hósdagur 5. desember 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Arnold H ansen
Fast
--Heyði eg
verið bert
fáar metrar
norðari, so
hevði eg ikki
verið á lívi í
dag, sigur
Arnold Han-
sen, Sum
selmasta
fríggjadag
re 2,9 ú
misti båtin i
Nólsoyarfirði
Seinasti fríggjadagur verð-
ur ein dagur, sum Arnold
Hansen, umsjónarmaður
úr Havn neyvan fer at
gloyma í bræði. Tí tað er
bara tilvildin, sum er
orsøk til at hann er á lívi í
dag. Tá vit skrivaðu um
'ndingina í týsdags-
aðnum høvdu vit ikki
fingið rættar upplýsn-
Arnold bjargaði
ikki sær sjálvum í land,
hevði fólk ikki komið á
staðið, so var hann ikki á
lívi í dag.
--Eg hevði verið á
Sundi við bátinum, saman
við Martin Tórgarð, við
skuldu kanna um teringur
var í spunsjørnunum á
nýggja havnalagnum har.
Vit vórðu lidnir og Marun
fór oman aftur til Havnar
við bili. Eg var ein-
samallur í bátinum, sigur
Amold Hansen.
he
bl
ingar
Motorurin steðgaði
Tá eg var komin út
fyri Strond, eg var ikki
langt frá landi, steðgaði
motorurin. Landsynningur
var í ættini og eg rak
móti landi. Báturin sum
var eitt áttamannafar var
alt ov tungur hjá einum
einsamallum manni at
rógva. Tað var skjótt at eg
var inni í briminum.
Sjálvt um sendari var í
bátinum so náddi eg ikki
at senda út neyðarkall. Eg
slapp uppá land, og
meðan eg neyðhelt
bátinum frá landi, rópu eg
um hjálp, sigur Arnold
Hansen.
Arbeiðsmenn hoyrdu
Byggifelagið G.
Waagstein ger ringvegin
Vid Strond og
arbeiðsfólkið hevði júst
etið døgverda í einum
skúri, tá báturin hjá
Amold fór á land.
--Klokkan var 12:50 tá
vit hoyrdu neyðarrópini,
Vit lupu oman beinan-
vegin, samstundis boðaðu
vit Vaktar og Bjarg-
ingartænastuni frá, sigur
Bergfinn Joensen.
Skolaðu út
-Tå eg var komin
oman hjálpti eg Arnold at
halda bátinum frá landi,
sigur Helgi Tórgarð, sum
er arbeiðsformaður hjá
G.Waagstein.
--Men knappliga kom
eitt stórt brot, sum tók
meg, Arnold og båtin út-
aftur. Vit báðir endaðu á
botni og máttu stoyta frá,
fyri at sleppa uppaftur. Eg
var heppin og slapp uppá
land beinanvegin, uppá
helluna, sigur Helgi Tór-
Fastur í varpinum
--Tá eg skolaði útaftur,
fór eg lúkst á botn. Ég
haldi ikki at eg var bang-
in. Eg dugdi at svimja, og
tað gekk eisini væl at
koma inn móti landi. Men
tá teir skuldu hála meg
upp var eg fastur. Eg
skilti ikki rættuliga hvat
var galið. Teir fingu í
høgru hond, men upp
fingu teir meg ikki. Tá
varnaðust vit, at eg var
fastur í línuna, sum var
bundin í varpið. Tá vit
høvdu fingið loyst línuna
var eg bjargaður, men
báturin sakk, sigur Arnold
Hansen.
Sein hjálp
-Eg fílist á, at gum-
mibáturin hjá Vaktar og
Bjargingartænastuni kom
alt ov seint fram. Teir
fingu boðini klokkan
12:50 og klokkan 13:30
var ongin bátur komin
fram. Eg fór til hús at
skifta og eg var komin
heilt heim til
Fiskasøluna, áðrenn eg sá
gummibátin hjá
Tjaldrinum, sigur Berg-
finn Joensen.
Heppin
--Eg haldi, at eg havi
verið ógvuliga heppin.
Hevdi eg farið á land eitt
sindur norðari, so hevði
ongin sæð meg og tå
hevði eg neyvan komið
Vaktartænastan sendi
ein gummibát á
staðið. Her síggjast
sprek sum flotnaðu, tá
báturin sakk. Mynd:
Alvur Danielsen
frá hendingini við
lívinum. Hetta hendi alt
av tilvild og eg eri
ógvuliga glaður fyri, at
arbeiðsfólkið hjá G.
Waagstein hoyrdi meg,
sigur Amold Hansen
Ikki tryggjaður
Sum áður nevnt so var
seinasti fríggjadagur ein
dagur, sum Arnold seint
fer at gloyma. Tað ring-
asta er, at báturin, Sabb-
urin nevndur var ikki
tryggjaður.
--Hetta er vorin sum
Nr. 227 — 5. desember 1991
jólagáva. Eg missi nógvar
r2ngar við bátinum. Hann
Vei væl útgjórdur, hann
hevði ekkodd, sendara og
annars alla neyðuga útgerð
og eitt sindur afturat. Men
eg eri á lívi og tað er tað
týdningarmiklasta. Tað
var ikki neyðugt at fara til
lækna aftaná. Eg var ikki
serliga kaldur, eg var í
termodrakt og hon
fløvadi. Tó havi eg eitt
sindur ilt í knænum sigur
Amold Hansen.
Froskmenn vórðu og
hugdu eftir båtinum í gjár.
Her síggjast Arnold
og teir báðir
bjargingarmennirnir.
Aftanfyri er staðið,
har Sabburin fór á
land. Frá høgru,
Arnold Hansen, Helgi
Tórgarð og Bergfinn
Joensen. Mynd:
Kalmar
Báturin er brotin og teir
funnu ikki motorin, hann
er farin í briminum.
jústinus