Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Funningsfjarðarvegurin Gevur grót til Mynd: Kalmar aðrar vegir --Hóast koyrandi, verður framvegis arbeitt uppá seinasta strekkið á funningsfjarðarvegnum, men tað er eisini drúgvt, tí vit skulu gjógnum eitt brattlendi, sigur Eirikur Kristjanson, frá lands- verkfrødinginum Seinasta strekkid å funn- ingsfjarðarvegnum er drúgvt at gera liðugt og strekkið talan er um er móti bygdini Funningi. --Her er rættuliga bratt og berg er omanfyri. Tí er neyðugt at gera eina breiða rennu millum vegin og bergið. Hetta verður gjørt fyri at grót, sum ríður oman, skal enda í rennuni, heldur enn á vegnum, sigur Eirikur Kristjanson, frá landsverkfrødinginum, sum stendur fyri arbeið- inum. Gråt til aðrar vegir Rættuliga nógv grót er sprongt burtur og ikki alt verður nýtt til vegagerðina langt frá tí. Nakað av hesum grótinum verður nýtt til vegagerðina omanfyri Norðskála, har eiðisvegurin verður samanbundin við tunnilsvegin. --Vit koyra í løtuni eisini grót til vegin Mill- um Fjarða, sum verður breiðkaður. Hetta koma vit at gera til einaferð langt inní komandi ár sigur Eirikur Kristjanson. --Vit royna at útnytta grótið. Hetta er grót av blandaðari góðsku, men tað er gott til vegagerð, sigur hann. Lidugur í 1992 Funningsvegurin verð- ur liðugur væntandi kom- andi ár, men tað velst um peningajáttan. Eirikur sig- ur, at tað hevur verið trupult at gera hendan vegin, tí tað er so bratt. Neyðugt hevur verið at spreingja seg inní lendið.. jústinus Nr. 227 — 5. desember 1991 Grønlendsk ment- anarfólk vitja Í hesum døgum er rætti- liga forvitnislig vitjan úr Grønlandi. Tað eru teir báðir, Emil Rosing, stjóri á grønlendska tjóðminnis- savninum og Jens Brandt, leiðari á tjóðskjalasavnin- um, sum vitja í Føroyum. Endamálið við hesi vitj- an er fyrst og fremst at kunna seg við føroysk savnsviðurskifti. Eisini verður roynt at fáa eitt samstarv í lag millum sidsøgulig søvn í Utnordi. Emil Rosing og Jens Brandt, sum eru navn- framir grønlendskir ment- amenn, skulu halda al- menna fyrilestur i Norð- urlandahúsinum í kveld klokkan 19.30. Fyrilest- urin verður í tveimum. Fyrst greiða Emil Rosing og Jens ”randt frá grøn- lendska ti6Ominnis- og tjóðskalasavninum, síðani heldur Emil Rosing fyri- lestur við ljósmyndum um fornlutir, ið svanaðir vórðu í Ammaassalik um aldarmótið. Fyrilesturin er í Klingruni. Í gjár og í dag hava teir báðir vitjað á Fróðskap- arsetrinum, Skjalasavni- num, á Landsbókasavn- inum, Náttúrugripasavni- num og á ødrum plássum við. Grønlendsku gestirnir fara heimaftur leygar- dagin. jan Tveir grønlendskir mentamenn vitja í Føroyum. Frá vinstru Emil Rosing og Jens Brandt. Her eru teir saman við Jóannesi Dalsgaard, landsskalavørdi, sum vísir teimum runt á stovnunum á Debesartrød. M yndir kalmar