mikudagur 31. mai 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 103 - 31. mai 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 103 - 31. mai 2000
Eyðun Klakstein
Kul, kulari, kulast.
Kular Røtur hava fingið vind
í seglini, og fríggjadagin kemur
nýggj fløga við 11 spildurnýggj-
um sangum frá teimum kulu.
Sama kvøld verður stór
konsert í KÍ-høllini, har allir teir
kendur sangirnir frá fyrru fløg-
uni, umframt nýggir sangir,
verða at hoyra.
Steintór Rasmussen er mað-
urin aftanfyri tær kulu røturnar,
og hann er spentur til tiltakið á
norðoyastevnu.
- Vit ætla at gera nógv burtur
úr, og fólk skulu vera vís í, st
tey fáa gott undirhald fyri alla
familjuna, sigur hann.
Á konsertin verður tann nógv
umrøddi Trøllapætur eisini við.
Stórskíggi verður settur upp og
har verður myndashow við
tekninginum, sum Jógvan á
Høvdanum hevur gjørt. Dansi-
gentur fara at hava eitt show,
og annað undirhald verður
eisini.
FLØGAN FÆST Á
STEVNUNI
Eitt avmarkað upplag av nýggju
fløguni við Kulum Rótum verð-
ur flogið til Føroya fríggjadagin,
og tí verður tað gjørligt at fáa
hendur á nýggju sangunum hjá
Kulum Rótum um stevnuna.
Sangirnir á fløguni eru upp-
tiknir í Studio Pegasus í Klaks-
vík frá februar til mai, og ljóð-
blandingin er eisini gjørd í studi-
onum í Klasvík. Fyri tveimum
vikum síðani fór fløgan til Dan-
markar, har seinasta hond varð
løgd á, áðrenn hon fór til
framleiðslu.
Steintór Rasmussen hevur
gjørt flestu yrkingarnar, og hann
og In-G hava gjørt løgini. Okk-
urt traditionelt lag hevur tó sníkt
seg uppí. In-G hevur framleitt
tónleikin, og hann hevur eisini
spælt nógv av ljóðførunum.
Tónleikarar sum Erik Bisk-
opstø, Eyðun Nolsøe og Mikkjal
Hvannastein hava eisini ein
fingur við í spælinum.
Tónleikurin er modernaður,
og hesaferð er meira talan um
eina barna- og ungdómsfløgu.
- Tað ber illa til at siga, um
tann nýggja fløgan er betri enn
tann fyrra. Tað er sum við børn-
um. Tað ber ikki til at siga, um
Fríggjadagin kemur nýggj
fløga við Kulum Rótum,
og sama dag verður stór
konsert í KÍ-høllini, har
eisini tann tiltikni Trølla-
Pætur verður við
Kular Røtur eru vell
eitt barn hjá tær er betri enn
annað. Tey eru ymisk, sigur
Steintór Rasmussen.
SOMU FÓLK SYNGJA
Fólkini, sum syngja á nýggju
fløguni, eru tey somu, sum á tí
fyrru. Jógvan Hansen og Arnfríð
Lütsen hava framvegis týðandi
leikut, men eisini systur Arnfríð,
tann 12 ára gamla Rannvá,
syngur á fleiri sangum. Og so
er 11 ára gamli Brandur Enni
av Tvøroyri eisini sangari á
fløguni.
Tann fyrra fløgan við Kulum
Rótum kom út stutt undan jólum
í fjør, og hóat hon var í harðari
kapping við fleiri góðar barna-
fløgur, hevur hon higartil selt
út ímóti 2000 eintøkum, og nú
á døgum eru tað heilt fáar før-
oyskar útgávur, sum kunnu
reypa sær av slíkum sølutølum.
Sjónbandið við Kulum Rótum
gekk eisini avbera væl, og í løt-
uni er ætlanin at koma við ein-
um nýggjum sjónbandi í heyst.
- Vit æltaðu at geva eitt sjón-
band út nú, men vit hildu ikki,
at hetta er rætta árstíðin til eitt
sjónband. Tí hava vit valt at bíða
við hesum til í heyst, sigur
Steintór Rasmussen.
Nýggja sjónbandið verður
verður gjørt sum ein tekni-
filmur, har sangir á fyrru og
seinnu fløguni eru grundarlagið
undir tekningunum.
- Hvussu verður við Kulum
Rótum framyvir veldst sjálvandi
um undirtøkuna fyri nýggju
fløguni og konsertunum, sum
vit fara at hava í summar, men
tað liggur í kortunum, at ein
triðja fløga kemur seinni. Tá
ætla vit, at børn skulu sleppa at
skriva yrkingar til útgávuna, sig-
ur Steintór Rasmussen.
