Runavíkar í vikuskift- inum, nú hetta er fyrsta stevnan av slíkum slagi í Føroyum, siga fyrireikararnir. Bústevnan, Hús og Innbúgv, verður opin fríggjadagin frá kl. 14-20, leygardagin frá kl. 10-20 og sunnudagin frá kl. 14-20. Tað verður borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rod- mundur Nielsen, sum setir stevn- una. 50 fyritøkur á stívliga 1000 fermetrum Væntandi er, at fólk úr øllum heraðshornum í fara at leita sær til Runavíkar á bústevnu í vikuskiftinum. Mynd: Jens Kr. Vang