týsdagur 3. desember 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 225 — 3. desember 1991
Handilsjavnin
Síða 7
batnar munandi
Innflutningurin minkar og útflutningurin veksur
Síðani javnvág í samhandil
Føroya við útheimin var
við at koma í 1989, er
handilsjavnin batnadur
munandi. Hallið á handils-
javnanum hevur frá 1985
ligið millum slakar 400
milliónir og upp móti 700
tá skip ikki hava verið tald
við. Við skipum var hallið
millum 2 og 300 milliónir
stórri, vísa tøl frá Hag-
stovuni.
Men fyri tveimum árum
síðani kom vend í, og
síðani hevur gingið rætta
vegin í so máta í hvussu
er.
Vit høvdu eitt avlop i
handilsjavnanum i fjør upp
á 434 milliónir tå skip ikki
vóru íroknaði, og við skip-
um viðtaldum 494 milli-
ónir. Tølini higartil í ár eru
enn betri.
Fyrstu níggju mánaðirnar
í ár hava vit útflutt fyri 608
milliónir fleiri enn vit hava
innflutt fyri, og telja vit
skipini við, hava vit útflutt
fyri 673 milliónir fleiri enn
innflutningurin hevur ver-
ið.
Sama til beinleiðis
nýtslu
Hyggja vit eftir inn-
flutningstølunum sæst, at
tað eru serliga vørub6lkar,
sum tilfar í samband við
byggivirki, til aðra fram-
leiðslu, brennievni, mask-
inur og onnur útgerð og
bilar, sum draga innflut-
ningstølini niður.
Til dømis innfluttu vit í
1988 bilar fyri 156 milli-
ónir. Higartil í ár hava vit
ikki flutt bilar inn fyri
meira enn 23 milliónir.
Hinvegin er innflutning-
urin av tí, Hagstovan
kallar vørur til beinleiðis
nýtslu so at siga hin sami
hann hevur verið bæði
seinastu árini.
Nærum helmingurin av
øllum innflutningi okkara
kemur úr Danmark.
Mest av frystum
upsaflaki
Størsti vørub6lkurin i
útflutningi eru fryst og
Higartil í át hava vit selt
fryst upsafløk fyri 410
milliónir. Av frystum og
ísaðum fiskaflaki eru í
ár útflutt fyri slakar 800
milliónir.
Mynd: Kalmar
ísað fiskaflak, og í hesum
bólki er fryst upsaflak
nógv hin størsta útflut-
ningsvgran. Higartil í ár
eru útflutt fyri 410 milli-
ónir av frystum upsaflaki,
sum er ein fimtingur av
samlaða útflutningi Før-
oya. Ein onnur tídningar-
mikil åtflutningsvøru eru
síl og laksur, sum vit
higartil í ár hava útflutt
fyri stívliga 400 milliónir.
Utflutningurin av salt-
fiski hevur higartil i år
verið 306 milliónir, rækjur
og skeljar fyri 240 milli-
ónir, og isadur og frystur
fiskur fyri 170 milliónir.
Samlaði útflutningur
Føroya hevur higartil í år
verið slakar tvær milliardir
tá skip ikki eru íroknaði,
og 2,1 tá skipini eru tald
við. Tølini fyri sama tíðar-
skeið í fjór eru åvikavist
1,8 og 1,9 milliard. Talan
er um åvikavist 8 og 12
prosent øking.
Meira til EF
Vit útflyta alt meira til
EF-lond. Í 1975 fór umleið
helmingurin av gllum út-
flutningi til EF-lond, men
hetta er nú mikið broytt.
Nú selja vit slgk 80 pro-
sent av allari framleiðslu
til londini innan EF.
Størsti keyparin innan EF
er Týskland, sum tekur
ímóti 19,3 prosent av út-
flutninginum. Harnæst
kemur Danmark við 16,3
prosentum.
Av londunum uttan fyri
EF keypir USA mest - 7,4
prosent.
tór.-
Tórfinn Smith,
blaðmaður,
skrivar:
Sparingar og skerjingar
hava í longri tíð verið
loysunnarorðið, og vóru
eisini við til at mynda
ordaskiftid í vikuni sum
fór.
Tað er tó eitt sindur
ymiskt, sum menn vilja
spara. Á tingi skeyt
Niels Pauli Danielsen
upp, at vit í stórri mun
skulu nýta lágorku-
perur, hóast hesar enn
eru væl dýrari enn hinar
vanligu. Hetta fyri at
spara orku.
Uppskotið fekk tó
lítla undirtøku, og tað
fegnast ivaleyst tær alt
annað enn lågorku-
perurnar, sum sita í
SEV-stjórnini um, sum
á umboðsráðsfundi í
vikuni gjørdu greitt, at
Eiðisvirkið skal út-
byggjast. Einki bugili-
bug á hesum sinni.
Eisini kommunurnar
skulu spara. Onkrar
hava boðað frá, at tær
fáa ikki fíggjarligu
kabalina at ganga upp á
nakran hátt. Runavíkar
Kommuna er tó so
mikið væl fyri, at har
kann býráðsformaðurin
tvífalda sína løn. Í Havn
stendur eisini væl til.
Her hevur nýggjasti
fólkafloksmaðurin í bý-
ráðnum fingið 20.000
krónur úr kommunu-
kassanum at ferðast
fyri. So tað er sum
skilst eitt sindur ymiskt,
sum spart verður
Undirsjóvartunnilin
var aftur á skránni
ferð amband
triðingi í Sjálvstýris
flokkinum. Tingmeni
vóru heldur ørkymladir
av hesum uppskoti, og
nógvir royndu at hava
tunguna mitt í munn-
inum. At siga "hinveg-
inoghandanvegin" i før-
oyskum politikki tykist
altid at vera skilagott.
Eysturskúlamálið er
enn aktuelt, men nú
tykist tað at fáa ein
enda. Orsøkin til, at
býráðsformaðurin vildi
sleppa sær av við
skúlan var, at
skúlabarnatalið er so
nógv minkað seinastu
árini. Men so fekk
onkur annar tað geniala
hugskot at kanna eftir,
hvussu verður við
skúlabarnatalinum
framyvir. Hesi tøl vísa,
at vit um nøkur få år
hava ov fáar skúla-
stovur í Havn. Viðhvert
er skilagott at líta
frameftir tá ein skal
planleggja! Eisini tá ein
hevur sparing í huga.
Annars hevur verið
nógv orðaskifti um
skúlaviðurskifti yvir-
høvur. Millum annað
legði Lærarafelagið upp
í orðaskifti um sparing-
ar á fólkaskúlagkinum.
Tað mátti so verið, men
nógva orku kundu vit
spart, um Lærarafelagið
nýtti eitt mál, sum eisini
onnur kundu skilt. Lat
meg taka eitt lítið brot
úr tíðindaskrivinum frá
felagnum:
Eftir at sparingarnar
vóru settar í verk fór
landsskúlafyrisitingin at
miðfirra tímanýtsluna
við at býta tímar út eftir
einum føstum frymli.
Vánandi fer at
gangast væl at miðfirra
frymlarnar!?
Føroyski blaðheimur-
in er nú aftur vorðin
Fjúrtanda ríkari. Út-
sjóndin er nakað broytt,
men innihaldið stórt
sæð tað sama. Fjúrtandi
skal tó vera vælkomin
Av ødrum lesnaði, vit
fingu hendur á í farnu
viku er mest lisna bók í
|
|
|
|
|