fríggjadagur 29. november 1991síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TE —
Nr. 223 — 29. novem
ber 1991 |
Sigurð Joensen
Tvær nýggjar feroyskar
bekur til tey 8—12 ára
gomlu eru útkomnar á for-
lagnum Ungu Feroyar.
Tær eru »Hviti tarvur«,
sum er 16 síður, og >Lítli
Sjúrður á låtrinum«, sum
er 30 síður. Sigurð Joen-
sen hevur skrivað báðar,
Janus Kamban hevur
gjørt myndir til ta fyrru
og Óli Petersen til ta
seinnu. Permumyndirnar
eru í litum, og inni í
bókunum eru nógvar
svarthvítar myndir.
Mentunargrunnur Feroya
Legtings hevur stuðlað
útgávuni. Hestprent hev-
ur sett og staðið fyri
prentgerðini.
Bekurnar kosta 60 kr.
hver og fáast í bóka-
handlunum.
Ólíkt bókunum, Ungu
Feroyar góvu út fyrr í ár,
Itree
Blindastovnur Føroya
hevur opið mánadag— fríggjadag kl. 9—16.
Telefonir: 1222 og 19288.
=
sum vóru fyri smærri
børn, eru hesar nýggju
fyri tey sterru. »Hviti
tarvur< stóð í >Míni jóla-
bóka eitt árið, men kemur
nú fyrstu ferð út sum
sjálvsteðug, myndskrýdd
bók. >Lítli Sjúrður á
látrinum< hevur ongantíð
verið prentað fyrr. Báðar
bekurnar eru um SJúrð.
Omma og abbi við Sjógv
eru eisini við, men ikki so
nógv sum í teimum fyrru
bókunum. Sjúrður er nú
víðfarnari enn fyrr og
kemur upp í spennandi
hendingar: hann rennur
undan tarvi, sum hevur
verið spakur men er vorð-
in mannúlvur. Hann dett-
ur á sjógv og er í dýrastu
neyð, men tá hendir nakað
merkiligt.
Vakrar føroyskar bøkur
til gamans og ålvara.
Tíðindaskriv frå Bókadeild
Foroya Lærarafelags:
Nýggj ungdómsbók
Regin og Sára, sum Heini Hestoy
skrivaði í sambandi við ungdóms-
bókakappingina, Bókadeild Føroya
Lærarafelags skipaði fyri, nú komin
út í bók.
Í kappingini at skriva
ungdómsbók, sum
bókadeildin hevði í
1989, komu trý handrit
inn: »Suphaya«, sum
Sonja Serensen skriv-
aði, »Skuggar«, sum
Lydia Didriksen skriv-
aði og »Regin og Såra«.
Bókadeildin hevur
givið út Suphayu í
1989 og Skuggar í
1990. Avgjert var bein-
anvegin, at øll trý
handritini skuldu gev-
ast út, eitt um árið.
Í Regini og Sáru er
Regin — ein 14 ára
gamal drongur —
hevuðspersónurin.
Regin verður
happaður, tí pápin
situr fyri stuldur.
Ringastir at happa
hann eru floksfelagir
hansara við Jógvani á
odda. Regin er ógvu-
liga einsamallur í skúl-
anum. Men eingin er so
einsamallur, at íkki
onkur er. Regin hevur
vinir í einum egningar-
skúri, eldri menn, sum
hann egnir saman við.
Hjá teimum hevur
hann tað gott og til
teirra fer hann, tá ið
ringast er. Men eisini
mamman er honum
góður stuðul, hóast tey
bæði av og á bresta
saman. Men sum titt-
ulin sigur, er eisini
genta, Sára. Hon er
blind. Tey bæði gerast
góð, vitja hvert annað,
fara á diskotek og
ganga langar túrar í
haganum. Regin sigur
henni alt, hann sær,
lænir Sáru eygu síni.
Sára er bæði djørv og
ósmæðin, og við sínum
lyndi = hjålpir hon
Regini at standa ímóti
teimum kestum,
honum eru fyri. Soleið-
is styrkja tey bæði
hvert annað.
Rithøvundurin hev-
ur flættað aðrar hend-
ingar inn i békina, sum
gera hana spennandi at
lesa, og sum geva
henni ein positivan
enda.
Ingi Joensen hevur
gjørt permuna. Einars
Prent hevur staðið fyri
útgávuni. Bókadeild
Føroya Lærarafelags
hevur givið út.
Tíðindaskriv frå Bókadeild
Føroya Lærarafelags:
Valiant prinsur
i nyggja heiminum
Harol» R Foster,
Valiant Prinsur
Mýggi heimurin
Bókadeild Feroya Lær-
arafelags hevur givið
út 12. bind av tekni-
søguni um Valiant
prins, »Nyggi heimur-
in«. Hal Foster skriv-
aði og teknaði. Jón
Kragesten týddi úr
enskum.
Seinast, vit hittu
Valiant prins, var hann
júst komin aftur til
Onglands eftir drúgva
ferð gjøgnum Europa.
Við sær hevði hann
konuna, Aletu. Men
lokabregd á Camelot,
borgini hjá Arthuri
kongi, gera, at tey
verða noydd at rýma.
Valiant ger tí av at fara
heim til Thule at vitja
faðirin.
Ferðin gongur væl,
men heima er ófriðar-
ligt, tí tveir lensmenn
ætla at gera uppreist-
ur. Men Valiant og
Aleta megna — hver í
sínum lagi — at tálma
uppreistrinum. Friður-
in verður tó ikki var-
andi, tí Úlvur, mætur
víkingur, rænur Aletu
og heldur vestur í hav.
Valiant er skjótur aft-
aná, og tað ber ikki
saman millum teirra
fyrr enn í nýggja heim-
inum, Amerika. Á leið-
ini eru teir eisini á landi
í Feroyum!
Aleta er við barn, og
stór er gleðin, tá ið
bæði finnast aftur við
Niagarafossin. Heima-
fólkið, indiánararnir,
koma úr ellum ættum
at skoða ljóshærdu
Aletu. Teir halda hana
vera guðinnu, og hetta
líkar henni ikki illa. At
enda feðir hon ein son,
ein nýggjan arving til
trúnuna á Thule. Vali-
ant og menn hansara
halda veitslu — og her
skiljast vit frá djarva
og ævintýrhugaða
prinsinum úr Thule.
12. hefti verður tað
seinasta á feroyskum,
ið Bókadeild Feroya
Lærarafelags gevur út.
>Nýggi heimurin< er
48 síður í litum. Heftið
kostar 48 kr. og fæst í
blað- og bókabúðum.
Higartil eru útkom-
in: Fyrstu ævintýrini,
Syngjandi sverðið,
Riddarin av tí Runda
borðinum, Stríðið á
Húnalondum, Angor
Wrack, sjókongurin, Á
víkingaferð til Afrika,
Rómverjamúrurin,
Prinsur í Thule, Ferðin
til Támoyggjarnar,
Aleta og Lokabregd á
Camelot.