Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Russland tekur við iris 1 sunduritol gin av Sovjettsamveldinum hevur fingið Voreg at ståra fyri, at umhvørvis-samstarvid, ið varð lað í 1988, fór at detta niðurfyri, tí sovjettuiska um- tovan er tikin av Norska umhvgrvismálaráðið og russiska umhvørv- 30 1 avtalað, at samstarvid skal halda Samstarvið umfatar m.a. ávaringar Aa bólkar við limum úr báðum hittast regluliga at tosa um lutf, vatn, I md, umhvørvistøkni og oljudålking Kjárorku-lekar Boomerangur n av fremstu talsmonnunum ímóti útlendingum i voregi, Arne Myrdal, forroknaði seg stórliga herfyri Hann hevði skipað fyri einum fundi, ið skuldi gera upp norska innflytara-politikkin. >Norðmenn verða rælir í egnum húsi, fáa muslimarnir tað eftir vild«, ildi hann vera við. Undirtøkan var ikki serliga stór, - bert nøkur fá tandur Kortini vóru nógv uppmøtt. Eini 10.000 fólk róptu og pípaðu so, at mótmæla boðskapinum hjá Myrdal, at hann smoykin noyddist at sleppa sær av rødarapallin- um. Tað, sum skuldi vera eitt tiltak ímóti útlendskum tilflytarum, endaði sum størsta anti-rasistiska mótmæl- Isgonga nakrantíð í Noregi. Donsk kommuna stevnir statinum Danska kommunan Ishøj vestan fyri Keypmannahavn fer nú at stevna danska statinum. Staturin álegði í september í fjør øllum kommunum, at tey einans máttu keypa hita frá felagnum VEKS. Hesum vil kommunan ikki finna seg í. >Tað stríðir ímóti øllum demokratiskum marknaðarviðurskiftum og ikki minst EF-rættarreglunum«, sigur Per Madsen, borgarstjóri, ið grundar stevningina á reglurnar i Rom-sáttmalanum, sum snúgva seg um avmarkingar og statslig monopol. Mist tolið við Daells Kenda danska handilshúsið hjá Daells hevur leingi verið í figgjarligum trupulleikum; í fimm ár á rað er undiskotið vaksið, hóast vaksandi netto-sølu og ratio- naliseringar. Nú hevur sparikassin Bikuben, ið fíggjar Daells, mist tolið. »Framyvir er tað ikki nóg mikið við fínum orðum um, hverjar ætlanir húsið, hevur«, sigur ein stjóri har. Sparikassin krevur, at stórri tól koma at standa á niðastu reglu í roknskapinum hjá Daelss Varehus. Kurt Daell, stjóri í handilshúsinum, sigur, at síðani 1989 er umsetningurin vaksin við 40 milliónum. Skulu ikki híða Dandski javnaðarflokkurin fer at skjóta upp, at borgararnir skulu ikki bíða - í hvussu er ikki meira enn eitt vist - tá teir hava við tað almenna at gera. T.d. skal tú hava svar upp á eina umsókn um pláss á røktarheimid innan fýra vikur eru gingnar. Í fyrsta umfarið skal hetta setast í verk á sjey økjum, men við og við skal tað umfata alt samskiftið millum borgararnar og allar almennar myndugleikar. »Hesin spurningur skal ikki metast út frå fyrisit- ingini, frá starvsfólkunum ella eini politiskari ideo- logi, men út frå tørvinum hjá borgarunum«, sigur Svend Auken, formadur i javnadarflokkinum. » 1 ið Nr. 226 — 4. desember 1991 Inga Høgrenni, lærari, um undirvising í ferðslu, AIDS 0.