fríggjadagur 29. november 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Livandi og
mennandi
orðaskifti
SO kom Fjúrtandi útaftur. Eftir ein
heldur drúgvan steðg. Nú restar so
bert Tingakrossur í á tí fyrr so lívliga
blaðmarknaðinum her á landi.
Lagna hansara er enn ókend, men
okkurt hevur so verið frammi um,
at Sjálvstýrisflokkurin skjótt fór at
geva blaðið út aftur. Dagblaðið,
sum eisini hevur havt trupulleikar
at dragast við, kom sum flestum
kunnugt út aftur herfyri, somuleiðis
eftir ein steðg. Við øðrum orðum
sær ikki mætari út, enn at vit í kom-
andi ári fara at fáa ein stóran og fjøl-
broyttan blaðmarknað aftur.
TAÐ er einki dulsmál, at tað er eing-
in løtt uppgáva at geva út blød í
Føroyum. Marknaðurin er rættiliga
avmarkaður, men tað sýnist sum at
føroyingum dámar væl at lesa før-
oysk blød. Og hetta vísir ikki minst
nýggja tiltakið hjá sosialinum, sum
kemur út fimm ferðir um vikuna.
Hetta hevur verið ein roynd og
kunnu vit næstan við vissu siga, nú
vit nærkast einum nýggjum ári, at
fimm daga útgávan verður ein var-
andi loysn, so góð sum undirtøkan
hevur verið.
TAÐ hevur sjálvandi verið eitt tungt
tak at gkja útgávuna úr trimum upp
í fimm blød um vikuna. Hetta krev-
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
ur sera nógv av starvsfólkinum øll-
um. Men blaðleiðslan metir í dag, at
hetta var ein røtt avgerð at taka av
tveimum orsøkum. Fyri tað fyrsta
hevur tað leingi verið ynski okkara
at fara eitt stig víðari og koma út
oftari. Hetta er so hent so við og við
og leita vit bert 10 ár aftur í tíðina,
kom Sosialurin út tvær ferðir um
vikuna. Tá tað ber til alla aðrastaðni
at geva út blød hvønn gerandisdag,
so eigur tað eisini at bera til hjá okk-
um. Og tað ber til. Hin orsøkin til at
fara undir hetta stóra tak var reint
fíggjarlig, ti ein vøra, sum verður
seld fimm ferðir um vikuna gevur
fleiri inntøkur enn ein vøra, sum
verður seld tvær ella tríggjar ferðir
um vikuna. Sjálvandi hevur slík
gongd fleiri útreiðslur við sær, men
tað vísir seg, at nú fólk eru við at
venja seg við at fáa eitt foroyskt
blað hvønn dag, so keypa tey tað
eisini. Men hetta krevur so sjálv-
sagt nógv av blaðnum, og vit royna
ti at liva upp til krøv lesarans til eitt
gott og fjølbroytt blad.
VIT hava higartil lagt dentin å ger-
andistíðindi úr bygd og by, og tað
fara vit at gera framyvir eisini.
Sosialurin verdur fyrst og fremst
eitt tíðindablað fyri allar føroyingar
heima sum burturi. Og fyri at røkka
hesum målsetningi er blaðið farið
at gera nógv meira burtur úr tíðind-
um av bygd eisini. Vit fara í framtíð-
ini og ikki minst í komandi ári at
leggja sera stóran dent á tíðinda-
flutningin úr gllum landinum. Vit
ynskja at gerast eitt landsblað.
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/F Pressan 1981 Telefon:
MEN umframt vanligu tidindini, so
leggja vit sjålvandi eisini stéran
dent å annad tilfar — ikki minst
kjaktilfar. Tað hevur stóran tydn-
ing, at vit sum blað kunnu vera við
til at halda lív í og menna tann so
týðandi dialogin í samfelagnum.
Aftrat hesum kemur so mentanar-
og sidsøguligt tilfar, ítróttur og so
teir mongu teigarnir, sum lesararnir
hava serligan áhuga fyri, eitt nú
læknabrævkassi, fødingar, málteig-
ur, Gudsorðið, skemtitekningin hjá
Óla Petersen og mangt, mangt ann-
að. Men enn er langt á mál. Vit fara
tí at royna at gera eitt enn betri
blað, sum kann ngkta bæði forvitni
og áhuga lesarans. Her er so sanni-
liga nógv at tríva í. Enn er bert skjøt-
il settur á. Tað er so heldur einki
dulsmál, at Sosialurin ynskir at ger-
ast eitt ean betri lýsingablað. Og
nettup við at koma út fimm ferðir
um vikuna halda vit, at lýsararnir
skuldu verið sera væl fyri. Nú
kunnu teir rætt og slætt velja, hvørj-
ar dagar teir vilja hava lýsingarnar í
blaðið og eru ikki bundnir at ngkr-
um åvisum útgávudggum. Hetta
meta vit at vera eina stóra styrki
fyri bæði blað og lýsara.
