hósdagur 28. november 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fyritaksstjóri
Ljósmyndari
Ábyrgdðarbiaðstjóri. Jan Møller
Krisjan Dahl
Kalmar Lindenskov
GATT-tollurin
TAÐ mundi koma sera óvart á
mangan føroying, tá fjølmiðlarnir
fyri stuttum søgdu frå, at fríhandils-
avtalan við EF hevði tær avleiðingar
við sær, at kollveltandi broytingar
foru at verða í handli okkara við
lond uttan fyri EF. Hóast hetta ikki
vóru heilt nýggj tíðindi fyri nøkur,
so mundi hetta kennast sum ein
bumba fyri tey flestu av okkum,
sum als ikki hava hugsað um hesa
avleiðing av EF-avtaluni.
TAÐ sær heldur ikki mætari út enn,
at fremstu politikarar og embætis-
menn okkara hava ikki givið sær
nóg nógv far um júst hesa annars
náttúrligu avleiding av EF-såttmål-
anum. Hetta er so tað, vit hava skilt
seinastuni.
TAÐ snýr seg um tann sonevnda
GATT-tollin, sum verður á summum
innfluttum verum. Í sáttmálanum
við EF binda vit okkum til at halda
tær tollreglur, sum GATT-såttmålin
ásetur. Her er talan um allar verur,
vit innflyta úr londum uttan fyri EF
ella londum, sum vit ikki hava ser-
liga handilsavtalu við. Hetta fær so-
statt ikki nakra ávirkan á tær verur,
sum vit keypa úr EF og sum eru
framleiddar í EF. Men har vgrurnar
eru framleiddar í londum uttan fyri
gildi longu frá 1. januar komandi ár.
á úttalilsum teirra í fjølmidlunum í
EF, har kemur hesin tollurin so í
HETTA fer at dýrka nakrar ávísar
verur, eitt nú vørur úr USA, Japan,
øllum EFTA-londunum fyri bert at
taka ngkur dómi. Hetta verður ein
dyggur smeitur fyri henda handilin,
hóast nýggi tollurin fer í landskass-
an. Serliga vinnulívið men eisini
handilsvinnan fer at verða meint
rakt av umrødda eykatolli.
SUM er, so skulu vit gjalda 33% í
innflutningsgjaldi, og harafturat
koma so punktgjøldini, sum fyri
summar verur eru sera høg. Taka
vit eitt nú súkklur, sum verða inn-
fluttar úr londum uttan fyri EF, so
hava tær fyrst ein innflutningstoll
upp á 33%, síðani punktgjøld upp á
23% og so koma upp í 17% oman á í
GATT-tolli, t.v.s. at landið skal hava
73% í tolli og líknandi av eini
súkklu, sum skal seljast her heima.
Tað er greitt, at hetta ger súkkluna
nógv dýrari og harvið verður tað
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Utgevari: PÆ Sosialurin
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: PH Pressan 1981
trupult fyri ikki at siga émøguligt at
sleppa av við umrøddu voru.
SPURNINGURIN er tí um landsstýr-
ið eigur og kann geva eina kom-
pensatión fyri GATT-tollin, soleiðis
at tað lækkar punktgjøldini sam-
svarandi ella í hvussu er nakað. Ber
hetta til, so eigur tað at verða um-
hugsað fyri ein part av innflutning-
inum, tí tað kann heldur ikki vera
rætt, at avgjøldini til tað almenna
gerast so høg, at eingin hevur ráð at
keypa nakað sum helst.
MEN spurningurin um GATT-tollin
er sera álvarssamur, og tað er ov
galið, at hesin spurningurin ikki
hevur verið meira frammi fyrr. Her
hava bæði politikarar og embætis-
menn stóra ábyrgd — og ikki minst
teir, sum hava staðið fyri okkara
samráðingum við EF. Spurningurin
Bústaður
Telefon:
Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoge 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Telefax: 14720
er um at fáa eina avtalu við EFTA
verður tí meira aktuellur enn nakr-
antíð. Eisini her áttu vit longu at
havt stungið út í kortið.
Í NYUTKOMNA 14. September
skrivar blaðið, at spurningurin um
GATT-tollin er komið heilt skeivt
fyri. Blaðið sigur, at landsstýrið hev-
ur villleitt bæði tingið og Feroya
fólk í hesum máli við at siga, at før-
oyingar nú noyðast at jalda ein høg-
an toll aftrat. Henda fatan, sum
landsstyrid royndi at geva Føroya
fólki er blóðskeiv, skrivar blaðið, og
sigur, at tann tollur, sum GATT hev-
ur ásett er ein hámarkstollur. Í
roynd og veru kann løgtingid áseta
ein toll, sum liggur millum 0 og hå-
mark, sum GATT hevur ásett.
HVAT IÐ er rætt í hesum máli og
ikki, er ilt hjá okkum at meta um.
Men áhugavert kundi verið at fingið
greitt at vita, hvussu alt hetta málið
stendur. Vónandi verður tað rudda
upp í málinum, soleiðis at fólk og
ikki minst tey, sum GATT-tollurin
rakar, fáa greitt at vita, hvat hetta
málið snýr seg um. Útvarpið hevði
eina áhugaverda sending um málið,
men tað er langt frá alt komið í ljós-
mála. her hava tí ikki minst blødini
eina stóra uppgávu.
ml sosigaley
Fyri seks krónur av
sannleika, takk!