Men á Norðoyastevnu verður
tað tann næsta útgávum við Kul-
um Rótum, sum fer at runga, og
á konsertini fríggjakvøldið verð-
a eisini allir teir kendur sangirnir
frá fyrru útgávuni at hoyra.
Fjórða árið á rað verður skipað
fyri Føroya Bjór renning á norð-
oyastevnu. Renningini hevur
fingið fast pláss í skránni leyg-
ardag, og í ár verður lagt til brots
á middegi.
Bólkarnir eru tríggir í tali.
Fyrst renna tey, sum eru undir
skúlaaldur. Síðandi tey upp til
Børn og vaksin kapprenna
12 ár og síðst renna tey frá 13
árum og eldri. Harafturat verður
ein serlig firmastafett, har tríggir
luttakarar renna saman.
Ítróttarfelagið Treysti skipar
fyri kappingini, og sagt verður,
at tey, sum ætla sær at verða við
í kappingunum, skulu melda til
í seinasta lagi 20 minuttir áðrenn
kappingarnar byrja. Treysti
mælir fólki til at tekna seg til í
góðari tíð.
Tilmeldingin fer fram við
Telefonstøðina, har byrjan og
mál eisini eru. Runnið verður
eftir Skúlagøtu, Gerðagøtu og
Biskupsstøðgøtu.
ek
MYND: JENS KRISTIAN VANG
Arnfríð Lützen er ein av sangarunum í Kulum Rótum, og
fríggjakvøldið syngur hon á stóru konsertini í KÍ-høllini
Norðoyastevnan verður alment
sett fríggjakvøldið. Klokkan
18.30 fer skrúðgonga frá øki-
num niðanfyri Býráðshúsini í
Klaksvík. Klaksvíkar Horn-
orkestur gongur á odda fyri
skrúðgonguni, sum endar á
parkeringsøkinum við KÍ-
høllina.
Klokkan 19.00 fara limir í
Býráðsformaðurin
setir stevnuna
Klaksvíkar býráð at takast við
starvsfelagar í Nes, Runavíkar
og Gøtu kommunu á fót-
bóltsvøllinum. Í hálvleikinum
fer Jógvan við Keldu, býráðs-
formaður í Klaksvík at seta
norðoyastevnuna, og í tí sam-
bandinum fer hornorkestrið
eisini at spæla.
Jóannes Hansen
Kappróðurin í Klaksvík og
Norðoyggjum sum heild hevur
í mong ár verið í einum aldudali.
Árnfirðingurin, hevur ikki verið
flotaður í mong ár, og tað er
langt síðani, at nakað sást til
bátarnar hjá teimum í Hvanna-
sundi og Norðdepli – 10–
mannafarið Norðing og 5–
mannafarið Rituna.
Í Klaksvík hava teir roynt at
verið við, men tað hevur gingið
striltið. Teir eiga 5–mannafar, 6–
mannafar, 8–mannafar og 10–
mannafar. Tað vil við øðrum
orðum siga, at tað hevði borið
til at tikið lut við seks mann-
ingum. Men tað er langt síðani,
at klaksvíkingar hava havt so
nógvar manningar í FM kapp-
ingini.
ROYNDIRNAR TELJA
Í ár sær tað eitt sindur hugaligari
út. 8–mannafarið, Nevið Reyða,
er mannað, og kvinnurnar hava
vant nógv við 6–mannafarinum,
Páll Fanga.
Umborð á báðum bátunum
eru so at siga bara fólk, sum
áður hava roynt seg í kappróðri.
Nevið Reyða luttók í bygda-
stevnuni á Skála, men har
royndist tað illa. Sjey 8–manna-
før kappaðust, og báturin hjá
klaksvíkingum endaði aftastur:
– Tá sóu vit, hvussu stóran
týdning royndirnar hava. Sam-
mett við undir venjing róðu vit
út av lagi illa, og báturin gekk
als ikki, sum vit vanliga fáa
hann at ganga.
Hetta sigur Sigfríður Venned.
Hann er ein av teimum umborð
á Nevinum Reyða. Hann hevur
verið í nevndini í kappróðrar-
felagnum í Klaksvík. Nú hann
er farin at rógva, hevur hann
tikið seg úr nevndini, men hann
er framvegis við í felags arbeið-
num. Elias Zachariasen er for-
maður í Klaksvíkar Róðrarfelag,
Kristian Eli Zachariasen er
næstformaður, og hini í nevnd-
ini eru Fróði Waag, Martin
Venned og Beinta Klakkstein.
– Vit fóru í bátin fyrstu ferð
eina viku undan flaggdegnum.
