leygardagur 30. november 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
Nr. 224 — 30. november 1991
Eysturskúlamálið
Burðartolini
bjargað ?
Tað verður brúk fyri ollum skulstov-
unum í býnum um 6 ár, ti mælir
Skúlaráðið frá at selja Eysturskúlan.
Tad er at harmast um hvussu fram er
farið í hesum máli, skrivar Johan
Samuelsen, lærari, i >Sjónarmiðea.
Nú sær út til at Eystur-
skúlamálið fær eina
natúrliga loysn, men
tað sum ein hevur undr-
ast á í hesum máli, er
tann heilt løgna við-
gerð, hetta mál hevur
fingið frá a til z av
politisku myndugleikun-
um. Í staðin fyri at
kanna grundleggjandi
fortreytirnar í hesum
máli, nevniliga barns-
burðartelini í Tórshavn-
ar Kommunu nøkur ár
fram, sum vildi verið
tað einasta natúrliga, so
varð gingið út frá tí
minkandi barnatalinum
í Havnini seinastu 10
árini, sum var tað ein
framhaldandi óreingi-
ligur veruleiki, og tí
hómaði býráðsformaður-
in her ein meguleika at
fylla upp í hin annrs
slunkna kommunukass-
an við at selja Eystur-
skúlan fyri einar 10
mill. kr., tí brúk var
ikki fyri honum, tí
barnatalið var komið so
langt niður. Men sum
øllum kunnugt, so vísa
nýggjastu forsagnirnar
ein sera stóran vekstur
í barnatalinum komandi
árini.
Í kommunalu skúlun-
um ganga í dag 1883
bern, í 1998 fara eftir
forsegnini at ganga
2397, so at brúk verður
fyri 8 fleiri skúlastovum
enn í dag, um øll havn-
arbern til ta tíð skulu
hava sína festu heima-
stovu, sum má vera eitt
sjónarmið, sum altíð
eigur at verða strembað
ímóti at halda, sum eitt
ófrávíkiligt minsta-
mark, fyri best megu-
ligum trivnaði á stóru
skúlunum í Havn.
Hetta eru tey turru
telini viðvíkjandi hølis-
tervinum í Tórshavnar
kommunala skúlaverki,
men í staðin fyri at
kanna hesi lyklatøl, so
fer borgarstjórin í
býráðið og fær
sjálvandi grent ljós har,
væl at merkja frá teim-
um, sum hevdu fingið
fundarboð, tí har man
So mangur sita við ein-
um borgmeistara í búk-
inum, eins og hundur
væntar bein, og tí
ræður sjálvandi um at
nikka og bukka fyri tí
fráfarandi, tí hver veit,
so er ein, ið hvussu so
er ikki avskrivaður í
forhond — onkur hevur
enntá gjert politiskt
skarvslop flokk úr
flokki fyri at tekkjast
sum best! Eftir tað fer
Poul Michelsen í út-
varpið og greiðir frá
hesum stórmáli, men 1
min. áðrenn tíðindini
byrjaðu, sómakaði<
hann sær at ringja for-
mannin í Skúlaráðnum
upp, og bað hann lurta,
tí nú kom okkurt í tíð-
indunum, sum hann
uttan iva hevði áhuga í.
Hetta gjørdi Poul
Michelsen, hóast lógin
greitt sigur, at Skúla-
ráðið skal verða tikið
vid upp á ráð í øllum
málum, sum viðvíkja
skúlaskapinum í komm-
ununi. Men so langt
niður fer hesin maður
ikki, hann sum bæði í
tíð og ótíð hevur roynt
at skapt sær eitt
»image«, sum tann
smarti selumaðurin,
hann leyp ell hesi
»dyrkandi« liðini um.
i Síða 15
Eg, sum í mínum góð-
vari, hevði trúð, at
málið var væl fyrireikað
og undirbygt í allar
mátar av borgarstjóran-
um, fekk annað at
síggja, eftir at ein var
valdur at umboða
Skúlaráðið í arbeiðs-
bólkinum fyri framtíðar
skúlan í Havn — hetta
var eitt smart hugskot
hjá tí smarta selumann-
inum »Ut at selja skul-
ar< og onki annað.