HÓAST vit ynskja at fáa fleiri lesar-
ar, so fegnast vit eisini um, at tað
finnast onnur blgð á marknaðinum.
Nú er so Fjúrtandi útkomin aftur.
Tað hevur verið saknur í honum, og
tað sæst kanska best av, at summi
tjóðveldisfólk hava sent sínar grein-
ar til Dimmalættingina. Tað man
helst hava kenst svárt hjá fleiri
Bústaður:
Postadressa: Postsmoge 78
110 Térshavn
Tetetax: 14720
teirra. Hvat so Fjårtandi og Dimman
og Tjóðveldi og Sambandsflokkurin
annars hava saman, skal ikki verða
nortið við í hesum sambandi. Men
fløvandi man tað kennast fyri mong
tjóðveldisfólk, at tey nú hava fingið
sítt málgagn aftur. Tey seta nú sítt
álit til, at blaðið kann vera við til at
betra um undirtgkuna hjá flokkin-
um til eitt komandi val. Hvussu
tjóðveldisfólk tá fara at brúka blað-
ið, sum hevur fingið nýggja leiðslu,
verður so upp til tey.
ÁHUGAVERT verður at síggja, um
tað fer at eydnast nýggja blaðstjór-
anum — sum annars ikki er eins væl
lýddur av øllum tjóðveldisfólki — at
savna saman aftur tropparnar og
fáa bæði eitt betri blað og ein sterk-
ari flokk. Vit skulu í hvussu so er
ynskja blaðnum vælafturkomið. Vit
fegnast serliga um, at blaðleiðslan
hevur sett sær lutvíst sama setning
sum vit, nevniliga at vera við til at
halda lív í og menna almenna orða-
skiftið. Jú fleiri blød og meiningar,
tess lívligari og breiðari orðaskifti.
TAÐ er tí greitt, at vit í 1992 — við
einum Fjúrtanda og einum Oyggja-
tíðindum tvær ferðir um vikuna,
einum Dagblað og eini Dimmu
tríggjar ferðir um vikuna — og so
einum Sosiali fimm ferðir um vik-
una — kunnu fáa ein livandi og fjøl-
broyttan blaðmarknað við einum
livligum og mennandi orðaskifti.
sosigaley
Finnbogi og javnad-
arflokkurin
Tað var ikki væntandi
annað, nú Finnbogi Ísak-
son tók við sum blaðstjóri
á Fjúrtanda, at hann fór at
velja sær Atla Dam og
javnaðarflokkin sum
skjótiskivu í "nýggja"
blaðnum. Høvudssøgan í
tjóðveldisblaðnum er um
Atla Dam og eitt danskt
sjóverjuskip. Ja ikki eiti á
fornýggilsi má sigast. At
varta upp við einum
nýggjum blað og nýggjum
blaðstjóra og so einki ann-
að at hava at bera tjóð-
veldisfólki, sum nú í
longri tíð hava bíðað eftir
blaðnum, enn eina roynd
at leggja eftir Atla Dam.
Hatta sigur ikki so lítið
um framtíðar linjuna hjá
blaðnum ella rættari blað-
stjóranum, sum jú eisini
er ókrýndi keisari tjóð-
veldisfloksins. So vita vit
tað - Finnbogi Ísakson
ætlar fyrst og fremst at
brúka nýggja Fjúrtanda í
"privata" kríggi sínum
móti Atla Dam og javn-
aðarflokkinum. Men als
einki nýtt er í hesum. Tí
vit hava sæð, hesi seinastu
árini síðani Finnbogi er
komin aftur á politiska
vigvøllin, hevur hann bert
sæð ein fígginda i før-
oyskum politikki - nei
ikki sambandið - men
eina og aleina
javnaðarflokkin og Atla
Dam. Sum helst mong
tjóðveldisfólk vita, so gav
henda borgarliggerðan og
høgrasyftanin av
tjóðveldisflokkinum jú
fleiri katastrofuval í slag.