Síðani 25. apríl hava vit vant
eftir miðvísari ætlan. Vit eru í
bátinum hálvan annan tíma
hvørja ferð, og eg haldi, at tað
hevur gingið væl. Hvussu úrs-
litið verður á norðoyastevnu
veldst m. a. um nervarnar, held-
ur Sigfríður Venned.
Martin Venned hevur tey bæði
Teir vóna, at úrslit-
ini í ár fara at vera
so mikið góð, at
hugurin at rógva
aftur fer at kveikjast
millum tey heilt
ungu
Klaksvíkingum leingist
eftir einum vinnarabáti
seinastu árini verið partur av
góðu manningini umborð á
Eysturoyingi. Nú býr hann í
Klaksvík, og har hevur hann lagt
venjingina hjá 8–mannafarinum
til rættis.
MORGUNVENJING
Seinnapartin av áttati árunum
var Páll Fangi ofta fremstur í
kvinnukappingini.
Onkuntíð
síðani hevur glógvað í, men nú
eru fleiri ár síðani, at kvinnurnar
í Klaksvík gjørdu um seg.
Í ár er báturin mannaður við
kvinnum, sum so at siga allar
áður hava róð kapp. Merkisvert
hevur tað verið, at 6–manna-
farið hevur verið at sæð heilt
tíðliga á morgni. Hetta kemst
av, at viðhvørt hava fleiri av
rógvarunum arbeitt í kvøldvakt,
og so hava tær vant áðrenn van-
liga arbeiðstíð.
Páll Fangi er ikki mannaður
við monnum. Klaksvíkingurin
er mannaður, men teir hava bara
vant í heilt stutta tíð.
Í ár eru tað 30 ár síðani, at
10–mannafarið hjá klaksvíking-
um síðst kom fyrstur á mál. Í
1970 fingu teir nýggjan Klaks-
víking. Teir vunnu tríggjar róðr-
ar, m. a. á norðoyastevnu.
NÝTT 5–MANNAFAR
Tíðliga í seksti árunum var á-
hugin fyri kappróðri stórur í
Klaksvík. 10–mannafarið var
væl við í kappingini, og bæði
dreingirnir og genturnar umborð
á Fípuni Føgru settu dám á
kappingarnar.
Seinnu árini hevur tað verið
meiri soltið. Dreingirnir vunnu
á jóansøku í 1989. Í níti árunum
hevur millum lítið og einki verið
at hoyrt og sæð til klaksvíks-
dreingir í kappróðri. Hjá gent-
unum hevur vitað betri við. Í
fjør royndust tær so mikið væl,
at tær vunnu triðja plássið og
harvið bronsukrónurnar í FM
kappingini.
Fípan Fagra er aftur í ár
manna við gentum. Sammett við
í fjør eru tvær nýggjar komnar
umborð. Genturnar eru ikki so
vísar í, hvussu tað fer at hilnast,
tí tær hava ikki vant so leingi,
sum tær høvdu ætlað sær.
– Vit droyma um, at kapp-
róðurin í Klaksvík aftur skal
koma fyri seg. Um dreymurin
skal gerast til veruleika, so er
neyðugt, at vit fáa tey ungu
uppí, og kanska er ein glotti at
hóma. Onkrir skúlaflokkar eru
farnir at rógva í fimleikatím-
unum, og teimum dáma væl. Í
felagnum verður tosað um at fáa
eitt nýtt 5–mannafar. Tað vísir
seg, at tað eru nýggju bátarnir,
sum vinna. Høvdu vit fingið
eina góða manning umborð á
eitt nýtt 5–mannafar, so hevði
tað ivaleyst verið sera týdning-
armikið fyri áhugan fyri kapp-
róðri her í Klaksvík, heldur Sig-
fríður Venned.
Klaksvíkingur venur
til norðoyastevnuna
MYND: NORÐLÝSIÐ
Sumbingar eru
fótbóltsgestir
heimavølli um stevnuna. 1.
kvinnulið spælir móti B71
sunnudagin klokkan 18.00. 2.
deildarliðið við monnum spæl-
ir móti HB leygardagin klokk-
an 18.00, og 3. deildarliðið
spælir sunnudagin klokkan
12.30 ímóti TB.
Nógvur ítróttur er á norðoya-
stevnu, og saman við FM-
kappróðrinum leygardagin er
1. deildardysturin í fótbólti
stóru ítróttarhendingarnar.
Sumbingar vitja í Klaksvík,
og landskappingardysturin
móti KÍ verður spældur
sunnudagin klokkan 15.00.
Øll liðini hjá KÍ spæla á