Býurin hevur verið á
gosi henda seinasta
mánaðin, og tað er so
væl skiljandi sum nak-
að. Bern og foreldur fáa
at vita gjøgnum fjøl-
miðlarnar, at skúlin hjá
teimum skal seljast, og
flestu lærararnir kunnu
rokna við at fáa sekkin,
tí tað er ikki kommun-
unnar uppgáva at
bjarga teimum stervini,
varð sagt! Fundir oman
á fundir hava verið um
hetta mál, men mær er
fortalt, at eingin er
farin klókari heim av
hesum fundum um
Eysturskúlan, og av
góðum grundum, tí teir
| politikarar, sum hava
skyldu til at seta seg
inn í eitt tílíkt mál,
áðrenn tað kemur so
langt, sum Eysturskúla-
málið er komið, teir
hava snegt sagt ikki
sett seg inn í tað, hóast
meguleikin at kanna
barnsburðartelini t.d.
skuldi verið hin besti
við bæði einum komm-
unalum og einum lands-
fólkayvirliti. Nei, ein
valdi heldur, sum ikki
einaferð, at fara i fjøl-
miðlarnar at breiða seg
og harvið erkymla allan
býin, heldur enn at seta
seg niður og kanna mál-
ið út í æsir. Og úrslitið
bleiv hareftir.
Alla hesa esing
kundu vit væl havt
verið fyriuttan, um bert
skynsemi hevði rátt í
hesum máli. Og so
tosar hesin sami maður
um, at hann fer úr bý-
ráðnum, tí ongar av-
bjóðingar eru har
longur — henda avbjóð-
ingin viðvíkjandi Eyst-
urskúlanum hevur
meira mint um reinan
kleyvarskap enn nakað
Johan Samuel-
sen, skúlaráðs-
limur og limur í
arbeiðsbólkinum
at kanna fram-
tíðarskúlan í
Havn, tekur ikki
undir við at
selja Eystur-
skúlan.
annað — og hevur volt
nógvum havnarborgar-
um, bæði stórum og
smáum, óneyðugar
trupulleikar og eina
óhugnaliga óvissu nú
upp undir jólini.
Einasta skilagóða og
lívsjáttandi í ellum hes-
um máli er, at havnar-
fólk enn hava hug at
seta bern í verðina,
hóast depru útlitini í
landi okkara, og so er
bert eftir at vóna, at
karmarnir í skúlunum
verða so frægir í kom-
andi døgum, at okkara
bern kunnu ogna sær
tann neyðuga kunn-
leikan, sum krevst av
virkisfúsum borgarum
langt inn í næstu eld.
Norðmaðurin plagar at
taka til »det grejer sig i
sjøen« og soleiðis verð-
ur vónandi eisini við
Eysturskúlamálinum,
men vit kunnu sláa
fast, at tað er ikki
politikarunum fyri at
takka.
SON + POT
—E
LEE
Johan Samuelsen
skularådslimur
kr:
Viðmerking til grein hjá
Hegna Hejgaard í
Dimmalætting 23. nov.
Tað er ikki lukkulig lorta-
spann, sum Høgni Høj-
gaard, formaður í Havnar
Handverkarafelag, oysir
oman yvir Tekniska Skul-
an i Havn i Dimmalætting
seinasta leygardag, men
hann er væl hjålptur av
pennaføraranum å
Dimmalætting, sum er
kona tann uppsagda bók-
haldaran á Tekniska Skúl-
anum.
Hegni gremur seg um
tað vána skil á skúlanum;
— men er skilið vánaligt,
so hevur Hegni sín part
av skyldini, tí mær vit-
andi er Hegni næstfor-
maður í Stýrinum fyri
Veljið annan formann
Tekniska Skúlan, og hev-
ur sostatt ábyrgdina av,
hvussu skúlin verður rik-
in.
Hetta er aftur eitt dømi
um, at formaðurin í Hand-
verkarafelagnum ikki hev-
ur skilt petti av hvat upp-
gáva hansara sum umboð
fyri handverkararnar
gongur út uppá. Hetta er
nokk ikki einasta nevndin,
sum hann hevur albogað
seg inn í, uttan at hava án-
ilsi um hvat uppgáva
hansara sum umboð fyri
Handverkarafelagið er
Mín erfaring er, at Tekn-
iski Skúlin er ein góður
skúli, og teir lærlingar, eg
komi í samband við, eru
væl negdir við skúlan.
Tað er ikki so lætt at reka
ein skúla við minkandi
játtanum og minkandi
lærlingatilgongd.
Eg haldi, at tað er upp á
tíðina, at Hegni Hejgaard
pakkar sekkin og sleppur
sær úr ellum nevndunum,
har handverkið eigur at
verða umboðað, og ikki
minst, at hann leggur frá
sær sum formaður fyir
handverkarar. Tað er
sanniliga upp á tíðina, at
handverkarar velja sær
ein annan formann, so tað
ikki bert er eitt felag fyri
formannin.
Handverkari