Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. november 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

å 3; Nr. 223 — 29. november 1991 Ødrvisi býti millum land og kommunu er neyðugt -sigur Dánjal av Rana, býráðs- formaður á Tvøroyri sum vón- ar, at okkurt skilagott fer at spyrjast burturúr samráðing- unum millum Kommunufelagið og Landsstýrið Tvgroyrar Kommuna er einki undanak millum flest allar av landsins komm- unum, sum í dag leggja høvur í blot fyri at fáa fíggjarligu kabalina at ganga upp. Eisini á Tvgroyri minkar inntøkugrundarlagid. Rok- nad verdur vid, at 32 milliónir koma inn í skatti í ár, men tey tora ikki at rokna við fleiri enn 28 milliónum næsta ár. Kommunan skyldar einar 100 milliónir, og hesar kosta árliga 18 milliónir í rentum og avdráttum. Al- mannaútreiðslurnar eru um fýra milliónir, og IRF skal hava tvær. Tá eru umleið fýra milliónir eftir til alt annað kommunalt virk- semi, og tað er ov lítið. Dánjal av Rana, býráðs- formaður sigur, at komm- unan hevur gjørt av at seta skattaprosentið til 17,5, sum er tað sama sum í ár, men hann setur enn møgu- leikan, at hækka tað við kanska tveimum prosent- Síða 7 Tvøroyrar Kommuna hevur gingið á odda í vinnulívsmenningini á Tvøroyri. Bæði við flakavirki og skipum, so í hesum fórinum liggur ikki okkara partur eftir, sigur Dánjal av Rana, býráðsformaður. Hann vísir til tey umleið hálvtannaðhundrað arbeiðsplássini, sum eru í samband við fiskivinnuna. um, opnan, hóast hann helst vildi sloppið undan tí. Broyta býtið Dánjal av Rana kundi hugsa sær, at fíggjarliga býti millum land og kommunu verður broytt. Hann heldur, at komm- unurnar hava í dag ávísar skyldur, sum landið átti at borið. Millum aðrar al- mannaútreiðslurnar og landsvegagjaldið. Dánjal av Rana heldur eisini, at kostnaðurin at beina fyri ruskinum er alt ov høgur, og sipar her til tær báðar milliónirnar, kommunan má av við úl IRF. Býráðs- formaðurin vónar, at okkurt skilagott kemur burtur úr tingingunum millum Kommunufelagið og Landsstýrið í samband við at broyta býtið millum land og kommunu. Torført at spara meira -Sjálvandi royna vit at spara har vit kunnu, men vit kunnu tó ikki seta alt á O krónur, sigur Dánjal av Rana, sum ber ótta fyri, at ikki er óhugsandi, at siga á | onkrum upp. At komm- unan ikki fær råd til iløgur nå er ikki tann støri vansin, sigur byrådsfor- maðurin og vísir á, at kommunan frammundan er sera væl útbygd á mongum økjum. Haraftrat hevur kommunurnar partur at skapa arbeidsplåss ikki ligid eftir, sigur Dånjal av Rana. tór.- Ikki króna til ilegur -og tó fer at resta í Hvussu Jógvan Midjord, bygdarráðsformaður í Por- keri so enn dregur frá og leggur saman, fær hann ikki ronkistykkið at ganga upp. Jú, talan er um fíggjar- ætlanina hjá Porkeris Kommunu fyri næsta ár. Bygdarráðsformaðurin sigur, at har fer hvor einasta króna til beinleiðis útreiðslur til rakstur av kommununi. At tala um iløgur er heilt burturvið. Tað fer heldur at resta í til føstu útreiðslumar, sigur Skattainntgkan hevur verið rímiliga jøvn seinastu árini. Næsta ár roknar bygdarráðsformað- urin við at fáa 4,2 milliónir av skattakrónum í komm- unukassan. Kommunan skyldar 17 milliónir, og hesar kosta árliga 2,1 millión í rentum og avdráttum. Haraftrat fer stívliga ein hálv millión til almannaútreiðslur, sum eru skjótt vaksandi, og til IRF fara slakar 400.000 krónur, umframt aðrar fastar útreiðslur. Sum eina eykabyrðu 4 hevur kommunan nú fingið rokning fyri sín part av Ellisheiminum á Tvgroyri fyri seinastu fýra árini. At kommunan nú fær rokning fyri seinastu fýra árini er tí landsstýrið ikki hevur drigið hesa útreiðslu frá so hvort. Hendan rokning er hálv millión stór, og skal verða goldin í seiansta lagi á vári 1993. At so komm- unan í fjør fekk útgoldnar 286.000 krónur ov nógv í skatti, bøtir heldur ikki um nú, hetta skal rindast aftur. Roknistykkið gongur ikki upp Skattaprosentið í Porkeri er í løtuni 17,5 og barna- frádrátturin 2.000 krónur. Jógvan Midjord sigur, at hóast skattaprosentið er nóg høgt sum er fyri tey, sum skulu gjalda, er helst líkt til, at tað má setast enn hægri. Haraftrat verður barnafrådråtturin møguliga lækkaður nakað. Bygdarráðsformaðurin ivast í, um han fær roknistykkið at ganga upp kortini. Spurdur um hví komm- unan skyldar so mikið sigur Jógvan Midjord, at skúlin gjørdist ov dyrur. Hann kostaði 15,7 milli- Ónir og av teimum eru tær tíggju milliónirnar komm- unurnar partur. Skúlin er nógv hin størsta einstaka ílógan í nyggjaru tid í Porkeri. Haraftrat er havn- in nakað útbygd og nakað er útstykkjað. Reinsiverk At kommunan ikki fer at seta nakað av ul iløgur merkir tó ikki, at óneyðugt er við iløgum yvirhgvur. Jógvan Midjord sigur, at Heilsufrødisliga Starvs- stovan streingir å at fåa bygdarráðið at gera reinsi- verk, men tað eru ikki pengar til. Bygdarrådsfor- maðurin roknar við, at eitt hóskandi reinsiverk kostar einar 800.000 krónur. At útstykkja til sethúsa- bygging er ikki neyðugt beinanvegin. Kommunan hevur nøkur grundøki tók, 2.s-Srasíkabafanaiu as Skúlin er bæði prýðiligur og góður í allar mátar, men hann gjørdist ov dýrur helur bygdarráðsformaðurin. Mynd: Kalmar og eingin umsókn liggur inni. Bygdin er vaksin við útvið hálvthundrað fólkum seinastu fýra árini. Í dag búgva stívliga 400 fólk í Porkeri. tór.-