Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 -Sjálvsagt noyðast vit at hava samstarvsavtalur við EF, og tann, sum nú er fingin í lag, man, sum er, vera tann frægasta, sum fæst. Men fóroyingar eiga eisini at fyrireika seg til tað ringasta: Tann dagur kann koma - um vit vilja hava hann ella ikki - at vit verða svøltadir upp í hetta ånorrøna og ótespiliga penga- og hernaðarsamband skrivar Hans Jacob Debes í "Sjønarmid" í dag. Nú eru fáir eftir í húsi — í týdninginum: tjóðir, ið ikki hava vunnið sær sjálvræði. Nógvar tjóðir bleddu burtur í hesum stríði — feroyingar tveittu tað aftur. Sæð burtur frá ómyndingini og vanvirðingini er ólíka lættari og ómaka- leysari at liva í ófrælsi enn í frælsi. Tí frælsis- lív setur ábyrgðir. Ófrælsi krevur onga ábyrgd. Har er bert at sleppa sær undan: Lat aðrar ráða tær, krevj einki, so sleppur tú und- an øllum. So nógv er undarligt í Feroya segu. Helst eru føroyingar teir einastu av heimsins tjóðum, sum bóðu fremmanda- vald gera tað ólógligt hjá føroyskum lærarum at tala føroyskt vid før- oysk børn i Føroyum, og at tala vid Vårharra å føroyskum — ti tad málið skilti hin ovasti sjålvsagt ikki. Vårharra var dani. Nú virka somu kreftir av ellum alvi — í tjóð- skaparligum andaleypi - at bjarga ófrælsinum við einari óundirslepp- andi neyðloysn: Í hes- um føri »limaskapi« í EF. Hetta føroyska neyð- arróp um ófrælsi og óá- byrgd er ikki annað enn eitt framhald av stórt- hundrað ára gomlum stríði fyri ófrælsi — sum tryggastu framtíð føroyinga. Føroyar sigast vera i kreppu. Men eingin ivi kann vera um, at tað er tann vantandi tjóð- skaparpolitiska sjálvs- ábyrgdin, sum liggur aftan fyri hesa steðu: »Heimastyrisløgin er so góð, at Feroyar kunnu ikki fara fallitt<, hoyrdi eg sjálvur sum skúla- drongur ein føroyskan politikara siga á val- fundi í Sjónleikarhúsin- um í Havn. Hatta mundi vera ein frálíkur moralur at leggja niður í Feroya fólk. Og úrslit- ið: Hugsa um standin í dag! Tað tykist, sum væl ber til at fara á húsagang sjálvt í krúp- ing og ófrælsi. Danskir pengamenn og politikarar, sum langt síðan hevdu sagt tjóðskaparpolitikk vera láturligan og aveldan, avgjerdu, at Danmark við útlondum sínum, Feroyum og Grenlandi, mátti fara upp í tað »6- upplýsta pengaveldið<. Hetta skuldi vera ein handilsfelagsskapur við fyrimunum fyri allar partar. Uttanríkispolitikkur og hernaðarpolitikkur og pengapolitikkur, fór ongantíð at koma upp á tal. Í dag verður Europa gjørt til ein uttanrikis- politiskan, hernadar- ligan og peningaligan politiskan felagsskap. Tyskland verður aftur hitt ríka hevuðsstór- veldið í Europa — fimti ár eftir vanlukkuna — búskaparliga og hern- aðarliga. Traditiónirnar eru stórar. Ein teirra var at framleiða menn- iskju idnadarliga til tød. Inn í hetta samstarv ganga nú norðurlendsk- ir sosialistar. Ímeðan verður tað fyri okkum (hóast av- markaða) norðurlendska samstarvið syndrað. Í Norðurlandahúsinum nú eitt kveldið fegn- aðist ein fyrrverandi svenskur forsætisráð- harri um tann týdning, Norðurlond fóru at fáa í EF sum norðurlendsk >región<. Fyrr vóru tey, hóast alt, ríki og lond. Talan um >feroyskan limaskap í EF< er lygn úr enda í annan. Í grundlóg Felagsmarkn- aðarins, Roma-sáttmál- anum frá 1957, verður gingið út frá, at limir eru bert sjålvstødug ríki. Feroyar eru ikki ríki og kunnu tí ikki gerast limur. Tað, sum fólkarættar- liga kann henda, er at Danmark boðar EF- nevndini frá, at frá tí og tí degi umfatar sáttmáli Danmarkar við EF eis- ini tann part av Dan- markar ríki, sum eitur Feroyar. Hetta verður tá bert ein fráboðan uttan