Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Havlaksur nýtt ískoyti til laksin Fyritøkan Havlaksur í Kaldbak hevur - sum navn- ið eisini bendir á - fyrt og fremst fingist við laks. Sidstu triggjar vikurnar hevur fyritøkan eisini tikið ímóti útróðrarfiski. Frættist skjótt Mortan Johannesen, stjóri á Havlaksi, sigur, at tað byrjaði við, at onkur av útlendsku laksakeyparun- um spurdi, um Havlaks eisini kundi útvega annan fisk. - Vit spurdu so ein bát, og tað sjálvandi frættist millum bátarnar, sum rógva út, sigur Mortan Jo- hannesen. Havlaksur letur ellivu krónur fyri kilo av stóra toskinu og hýsuni, og átta krónur fyri millumfiskin. Bátarnir, ið hava avreitt í Kaldbak eru av Argjum, úr Havn og av Skålafjørdin- um. Tekur ímóti j útróðrarfiski Fiskurin verður vaskað- ur, pakkaður og ísaður og síðani avskipaður. Stendur ikki á! Mortan Johannesen sigur, at hann bjóðar fiskin út millum útlendsku við- skiftafólk síni, tá hann fær nakað, og eingin trupul- leiki er at sleppa av við fiskin. - Og kvaliteturin er i topp, siga keypararnir, greiðir Havlaks-stjórin frå. Feskur fiskur, ið verður sendur av landinum, fer úr Føroyum hósdag og er í Fliessingen í Hollandi; ella úr Føroyum friggjadag og er í Hirthals týsmorgun. - T.v.s., at fiskurin kem- ur ikki á marknað fyrrenn í fyrsta lagi fimta dagin, sigur Mortan Johannesen, og kortini lata keypararnir væl at kvalitetinum. Bátar úr Havn, av Argj- um og av Skálafjórðinum hava avreitt í Kaldbak hjá Havlaksi ivilðarlig mynd) Frammi til tíðina Mortan Johannesen sigur, at kvalittets-stýringin er ikki nakar trupulleiki í dag. Størri vansin er, um fiskurin ikki er frammi hjá móttakara til arbeiðstíð, t.d. í Hollandi áðrenn klokkan átta mánamorgun. Havlaks-stjórin vil ikki avdúka, hvat útlendsku keypararnir lata Havlaksi fyri fiskin, teir keypa. - Vit fáa ein hampuligan vinning og so fáa vit eisini so mikið meira arbeiði til fólkið hjá okkum, sigur Mortan Johannesen. ówh Íbúgvarnir á bústovninum við Hoyvíksvegin Allir fáa innivist Tað verður ikki neyðugt hjá Landsskúlafyrisitingini at fara út og finna privat innivist fyri nakran av teimum brekaðu næming- unum, sum hava búð á bústovninum við Hoyviks- vegin. Gongur upp av tilvild Rúm verður fyri gllum á heiminum á Argjum. Ella rættari: - Heilt óheft av øllum hesu.., hava tveir av næm- ingunum fingið annað stað at vera, og tá eru bert seks búfólk eftir, og tey rúmast øll úti á Argjum, sigur Asa Ellefsen, undirvísingar- leiðari á fyrisitingini. Á skúlaheiminum á Argjum er pláss fyri 17 næmingum, og ellivu eru, sum er. Ikki HEIMIÐ! Ása Ellefsen sigur seg væl skilja, at búfólkini eru vorðin góð við staðin og starvsfólkini; men hon heldur, at tað er ov nógv avgjørt, at kalla bústovnin fyri heim næminganna, sum tað hevur verið ført fram. - Tey fara gll heim vikuskiftini, og eg ivist ikki í, at tey heldur rokna tað fyri teirra veruliga heim, sigur Ása Ellefsen. A —— ylsøddsb ups Nr. 222 — 28. november 1991 Fiskivinnan heldur lítið um *sín' landsstýrismann Uppskotið um legudagar, sum nú er frammi, er als ikki vidgjørt í