Finnbogi kjósaði seg
sjálvan at vera einasta
rætta umboð Føroya á
danatingi, men tað bar
ikki til. Síðani snaraði
hann flokkinum langt til
høgru um bæði samband
og fólkaflokk, at alt rætt
og slætt skramblaði sam-
an. Og nú upptøkan verð-
ur gjørd og flokkurin skal
til at endurskoda, endur-
nýggja ella fornýggja seg,
so síggja vit, svart uppá
hvítt, at sami maður, sum
koyrdi flokkin út í myrk-
urið, nú verður hann, sum
skal stinga út í kortið
framtíðar politikkin og
kósina. Og tað ger hann
so við at aftur at velja sær
út javnaðarflokkin og Atla
Dam sreliga tl høvuds-
fígginda, júst sama mis-
tak, ið sami maður gjørdi
undan seinastu valunum.
Vit siga ikki, at tjóð-
veldisflokkurin við Finn-
boga á odda hevur nakra
orsøk til at hålsfevnast við
javnadarflokkin ella for-
mann tess, nå javnadar-
flokkurin er i Tinganesi
saman vid félkaflokkin-
um, men tad hevdi kun-
nað sæð ødrvisi út bæði í
Tinganesi og á tingi,
hevði tjóðveldið undir
Finnbogasa leiðslu ikki
øll hesi seinastu valini
roynt at lagt seg so tætt
uppá sambandi og
fólkaflokki. Hvør veit - tå
vóru kanska javn-
aðarflokkur og tjóðveldið
í samgongu - og hevði tað
verið nakað, sum mong
javnaðarfólk og
tjóðveldisfólk høvdu virð-
ismett høgt. Men hetta
vildi táverandi og sum nú
sæst heldur ikki núverandi
oddamaður tjóðveldis-
floksins. Hann sær bert
ein figginda í føroyskum
politikki, og tað er javnad-
arflokkin og Atla Dam.
Well, sum tú vilt, halt tú
bara fram við hasi linjuni,
men vita skal tú, at hetta
er ikki tað, ið mong tjóð-
veldis- og javnaðarfólk
dáma ella ynskja. Tað er
spell, at Finnbogi Ísakson
skal sleppa at seta enn
fleiri kílar millum hesar
báðar humanistisku flokk-
ar. Hesar báðar flokkar,
sum hava roynt at vart
arbeiðsmannin og fiski-
mannin og onnur, sum
hava verið fyri áhaldandi
útspilling og niðurgerðir í
málgagni fólkafloksins gll
seinastu árini.
Finnbogi átti at fegnast,
um hann annars meinar
nakað við sítt tjóðveldis-
prát, at alsamt størri part-
ur av javnaðarflokkinum
ynskir, at vit gerast meira
sjálvbjargin, og at sjálvt
framstandandi javnaðar-
fólk í dag tosa um sjálv-
stýrislóg, yvirtøku av
undirgrund ol. Men hetta
hevur Finnbogi ongan
áhuga fyri. Fremsta ynski
hansara er at eggja til
klandur, soleiðis at hann
einsamallur kann "koyra
løbid”. Veruliga ålvar-
samar og kollveltandi
broytingar i javnadar-
flokspolitikki ger hann
gjøldur burtur úr og kallar
tær sambandslótir. Ja hes-
in maður dittaði sær entá
at gera gjøldur burtur úr,
tá hann varð spurdur, hví
blaðið bleiv prentað hjá
"erkafíggindanum". Ein
sambandsflokkur og
annar var svarið. Nei
Finnbogi, tú manst í
veruleikanum sjálvur vera
meira sambandskur enn
Atli Dam, tá avtornar.
Miseydnaða roynd tín at
halda javnaðarflokkin
uttanfyri ávirkan við at
velja tín fyrrverandi
erkafígginda sambandið
til samstarvsflokk í
Tinganesi seinast
avdúkaði tóma innihaldið
í politikki tínum, sum tá
avtornar er einki annað
enn reindyrkað populisma
og sirkus. Men
Herskipagubban Atla
Dam er tú ikki maður at
syfta. Tað hevur tú áður
sannað og kemur tað enn
einaferð. Tú átti heldur at
lært av gjørdum
mistøkum og bidid
veljarar tínar um
umbering fyri sambands-
syndina á sinni. Hon
verður seint gloymd. Og
vit eiga ikki at gloyma, at
hóast henda dáragerð varð
ætlað at tveita javnaðar-
flokkinn og Atla Dam
langt til havs, so rakti hon
so meint í tjóðveldis-
flokkinum, at tað verður
seinur dagur, at hetta sárið
verið lekt. Javnaðarfólk
hava einki ilt at bera
tjóðveldisfólki. Men vit
vilja ávara móti, at
Finnbogi Ísakson fer at
gera kluftina millum hesar
báðar flokkar enn stórri.
Spell um Fjúrtandi skal
verða brúktur sum amboð.
En
L