annað rættarligt hóvasták. Eingin stólur stendur og bíðar eftir feroying- um í EF-stovnum, og føroyingar eiga ongan rætt til umboð í nekr- um EF-stovni. Har hverva feroy- ingar sum tjóð. Kunnu kanska verða ein »region« sum Normandi og Sicilia. Sambandsmenn, sum hava verið á jorsalaferð hjá donsku viðhalds- monnum sínum í Brux- elles, fóru ikki at fáa upplýsingar; tær kann ein og hver lesa sær til, PR sosialurin| Hin óveruliga talan um foroyskan EF »limaskap« — ein umbering fyri ofrælsinum sjålvt i Føroyum. Henda Odysseuar-ferð var heldur ein desperat roynd at bjarga sam- bandinum, nú ósamein- andi getur mugu skilj- ast. At gera seg >modern- aðan< við at siga, at neyðugt er og verður at geva frá sær >suvereni- tet< er at geva burtur eitt stakkalastás, sum føroyingar ikki eiga. Feroyingar eiga ongan >suverenitet<, og tað, sum tú ikki eigur, kanst tú ikki geva eðrum. Tað vita teir væl; men kanska halda teir feroy- ingar vera býttari, enn teir eru. Eftir hesum hverva Feroyar upp í EF uttan nakra ser- steðu sum ein annar danskur landslutur. Og hvussu við tí EF- heri, sum er undir stovnan? Hvat skal hann nýtast til, og hverjum skal hann nýt- ast ímóti, nú >hin russiski vandin< er burtur — og alt tað gamla Sovjettsamveldið og øll tann sovjettiska undirskipanin í Eystur- europa er á serstakliga ódýrari uppboðsselu hjá vesturlendskum kapi- tali? Hesin herur kann tí illa vera ætlaður at vera annað enn ein politiherur móti londum og landspertum, sum ikki vilja ganga undir »direktivini« frå EF- nevndini. Ti »demokra- ti« i okkara uppfatan av hugtakinum er ikki til i EF. »EF-Parlamentid« hevur ongan rætt til at samtykkja nakað, bert at halda nakrar óveru- Nr. 227 — 5. desember 1991 ligar og mesnutar reður um mál, sum EF-nevnd- in leggur fyri tað — uttan at vera bundin av samtyktum og uttan at taka tær í álvara. EF- tingið er tað demokrat- iska »alibiid« í hesum felagsskapi, sum sigur seg standa sum verji og trygdari hjá europe- iskum fólkaræði. Og hvat fer hin danska drónan — og aðrar yngri og eldri europeiskar peninga- eindir — at vera, tá ið EF-felagspeningaeindin »Ecu« kemur í gildi? Ein donsk »kréna« i Feroyum fer tá neyvan at hava nakran týdning. Hvat skulu vit hava í staðin? Hvat skal eind- in eita? Gyllin og skinn — ella okkurt heilt ann- að. Nú ræður um hjá fer- oyingum at standa á varðhaldi. Sjálvsagt noyðast vit at hava samstarvsav- talur við EF, og tann, sum nú er fingin í lag, man, sum er, vera tann frægasta, sum fæst. Men føroyingar eiga eisini at fyrireika seg til tað ringasta: Tann dag- ur kann koma — um vit vilja hava hann ella ikki — at vit, tá ið allir aðrir norðurlendingar eru endaðir í >Tí heilaga týsk-rómverska Ríkin- um« (sum Voltaire segði hverki vera týskt ella rómverskt — og allar- minst heilagt) verða sveltaðir upp í hetta ó- norrena og ótespiliga penga- og hernaðarsam- band. Hjá føroyingum må tí Hans Jacob Debes, dokt- ari: -Nú ræð- ur um hjá fór- oyingum at standa á varðhaldi denturin meira enn nakrantíð fyrr leggjast á sjálvstýrispolitikkin. Tá verður so altíð ein styrki, at standa sum sjálvsteðugt ríki. Tí tá standa, um ikki annað, nakrir fáir krakkar til okkara á Karlamagnus- arborgini — og tá hava vit meguleika at fáa orð fyri okkum, um enn kanska ikki nógv, í tí nýggja »Neuropa«. Í politikki sum í so mongum eðrum førum verður altíð frægari at velja tað næstringasta heldur enn tað ringasta. Hetta er vituligt ein syndarlig niðursteða. Men helst er klókari og meira veruleikakent at hugsa um framtíðina enn at ynskja seg aftur til »heimin frå i gjår«. Hans Jacob Debes