Á forsíðuni í Oyggjatíðind-
um í gjár skriva Oyggjatíð-
indi um ein bardaga, sum
skal vera farin fram úti í
Tinganesi mánadagin mill-
um tveir landsstýrismenn.
>Knappliga ljóðaðu
brølini harðari og harðari
...Og stutt eftir brast hurðin
upp. UtkomuJohnPetersen
ogJóannes Eidesgaard.Og
teir vóru áfastir … Til síðst
máttu teir skiljast sundur
og hver fór til sítt. Eftir lá
bardagin í luftini sum ein
minnisvarði yvir eina ineff-
ektiva samgongu, sum gekk
við deyðanum í hondini.«
Soleiðis greiða Oyggja-
tíðindi frá eini hending,
blaðið sigur seg hava fyrsta-
hondsvitni til, ið tó ikki vil
hava navn sítt í blaðið.
Eini góð ráð at givið
teimum á Oyggjatíðindum
høvdu verið at biðið teir bert
einaferð skrivað eina søgu
frá veruleikanum, og við
keldum, ið vildu lagt navn
til. Taðkundi hóskandi verið
ein jólagáva at givið lesar-
unum, so teir bert hesa einu
ferðinakundu fingiðeitt vet
av sannleika fyri tær seks
krónurnar, blaðið kostar.
Undirsjóartunnilin
i gloymibókina
Í staðin fyri at skriva eina
oddagrein, hevur blaðstjórin
á Dagblaðnum í gjár valt at
endurgeva Birgir Danielsen
fyri nakað, hann segði á úngi
týsdagin um nýggju lógina
um lán at dekka samlaða
gjaldføri landskassans í
1991 og 1992, umframt tað,
ið skal vera til at taka í
komandi figgjaråri.
Birgir Danielsen frøist
yvir, at hann nú sleppur und-
an at atkvøda fyri uppskot-
inum frå Helenu Dam å
Neystabø um at útseta gerð
av undirsjóartunli, av tí at
hesin —eins og onnur arbeiði
— ikki kann setast í gongd,
uttan at hann fyrst verður
vidgjørdur í nginum.
»Hesin parturin av lóg-
ini hevur tydning fyri iløgu-
ætlanina, sumtað hevur ver-
ið rættiliga nógv orðaskifti
um í seinastuni — kanska
eina mest um undirsjóar-
tunnil.«
Vit kunnu ikki annað
enn vera samdir við Birgir
Danielsen í, at hendan
nýggja lóg hevur eina sera
hepna tilevning. Tað vildi
eisini verið óheppið, skuldi
undirsjóartunnilin slitið
samgonguna, sum lagt hev-
ur verið upp til, atkvøddu
samgongutingmenn fyri
uppskotinum um at útseta
ætlanina.
Nýggjur eila gamal
Fjúrtandi kom í gjár útaftur
av nýggjum, eftir at blaðið
hevur ligið stilt í longri tíð.
Men serliga »nyggjur«
tykist Fjúrtandi ikki vera. Í
blaðnum eru framvegis tær
flestu greinarnar, ið áttu at
elvt til orðaskifti, tað sama
tosið um loysing, heimastýr-
islóg, samstarv í Utnorði og
annað, ið ikki júst er dags-
ins politikki allarmest við-
komandi, tá hugsað verður
um, at Fjúrtandi skuldi ver-
10 andstødublad.
So litil broddur er i hes-
um »nyggja« tilfarinum, at
mest aktuella greinin er ein
endurgeving av oddagrein i
Fjúrtanda frå 1951 „á stødan
í Føroyum minti nógv um
hana í dag.
Edmund, EF og
110 arbeiðspláss
Tyskvøldid hevði
>Dagur og vika<
áhugaverda samrødu
við virkisleiðaran á
Rækjuvirkinum á Oyri,
Edmund Joensen, ið
eisini er formaður í
Sambandsflokkinum.
Har varð upplýst, at
Rækjuvirkið á nýggj-
árinum må koyra yvir
100 av starvsfólkunum
til hús, tí eingin råvøra
verður at arbeiða á
virkinum.
Av ti at Føroyar frå 1.
januar 1992 ikki longur
kunnu útflyta tridja-
landsrækjur til EF,
kundi Rækjuvirkið ikki
longur taka ímóti rækj-
um frá eitt nú russisk-
um rækjubátum, tí ikki
bar til at útflyta tær — ei
heldur til Danmarkar,
sum annars hevur verið
góður marknaður fyri
føroyskt útfluttum
rækjum. Tí má bíðast
til einaferð í vár við
víðari framleiðslu, tí
ikki fyrrenn tá koma
føroysku rækjubátarnir
við rávgru til virkið.
Stjórin og floksfor-
maðurin upplýsti, at
bert ein møguleiki var,
um tey yvir 100 starvs-
fólkini ikki skuldu
noyðast til hús eftir
nýggjár, og tað var, at
Føroyar annaðhvgrt
fóru upp í EF ella upp í
eina tollunión, so út-
flutningur kundi vera
møguligur í framtíðini.
Um hetta ikki er mis-
nýtsla av arbeiðsfólki í
sambandi við EF-orða-
skifti, so ber ikki til at
seta navn á, hvat sam-
bandsformaðurin vil
við hesum postulat-
inum í >Degi og viku<.