fiskivinnu- starvsnevndini. Hetta er ikki bara brot á lógina um fiskivinnuráð, men eisini eitt brot á ta tilsøgn, sum John Petersen í august gav fiskivinnuráðnum. John Petersen lýgur Hetta sigur sigur Oli Jac- obsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, í við- merking til John Petersen, landsstýrismann í fiski- veiðumálum; viðmerking- in er prentað aðrastáðni í blaðnum í dag. John Petersen segði í blaðnum í gjár, at tað var beinleiðis lygn, tá Oli Jacobsen í útvarpinum framhelt, at uppskotið um legudagar ikki er vidgjørt í fiskivinnustarvsnevndini. - Fiskivinnan hevur so lítið á álit á 'sinum” lands- stýrismanni, at eingin hevði roknað við ngkrum ødrum, sigur Oli Jacobsen. Tíðin farin Spurningurin um legudag- ar hevur verið fyri í fiski- vinnustarvsnevndini 11. juni. Men óli Jacobsen sig- ur, at tað snúði seg um eina kunngerð, sum skuldi koam í gildi 1. juli. - Eftirsum hesin dagur langt síðani er farin, so er tað uppskotið eisini dottið burtur, sigur FF-formað- urin. Óli Jacobsen sigur, at uppskotið til kunngerð, ið nú er frammi, eisini er eitt heilt annað, enn tað, sum tá var frammi. Eftir upp- skotinum í summar skuldu legutíðin vera fjúrtan dagar og taka við 23. desember; nú skulu teir vera tríggjar vikur og taka við 16. des- ember. - Bert hendan broyting ger ein heilt avgerandi mun fyri línuflotan, sum harvið missir eina streymloysu, sigur Oli Jacobsen, ið Einki 4 - sigur Óli Jacobsen, ið stendur við, at upp- skotið um legudagar B ikki er vidgjørt i fiski- John Petersen heldur hánt um fiskivinnuna, sigur Óli vinnustarvsnevndini Jacobsen, formaður í fiskimannafelagnu eisini vísir á, at nótaflotin eisini er við í nýggja uppskotinum, meðan hann ikki var nevdur í summar. Óli Jacobsen sigur eisini í síni viðmerking, at í summar var semja um, at ein skipan við legudógum skuldi fyrireikast í góðari ti. Stytri skotbråd - Ti er tað marghåttligt at fara at seta eina slika skipan í verk nú vid einum skotbráð, sum er uppaftur stytri enn tað, ið tá varð hildið at vera ov stutt, sig- ur Óli Jacobsen. Hann heldur, at tað sigur ikki so lítið um arbeiðs- háttin, at John Petersen ikki ætlaði, at málið skuldi koma alment fram, fyrrenn tað var endaliga samtykt. - Hetta er ein beinleiðis váttan um, at ætlanin júst var at halda fiskivinnu- starvsnevndina og harvið vinnuna uttanfyri málið. ówh Starvsfólk til hús Í fyrsta umfari flyta gll starvsfólkini av Hoyvíks- vegnum út á Argir, og tað heldur Ása Ellefsen fer at lætta um umskiftid í tað nýggja umhvgrvið. Tvey av starvsfólkunum á Argjum eru søgd upp til frama fyri tvey starvsfólk við Hoyvíksvegin, ið hava verið longri í starvi. Hesar uppsagnir verða efektivar 1. februar og 1. mars. Husini til sølu Landsstýrið hevur lyst bú- stovnin við Hoyvíksvegin til sólu. Skúlin á Trødni og skúlaheimini undir einum skulu finna sparingar uppá tríggjar milliónir. - Avgjørt er ikki at spara uppá undirvísingina, og eftirsum heimið á Argjum er tað betra, t.d. fyri fólk í rullustóli, er avgjørt at spara bústovnin við Hoy- víksvegin, sigur Ása Ellef- sen. ówh Bústovnurin við Hoyvíksvegin skal seljast