Ø. Skúlin skal linna um ringu samvitskuna í fólkaskúlalógini er nak- að, ið verður rópt “kravd undirvisingarevni”. Tað er t.d. nøring, AIDS, kostlæra og ferdslulæra. Tey skulu ikki havast i nakrari åvisari lærugrein, men skúlin hev- ur ábyrgdina av, at næm- ingarnir fáa holla undir- vísing í evnunum. Strikid evnini! Á fundinum á læraraskúl- anum leygardagin vóru fleiri, ið skutu upp at strika kravdu undirvisingarevn- ini. Millum teirra var Inga Høgenni, forkvinna í lær- arafelagnum. Hon helt, at í mongum fórum hevði undirvísingin ikki annað endamál enn at linna ringu samvitskuna hjá foreldrum og ødrum vaksnum. Ringa samvitskan - Tað letur til, at hvørja ferð ein samfelagstrupul- leiki tekur seg upp og sum náttúrliga verður ein av- bjóðing fyri børnini og harvið foreldrini, so er loysnin at áleggja skúlan- um uppgávuna, segði Inga Høgenni og vísti til eitt nú AIDS og ferðslu. Hennara uppskot var at strika kravdu undirvising- arevnini og taka tey við í tær lærugreinir, har tær náttúrliga hoyra heima og í tann mun, tað hóskar fyri aldursstigini. Sjey år óheppið Inga Høgenni sigur ann- ars, at í hesum viðfangi er tað ein vansi, at vit bert hava sjey ára skúlaskyldu. - Er tað umráðandi, at børn fáa vitan um AIDS t.d., so má tað roknast fyri at vera sera óheppið, at tey kunnu fara úr skúlanum eftir loknan 7. flokk uttan at hava fingið nakað sum helst at vita, sigur Inga Høgenni og vísir til, at umrøddu undirvisingarevni bert eru kravd i fram- haldsskúlanum. - Skal skúlaskyldan ikki leingjast, so mugu í hvussu er summi undirvísingar- evni eisini vera kravd i grundskúlanum, er nidur- støda hennara. ówh Lærarar fær í mongum fórum ta ótakksamu uppgávu at linna ringu samvitskuna hjá óðrum vaksnum, segði Inga Høgenni m.a. á skúla- fundinum leygardagin Hendrik Old um landstýrismannin í fiskivinnumálum er ar arbeiða í nevnd. Vantar fatanina fyri politiskum arheiði Orsøkin til, at málið um legudagar kom í drag var ikki, at neyndin var óvirkin, men at samgongulimirnir ikki komu til eina semju Hendrik Old (Jvnfl.), for- maður í fiskivinnu-nevnd- ini, er sera misnøgdur við, at John Petersen, lands- stýrismaður í fiskiveiðu- málum, hevur breitt seg út í málinum um legudagar. Samgongulimur i buktini - Í øllum fjølmiðlum hevur John Petersen breitt seg út um, at tað er fiskivinnu- nevndin og serliga for- maðurin, ið hava ligið om- aná málinum, men tað er í so nógv sagt, sigur Hendri- k Old. Hann sigur, at tá málið var fyri í fiskivinnunevnd- ini í summar, var ein av limunum úr samgongulim- unum ímóti legudøgum og vildi hava fleiri upplýs- ingar um málið. Politisk loysn Hendrik Old sigur, at síð- ani tá hevur verið trupult at fáa meiriluta í nevndini fyri einum uppskoti num legudagar, og tað má takast við í politiskum arbeiði. - Alt hetta hevur John Petersen fingið at vita fleiri ferðir, og tað var júst fyri at fáa samgongumeiri- luta, at tann nógv umrøddi fundurin var í Tinganesi fyri fjúrtan døgum síðani, sigur formaðurin í fiski- vinnunevndini. Vantandi fatan Hendrik Old heldur, at John Petersen sýnir eina vantandi fatan av, hvat tað - Var tað so, at tann umrøddi nevnarlimurin gav grønt ljós fyri at av- greiða málið, sjálvt um hann var ímóti, so var sak- in ein onnur, men so var ikki og tað má virðast, heldur Hendrik Old. Samstarvið má virðast - Skal tað vera so, at ein nevndarformadur leitar sær hvønn sum helst meiriluta bara fyri at trumfa eitt mål igjøgnum, so er politiskum samarbeiði ikki lív laga leingi, tí tá fara nevndarl- imirnir at kenna seg truml- aðar niður, sigur Hendrik Old, ið vísir á, at í hesum føri var tað ein av parta- monnunum hjá John Peter- sen, og tí átti landsstýris- maðurin at vita so mikið betur. ówh